Jessi Colter
Søgubrot
úr hennara lívi og hennara tónleikayrkisleið.
Mirriam Johnson er fødd tann 25 maj 1943 í Mesa,
ein forstaður til Phoenix í Arizona. Hon var nummar 6 av 7 systkjum. Pápi
hennara var maskinsmiðjur, fekst eisini við at byggja bilar og luttók í
koyrikappingum.
Mamman, Helen D. Johnson, var ein trúgvandi
kvinna og var leiðari í eini hvítisunnusamkomu í Mesa og hevði sína egnu lítlu
kirkju har.
Mirriam hevði góðar tónleikagávur, og mamman
syrgdi fyri, at hon sum 6 ára gomul fekk frálæru í klaver- og orgulspæli. Bert
11 ára gomul var hon fastur organistur í kirkjuni hjá mammuni.
Sum so ofta við ungum, sum eru strangt uppvand
í einum átrúnarligum umhvørvi, so gera
tey uppreistur, tá tey verða tannáringar. Soleiðis var eisini við Mirriam. Hon
ynskti at gerast kend í tí verðsliga tónleikalívinum. Hon plagdi at sníkja seg
út um kvøldarnar og syngja á lokalum vertshúsum. Hetta stóð eitt sindur í
andsøgn við, at hon samstundis var fastur organistur í kirkjuni hjá
mammuni; men á henda hátt fekk hon so
báðar síðurnar við, tað andaligu og tað verðsligu.
Á konsertferð við Duane Eddy
Duane Eddy plagdi at vitja eitt av hesum
vertshúsum. Hann dugdi at síggja, hvussu gávuríkur tónleikari Mirriam var. Tey
byrjaðu at ganga saman, og 16 ára gomul fer Mirriam á konsertferð við Duana
Eddy.
Duane Eddy og Lee Hazelwood høvdu eitt lítið
upptøkuhøli í Phoenix. Duane Eddy
skipaði fyri, at Mirriam 18 ára gomul gav út sína fyrstu singleplátu. Heiti á
plátuni var ”Ung og góðtrúgvin”.
Beverly
Hills og Nashville
Í 1962 vórðu Mirriam og Duane vígd í Las Vegas.
Tey fluttu til Beverly Hills í Calefornia, har tey spældu og sungu í klubbum og
smáum sjónvarpsstøðum. Mirriam kallar seg nú fyri “Mirriam Eddy” og byrjar at
skriva sangir. Sangir hennara verða sungnir av Don Gibson, Dottie West og Nancy
Sinatra , sum var gift við Lee Hazelwood.
Duan Eddy
Mirriam og Duane flyta til Nashville, har hann
fær arbeiði sum guitarspælari. Hann spælir guitar hjá countrystjørnum, tá tær
eru á rundferð. Duane er saman við Bobby Bare, tá teir fáa eyga á Waylon í
Phoenix í 1965, og er við at fáa hann yvir til Nashville.
Mirriam kemur nú í tónleikaumhvørvið í Nashville,
har Waylon er tann komandi stóra stjørnan hjá RCA-plátufyritøkuni. Einaferð
Waylon er í upptøkuhølinum, kemur Duane saman við konuni, Mirriam, at taka upp.
Waylon fellur fyri hesu vøkru kvinnu, við tí ravnsvarta hárinum, sum hann ikki
kundi fáa eyguni av, og tey bæði fáa alt
fyri eitt gott eyga til hvønn annan.
Hjúnarskilnaður.
Waylon og Mirriam
Tað gekk ikki væl í hjúnarbandinum hjá Mirriam
og Duane. Tey fáa dóttrina Jennifer Eddy,
men tað bøtir onki um støðuna. Sum tíðin gongur, er ongin vegur aftur.
Duane og Mirriam fara frá hvørjum øðrum. Hon tekur dóttrina og fer aftur til
Phoenix. Har arbeiðir hon fyri sjálv at koma fram, sum songkvinna.
Í Nashville er sama skili. Waylon fer frá síni
triðju konu, sum hann hevur verið giftur við í gott eitt ár, og alt liggur nú í
skelja sori. Kvinnan, sum hann er góður við, er stungin av frá honum. Vit eru
nú í 1968.
Jessi Colter
The Outlaws
Heimaftir komin til Phoenix, fer Mirriam undir
af finna sær eitt listafólkanavn. Hon leitar í ættarbókum hjá familjuni, og
vísir tað seg, at oldurabbin “Jessi Colter”, hevði verið við í
ránsmannabólkinum,”outlaws”, hjá
brøðrunum Frank og Jessi James. Mirriam fer nú at nýta navnið hjá oldurabbanum,
sum listafólkanavn og kallar seg nú, Jessi Colter.
