lørdag den 5. februar 2011

Waylon Jennings: Lív og lagna - 2. partur Oddbjørn Vàgslíð skrivar.

Waylon Jennings

Waylon Jennings flytur til Phoenix í Arizona

Umhvørvið í Lubbock og deyðin hjá Buddy Holly gera tað, at Waylon leitar sær burtur frá Lubbock til Phoenix í Arizona í 1961.
Her byrjar hann at spæla á einum nýggjum dansi náttklubba, ið kallaðist ”DJ”. Waylon hevði nú sín egna tónleikabólk ”The Waylors” Hann heldur til í Phoenix í fýra ár.


                                    Upptøkur í A&M Records

Herb Albert, sum hevði plátufelagið A&M Records í Los Angeles, fekk eyga á Waylon og bjóðaði honum at spæla inn plátur. Tann fyrsta singulin, sum Waylon spældi inn hjá Herb Albert, var ”Rave On”( ein Buddy Holly sangur), og ”Love Denied”(kærleikin avvístur). Hann innspældi fýra singulplátur hjá A & M Records.


Patsy Montana


Á ferð við Patsy Montana

Umframt at spæla á ”DJ”, náttdansiklubbanum, ferðast Waylon við kontrysongkvinnuni Patsy Montana. Hon var tann fyrsta einstaka kontrysongkvinnan, sum seldi meira enn 1 millión plátur. Heta var í 1935. Tá Waylon og Patsy Montana arbeiddu saman var hon 52 ár og Waylon 27 ár. Í 1964 innspældi Patsy eina LP-plátu í Arizona, og har leikti ein ókendur Waylon Jennings á høvuðsguitar.


                                          Fyrsta LP-pláta Waylons

Waylon fer nú undir at innspæla sína fyrstu LP-plátu. Tað er á BAT label, og var hon nevnd ”DJ”. 500 eintøk vóru gjørd. Tey vóru seld í dansi-náttklubbanu, har Waylon upptrakkaði. LP´in varð skjótt útseld, so 500 eintøk vóru gjørd afturat á Sound Label.


                          Úr Phoenix Arizona til Nashville Tenneessee

Ein dagin komu Bobby Bare og guitarspælari hansara Duane Eddy til Phoenix. Teir fáa eyga á evnaríka unglingin Waylon.
Bobby Bare hevði gott samband við Chet Atkins, sum var produsari hjá RCA Viktor, plátufelagnum.
Afturkomin til Nashville greiðir Bobby Bare, Chet Atkins frá um Waylon Jennings og hevur upptøkur við av Waylon, sum hann spælir fyri Chet.
Waylon ger kontrakt við Chet Atkins og flytur til Nashville í 1965.


                            
                                         Waylon Jennings og Jessi Colter
     

                                             Tók konuna frá Duan Eddy

Duane Eddy mundi angra, at hann og Bobby Bare høvdu boða Chet Atkins frá Waylon, tí bert 4 ár eftir fer Waylon avstað við konuni hjá honum. Waylon Jennings og Jessie Colter, fyrrverðandi kona Duan Eddy, giftust í 1969.


                                   Waylon og Johnny Cash vinmenn

Tá ið Waylon í 1965 flytur til Nashville, húsaðist hann ymsastaðni. Eina tíð búði hann hjá Johnny Cash, sum hevði eina stóra eittverilsisíbúð í Madison kvarterinum. Rúmið virkaði bæði sum stova, sovikamar og køkur. Í rúminum vóru tvær ”king size” dupultsengur
Vinalagið millum Johnny og Waylon helt alt teirra lív, og seinni upptraðkaðu teir saman í bólkinum”The Highwayman”.


                                                 
Waylon Jennings og Johnny Cash



                                                 Tveir ribbaldar

Waylon og Johnny vóru tveir ribbaldar. Teir drukku illa og nýttu onnur rúsevnir, so sum amfetamin, sum teir royndu at krógva fyri hvørjum øðrum.
Í einari sjónvarpssending hugleiða teir báðir um hesa tíðina. Waylon sigur frá, tá ið Johnny Cash í svørtum klædningi og vesti skuldi baka bollar, og mjøl var um allan klædningin, vest og anlit. Teir hava neyvan verið ”appilsinfríir”. Johnny sigur so við Waylon :” Tú vart so dovin, tú gjørdi onki”. ”Jú”, svarar Waylon; ”eg ringdi eftir June Carter, og bað hana koma at rudda upp eftir okkum”.
Upptakið man ikki altíð hava verið so tespuligt eftir hesum báðum ribbaldunum.
Í 1966 er Waylon við í einum filmi,”The Nashville Rebel”. At hann er sjálvskrivaður til henda leiklut, er ein onnur søga.