Seinni verður Jessi einasti kvinnuligi limur í
tónleikabólkinum “The Outlaws”. Hinir limirnir vóru Waylon, Willie og Tompall.
Hesa tíðina, meðan tey tóku plátuna upp, gekk Willie við einum leður keppi.
Hann vildi ikki ganga í hatti. Jessi fer eisini at brúka sovorðana kepp, og ger
hann til sítt eykenni. Býarbørnini í Phoenix eru sera stolt av, at tey eiga
tann fyrsta kvinnuliga “Outlaw” sangaran.
Waylon
Í
Nashville stendur illa til hjá Waylon. Hann hevur mist alt “á gólvið” og har
gerst onki annað, enn at skrúva proppin av whiskyfløskuni og fáa sær eina
strípu av “Cocane” upp í nasagluggan, so hann kann flíggja frá trupuleikunum.
Ein dagin fær Waylon eitt bræv frá Mirriam, sum
nú er farin at kalla seg, Jessi Colter. Í brævinum sigur hon: “Waylon, eg veit
væl, at tú kanst ikki taka tær av tær sjálvum. Eg kann taka mær av tær, um tú
vilt”.
Hesi gleðiboð fáa nýtt mót í Waylon. Hann setir
seg í samband við sítt fyrrverðandi arbeiðspláss í Phoenix, náttklubban “JD”,
og fær starv sum sangari. Hann flytur til Phoenix og kemur saman aftur við
Jessi. Tað er um hetta mundi, at hann skrivar sangin “This Time”, (Hesu ferð
skal tað vera).Sangurin verður útgivin á plátu í 1974, og er ein av
“hornasangunum” hjá Waylon.
Jessi
skrivar sangir og verður gift
Waylon er ovfarin av, at Jessi dugir so væl at
skriva sangir og hjálpir hann henni við at geva út eina LP- plátu. Plátan kemur
út1970 og fær heiti “A Country Star Is Born”, men plátan slær ikki ígjøgnum.
Tann 26 oktober 1969 giftast Waylon og Jessi.
Tey verða vígd í kirkjuni hjá mammu Jessi, og eftir okkara viðurskiftum heldur
óvanligt, syngja brúður og brúðgommur duet í kirkjuni. Tey syngja
sangin”Suspicions Minds” (Illgrunaverdur mistanki). Sangurin byrjar við
orðunum: Tey kalla hetta eina fellu. Spurningurin var, hvør av teimum hevði
lagt felluna. Jessi, ið hevði brúkt sítt kvinnusnildi, við at rýma frá Waylon í
Nashville, ella Waylon, við at fáa sær arbeiði í Phoenix, so hann kundi vera
nærri Jessi.
Teimum báðum dámdu væl henda sangin, og tey
sungu hann eisisni saman á tí síðstu konsertini, Waylon heldur á Ryman tann 6
Januar í 2000. Hetta var eisini hansara seinasta konser á tónleikara pallinum.
Aftur til Nashville
Jessi og Waylon flyta nú aftur til Nashville,
har tey royna at byggja upp eitt heim og at fáa øll børnini undir sama tak. Tó
reka myrk skýggj yvir familjuna, og endar hetta við, at Waylon verður tikin
fyri narkotikanýtslu og fær eina stóra bót. Hann flýggjar yvir til
Navaho-indiararnar í New Mexico.
Hetta var ikki tað, ið Jessi hevði hugsað sær,
í nýggja hjúnarlagnum, og hon hugsar eisini um at rýma aftur til Phoenix. Hon
forbarmar seg yvir Waylon, tá hann deyasjúkur kemur heim aftur við livrabruna.
Hon tekur sær nú av Waylon, meðan hann er
sjúkur. Spurningurin er, um hon ikki hevur ein fingur við í spælinum, tá Waylon
kemur fram aftur í ljósi, í nýggjum hami, við langum hári og skeggi, sum vit
kenna hann í dag. Í byrjanini nýtti hann ikki hatt á høvdinum.
Jessi verður kend
Í 1975 fær Jessi sáttmála við Capitol Records,
og slær ígjørnum við sínum egna sangi, ”I´m not Lisa”, sum Waylon elskar at
hoyra hana syngja og spæla upp á klaverið.