                                                 Giftur fýra ferðir

Waylon var giftur fýra ferðir. Hann giftist við Maxim Vance Lawrence í 1956. Tey áttu trý børn, sonin Terry Vance Jennings, føddur 21-1-1957, dóttrina Julie Rea Jennings, fødd 12-8-1957, her er óvanliga tætt ímillum børnini, og triðja barnið sonurin Buddy Dean Jennings, føddur 21-3-1961, uppkallaður eftir Buddy Holly og filmsleikarinum, James Dean.

Í 1962 giftist Waylon við Lynn Jones. Tey vóru sundurlisin í 1967. Møguliga átti hon ella tey bæði saman eina dóttir, sum kallaðist Deanna.
Triða hjúnarbandið er við Barbara Rood. Tey verða sundurlisin longu í 1968, so tað hevur verið eitt stutt hjúnarlag.

 
 
                        
                                        Jessi Colter og Waylon Jenninga
 
 
                                            Fjórða og seinasta giftan.

Í 1969 Waylon giftis við Jessie Colter. Tey fingu ein son, sum fekk navnið Waylon Albright Jennings, vanliga nevndur ”Shooteer”, føddur 19-5-1979. Waylon fylgir her familjusiðvenjuni við at nýta forbókstavirnar ”W.A”, sum tá páin gav honum navn.
Tað er lítið vit vita um tey fyrru hjúnarløgini hjá Waylon. Hann hevði kvinnutekki, og gjørdi stórliga brúk av hesum.
Tað er ikki fyrr enn hann kemur saman við Jessie Colter, og hon setur mark fyri, hvat hon finnur seg í, at hann gevst við rúsevnisnýtsluni, sum var komin upp á 1.500 US dollarar um dagin.
Waylon hevði ein serliga tokka til kvinnur við svørtum hári, og hann hevur ein serliga máta at vísa, at hann heldur av teimun. Hann tekur høgra fremstafingur, og strýkur hann eftir kjálkanum á kvinnuni og koyrir hann í munnin, sum um hann vil smakka tær.


Cet Atkins


Farvæl Chet Atkins og RCA

Í Nashville arbeiðir Waylon undir Chet Atkins, sum er produsari hjá RCA. Samstarvið við Chet Atkins gekk ikki so væl, og endin verður, at teir skiljast. Waylon, sum hevur brúk fyri pengum, fer til RCA og biðjur um eitt forskot.
Teir seta sum treyt, at hann skal gera ein 5 ára sáttmála, har teir avgera, hvat hann skal útgeva. Hetta hevur Waylon ongan hug til, so hann segði sáttmálan upp, sum hann tá hevði við RCA.


                                                         Í óføri

Waylon fer nú heilt í hundarnar. Hann drekkur illa og skal skaffa 1.500 US dollarar(10.000 kr) um dagin til rúsevnisnýtslu. Hann varð tikin fyri at hava rúsevni og fekk eina stóra bót. Hann flýggjaði til New Mexsiko, har hann helt til saman við Navaho indiánunum. Hann verður sjúkur av livrabruna og er meira deyður enn livandi, tá ið hann kemur heim aftur til Jessie. Hon setur sum treyt, at um tey skulu halda fram saman, skal hann til avvenjingar fyri rúsevnismisnýtsluna. Waylon verður innlagdur á sjúkrahús.



Richie Albright


Hjálp frá gomlum vini

Meðan Waylon var sjúkur og innlagdur fyri livrabruna, vildi onki av plátufeløgunum vita av honum. Hann fekk tá vitjan av gamla trummuspælara sínum Richie Albright. Teir høvdu spælt saman síðani 1965. Richie Albright eggjaði honum til at halda fram við tónleikinum. ”Royn einaferð afturat”, segði hann við Waylon, og
Richie produseraði tær flestu av LP-plátunum, sum Waylon innspældi fyrstu tíðina, eftir at hann var komin á føtur aftur.


                                             Waylon Jennings sound

Richie Albright við sínum trummuspæli, og Waylon við sínum frálíka guitarspæli, hava skapt tað eyðkenda ”Waylon Jennings sound”. Sonur Waylon´s ”Shooter” fekk millumnavnið Albright, sum tøkk til Richie Albright fyri at stuðla Waylon, tá ið myrkast sá út.