Í 1976 er Jessi við í bólkinum “The Outlaws”
saman við Waylon, Willie og Tompall. Tey góvu út kendu plátuna “Wanted”. Nú
gongur framá hjá Jessi, og tað gongur eisini væl hjá Waylon við hansara
tónleikayrki. Jessi sigur, at plátan, “Wanted”, var Waylonsa hjartabarn og
eisini hansara hugskot.
Bólkurin kallaðist “The Outlaws”, tí tey bróta
allar skrivaðar reglur í Nashville. Fyri tað fyrsta var tað óhoyrt at hava 4
sangarar á einari LP-plátu, sum høvdu sáttmálar við hvør sítt plátufelag. Fyri
tað annað stjólu tey upptøkur frá hesum
plátufeløgum, og nýttu tær á hesi plátuni. Fyri tað triðja var tað óhoyrt tá,
at hava bæði studio- og live-upptøkur á somu LP, og man Jessi, við sínum
“Outlaw”image, eiga ein part av hugskotinum til navnið.
Andalig
LP
Í 1977 gevur Jessi út eina LP, sum fær navnið,
“Mirriam”. Á plátuni eru andaligir sangir, og er hon ogna mammu hennara, Helen D. Johnson, ella “systir Helen”, sum
hon eisini varð nevnd, vegna sítt andaliga virki. Jessi hevur sjálv gjørt allar
sangirnar og sangurin “For Mama”, er ein av bestu mammu-sangum, eg havi hoyrt.
Frálíka klaverspælið, frálíka sangrøddin hjá Jessi og orðini, gera sang til
nakað serligt. Á húsanum stendur: Mamma føddi meg, sum Mirriam, eg eiti bara Jessi, tá eg syngi.
Fingu sonin “Shooter”
Í 1978 hava Jessi og Waylon verið gift í 9 ár,
men enn eiga tey onki barn saman. Kanska Waylon fekk ein hvøkk, tá tað var
óvanliga tætt millum tey bæði fyrstu børnini hjá honum. 202 dagar, um
søgubøkurnar eru eftirfarandi. Í august blívur Jessi upp á vegin, og 19. mai
1979 føðir hon eitt dreingjabarn. Hann fær hann navnið Waylon Albright
Jennings.
Kelinavnið “Shooter” gav Waylon honum, tí
hvørja ferð hann skuldi spæla við unga Waylon Junior, sum lá nakin á borðinum,
so rendi “Junior”eina vatnstrálu upp á skjúrtuna hjá Waylon Senior. Av hesum
gav Waylon honum navnið, “Skotmaðurin”, og navnið fylgir honum enn í dag.
Jessi má vera heima
Tað gekk so væl við tónaleiklívinum hjá Jessi,
men nú tey hava fingið sonin, má hon vera heima og ansa Waylon Junior, meðan
Senior ferðast og hevur konsertir. Kurl kemur aftur á tráin, og hon ætlar aftur
at rýma frá Waylon. Hann fær tó blíðka hana og sigur, at tey saman skulu gera
eina LP.
Leather and Lace.
Waylon og Jessi gera so plátuna “Leather and
Lace”. Waylon og Richie Albright stóðu fyri upptøkuni , og er hon tikin upp í
Arizona. Møguliga tí at so kundi omman ansa eftir “Shooter”, meðan tey arbeiða
við LP´ini, og á húsanum er ein heilsa til 2 ára gamla sonin, har stendur:
“Special thanks to Shooter for being there”. Pláta kom út í 1981.
Endamálið við plátuni var, at Jessi og Waylon
skuldu finna hvønn annan aftur. Tí er eisini nakað serligt við myndunum á
húsanum. Á forsíðuni er tað Waylon, sum
situr frammanfyri á einum stóli við hattinum á knænum, og um hálsin hevur hann
eina ketu við Navaho “turkis” perlum. Hann hevur vinstru hond uppi. Jessi
stendur aftanfyri og heldur í hondina á Waylon.
Á baksíðuni er tað Jessi, sum situr frammanfyri
á einum stóli við eini hvítari rósu í hondini og hyggur út gjøgnum gluggan.
Waylon er nú farin afturum, liggur við hondini upp undir kinnm, armin niður á
trappustólpan og hyggur niður á Jessi. Møguliga hugsar hann: “Er hetta ikki ein
flott kvinna eg havi fingið”.