                                    
                                                        Waylon Jennings


                                                           Nýggjan stíl

Um hesa tíðina skifti Waylon stíl. Hann hevði higartil verið tann peni maðurin uttan skegg og við brylkremi í hárinum. Tá hann nú kemur fram aftur, er tað ein maður við skeggi og langum hári. Hesa tíðina arbeiddi hann nógv saman við Shel Silverstein, sum gjørdi tónleik til filmin ”Ned Kelly”, sum var ein australskur uppreistrarmaður. Mick Jagger spældi Ned Kelly,
Shel Silverstein gjørdi tónleikin og Waylon Jennings sang sangirnar.


                            Fyrsti ”Outlaws” í Nashville, Tompall Glasier

Waylon kemur eisini saman við Tompall Glasier, sum má metast at vera tann fyrsti ”Outlaws” í Nashville.
Ein dagin kom Tompall Glasier á tal við ein tónleikara (hetta kundi væl verið Waylon), og hesin segði honum, at hann hevði verið og biðið plátufelag sítt um forskot, fyri at kunna keypa sær einar styvlar. Tá kom ilt í Tompall Glasier, og hann fór undir at gera sær síni egnu upptøkuhøli, har tónleikarar kundu gera royndir og eksperipentera við sínum egna tónleiki.





Honky Tonk Heroes

LP-plátan ”Honky Tonk Heroes” kom á marknaðin í 1973, og tað er ein nýggjur Waylon Jennings, ið trýnur fram. Tann peni maðurin er farin. Nú er tað ein maður, fyri tað mesta í svørtum klæðum, og við longum hárið og skeggið, ið verður ímyndin av Waylon. Billy Joe Shaver hjálpti Waylon, við gera sangir o.a. til Honky Tonks Heroes, og sum roknað var við, so tók Nashville ikki væl ímóti LP-ini. Hon hóskaði ikki væl til tað bleyta ”Nashville Sound´ið” hjá Chet Atkins.


Næstu ferð: 3.partur


                                                                                 











lørdag den 29. januar 2011

Waylon Jennings: Lív og lagna

             
                                  Waylon Jennings

                             
                                  
                               
                                                          
                                                             
                           


                            Oddbjørn Vágslíð skrivar um Waylon Jennings
                        
                            Elektro-installatørur Oddbjørn Vágslíð úr Klaksvík
                            hevur stóran áhuga fyri kontrytónleiki. Hann hevur
                            frá ungum árum av fylgt við sínum stjørnum og teirra
                            tónleikaútgávum.
                            Oddbjørn hevur ikki bert áhuga fyri sjálvum sangunum,
                            men eisini søgunum og fólkunum aftanfyri hvønn sang.
                            Hvør er maðurin ella kvinnan aftanfyri sangin, hvørji
                            vóru tey, og hvussu var teirra lív?
                            Oddbjørn hevur skrivað eina grein, har hann greiðir frá
                            lívinum og sangkarrieruni hjá Waylon Jennings.

                            Tá eg haldi, at greinin er sera áhugaverd, havi eg biðji
                            um loyvi til, at leggja hana út á bloggin hjá mær. Svarið
                            var ja. Takk fyri tað, Oddbjørn. Frágreiðingin kemur í
                            trimum pørtum, tíggjar leygardagar á rað.


                                               
                                 

                                   Søgubrot úr hansara lívi, og tónleikakarrieru.

                            Waylon var føddur í býnum Littlefield í Texas, tann 15.
                            juni 1937. Foreldrini vóru Lornene Beatrice og William
                            Albert Jennings. Sum so ofta vóru foreldrini ikki á einum
                            máli, tá ið hann skuldi navngevast.
             
                            Mamman vildi hava hann at eita ”Tommy Jennings”, meðan
                            pápin helt uppá, at tey skuldu halda seg til familjutradi-
                            tiónina har bókstavirnir W.A. vóru nýttir í navninum hjá tí
                            fyrstafødda, og fekk drongurin tí kristna navnið ”Wayland
                            Arnold Jennings”. Seinni fær hann sær kunstnaranavnið
                             ”Waylon”.

                            Wayland merkir á lokalmálinum har á leið: land, sum
                            liggur upp at høvuðsvegnum (highway), og tað er júst tað,
                            sum býurin Littlefield ger. Hann liggur við høvuðsvegin
                            millum Lubbock í Texas og Clovis í New Mexiko. Seinni
                            fekk Waylon ein beiggja, sum varð nevndur Tommy Jennings.