Storm never Last
Jessi hevur skrivað 5 av teimum 10 sangunum á
plátuni, og her er tað fyrstu ferð vit hoyra, Jessi og Waylon saman syngja
sangin, “Storm Never Last”. Sangin hevur Jessi skrivað um baldruta hjúnarlagið
við Waylon, men eg haldi, at Waylon hevur havt ein fingur við í síðsta
ørindinum, har hann spyr Jessi, ”um stormarnir nakrantíð færa at blíðka.”
At tað hevur nógv at siga, at ein góður sangur hevur
eina stjørnu, at bera hann fram, so hann verður kendur, er “Storm Never Last”
eitt gott dømi um. Jessi syngur hann fyrstu ferð á LP´ini “I´m Jessi
Colter” í 1975, men hann slær ikki
ígjøgnum, tí hon er ókend um okkara leiðir.
Tað er ikki fyrr enn
Waylon syngur hann á LP´ini “Music Man” í 1980, at“Storm Never Last” verður
kendur her hjá okkum.
Av aðrari gongustjørnu
Jessi var einaferð
spurd, hvussu tað var at liva saman við Waylon. Hon segði sum var, at hon
skilti tað ikki sjálv, hann kom av eini heilt aðrari gongustjørnu, tí tey vóru
so ymisk, bæði av lyndi og í verumáta. Men tað er kanska tað, sum skal til,
fyri at eitt hjúnarlag skal vera gott, at tað eru nakrir stormar við hvørt.
Ein
Texas Kúgvakoss.
Í 1983 eru tey á
konsertferð í Evropu. Tey byrja í London. Áðrenn tey fara á pallin sigur Waylon
við Jessi: ”Tá vit syngja, Storm Never Last, so gevi eg tær ein “Texas
Cowkiss”. Jessi visti ikki, hvat hann meinti við. Hon helt tað vera ein
vanligan muss.
Undir framførsluni
av “Storm Never Last” tekur Waylon í øksluna á Jessi, koyrir tunguna út, og
stríkur hana upp eftir kjálkanum á Jessi.. Hetta kom so óvart á hana, at hon
hevur fremstafingur á lofti, sum um hon sigue, “Hatta gerst tú ikki aftur”.
Sær sjálvum líkur,
ger Waylon tað sama við Jessi, tá sangurin er liðugur, og ger Jessi tá eitt
“eydnuskríggj”. Løtan kann upplivast á alnótini, har Waylon eisini ger sín
klassikara, við at koyra høgra fremstafingur inn í munnin, gera hann vátan, og
so strúka hann eftir kjálkanum á Jessi, sum um hann vildi fáa sær ein smak av
henni.
Jessi røktar sín sjúka mann.
At heilsan hjá
Waylon var farin at bila, sást á hesi konsertferð. Nøkur ár eftir hetta fær
hann skurðviðgerð fyri hjarta. Jessi er um hann seinastu árini, hjúklar um hann
og gevur honum heilsugóðan mat, nú hann eisini hevði fingið sukursjúkuna.
Tann 13 februar 2002
sótu tey bæði, Jessi og Waylon, í køkinum yviri í Chandler í Arizona, og fingu
sær ein bita. Waylon fer so inn í kamari at leggja seg eina løtu; hann sovnar,
men vaknar ongantíð aftur.
Nú situr so Jessi
yviri í Chandler og hugleiðir um sítt litfagra lív saman við Waylon. Tey fingu
32 ár saman sum hjún. Hon megnaði tað, sum ongin annar megnaði, at fáa grímuna
á mannin, sum var nevndur “Hestur” (Waylon Jennings). Hon vitjar regluliga, við
níggjum blómutyssi, á grøvini hjá honum í Mesa.
Aftur at syngja
Out of
the Ashes
Jessi fer aftur at
spæla og syngja, og í 2006 gevur hon út eina cd, sum hon kallar, “Out of the
Ashes” (Út úr Øskuni). Har syngur hon um
Waylon o.a. Hon leitar aftur til sína “outlaw” ímynd, sum Jessi Colter, og
hon er í fullum cowboy-búna á húsanum. Jessi hevur eina frálíka rødd, dugir
sera væl at spæla á klaver og eisini at skriva sangir. Og so tað, ið eisini
hevur stóran týdning.”hon sær gott út”, sjálvt um hon nú er blivin omma og
verður 70 ár tann 25 Maj 2013.
Í 90 ára
føðingardag hjá Little Jimmy Dickens
.jpg)
Tann 19 januar í
2011 var Jessi í 90 ára føðingardag hjá Jimmy Dickens í Nashville, og
heilsaði hon har uppá vinir og kenningar.