                                                                      
                                                                      
                                                         Tónleikaáhugaður

                            Waylon veksur upp í Littlefield. Pápi hansara William
                            Albert spældi í einum bólki, sum spældi til dans í lokala
                            umhvørvinum har. Tað vísti seg, at ungi Waylon hevði ein
                            serligan tokka til tónleikin, og pápin lærdi hann tey fyrstu
                            grebini á guitara, tá hann var 8 ára gamal.
                            Hann fekk eina guitar frá foreldrunum, og bert 12 ára gamal
                            verður hann plátuvendari (DJ) á einari útvarpsstøð í
                            Littlefield.
                                                                          
                                                                                                          Waylon Jennings               
                                                         

                                                        Tey flyta til stórbýin
                            Tá Waylon er um 14 ára aldur, flyta foreldrini til Lubbock
                            í Texas, sum var næsti stórbýur. Har byrjar Waylon sum
                            plátuvendari á einari útvarpsstøð, sum nevndis KILL. Hann
                            kemur eisini til eina aðra útvarpsstøð, sum kallast KDVA.


                                                        Waylon hittir Buddy Holly
                            Hagar kemur eisini ein annar unglingi, Buddy Holly, at
                            spæla tónleik. Waylon og Buddy Holly fara at spæla saman
                            á einum afturvendandi tónleiktiltakið á KDVA, sum kallaðist
                            ”Sunday Dance Party”.


                                                


                                                          Fyrsta plátuútgávan

                            Waylon og Buddy gerast vinmenn, og Buddy Holly stílar
                            fyri fyrstu plátuupptøkuni hjá Waylon í 1958. Tað var ein
                            singulpláta, har Waylon syngur sangin ”Jole Blond”, og hon
                            var útgivin á plátufelagnum Brunswek. Buddy hevði fingið
                            ein saksofonspælara, at spæla til upptøkuna. Hetta var sera
                            óvanligt inna kontrytónleik.

                                              
                                    
                                                        Samstarvið heldur fram
                            Vinarlagið millum Waylon og Buddy Holly heldur fram.
                            Einaferð Buddy Holly manglar ein bass- spælara, og
                            samanhaldið í hansara bólki, The Chricket, er um at detta
                            sundur, heitir hann á Waylon um at spæla bass í bólkinum.
                            Waylon tók av, men helt tað var ein løgin guitar at spæla
                            uppá, sum bert hevði 4 streingir.
                      
                            Waylon spælir síðani fast saman við Buddy Holly.
                            Eisini eftir at hann var giftur og fluttur til New York at
                            búgva. Í felag gjørdu teir sangin ”You are The One”, sum
                            Buddy spældi inn á plátu.

                                      

                                                         Lagnudagurin

                            Lagnudagin tann 3. februar 1959, er Waylon við sum
                            bassguitarspælari í bólkinum hjá Buddy Holly. Teir vóru
                            á turné í Norður USA á hávetri. Bussurin teir koyrdu í,
                            var í ringum stand
                            Á veg til Clear Lake í South Dakota, gongur varmaapparatið
                            í bussinum fyri, og tað vóru 40 kuldastig.

                            Trummuspælarin Carl Burch fekk frostbit í beini og mátti á
                            sjúkrahús. Hinir í bólkinum Buddy Holly, Waylon Jennings
                            og Tommy Allsup, saman við J.P. Richardson(Big Bobber)
                            og Ritchie Vaslens, fóru direkta á pallin uttan at vaska
                            sær ella skifta klæðir, tí teir vóru ov seinir til konsertinea.

                            Teir skuldu upp til býin Moorhead í North Dakota at hava
                            konsert dagin eftir, so bussurin var sendur til umvælingar,
                            meðan teir vóru á palli.



                                                Buddy Holly leigar eitt flogfar
                            Í einum steðgi, teir høvdu, hevði Buddy Holly orða við
                            leiðaran fyri dansihøli, um hann kundu skaffa eitt leigu-
                            flogfar til 3 persónar. Hann fær at vita, at hetta kann lata
                            seg gera, og at kostnaðurin verður um 100,0 US dollarar.
                            Buddy Holly tekur av og biðjur flogfarið standa klárt, tá ið
                            konsertin er liðug út ímóti miðnátt.

                            Ætlanin var, at Buddy Holly, Waylon Jennings og Tommy
                            Allsup skuldu fara við flogfarinum. Hesir vóru teir, ið vóru
                            eftir av bólkinum hjá Buddy Holly, nú trummusláarin Carl
                            Burch lá á sjúkrahúsi. J.P. Richardson og Ritchie Valens
                            vóru við sum gestasangarar.

                                                                       
                               
                                                               Waylon Jennings


                                                              Waylon verður eftir

                            Áftaná konsertina kemur J.P. Richardson til Waylon og
                            spyr, um teir kunnu býta um, tí hann hevur fingið krím av
                            tí nógva kuldanum í bussinum. Hesum játtar Waylon uttan
                            at hugsa meira um tað.
                            Àðrenn teir skiltust, sótu Buddy Holly og Waylon Jennings
                            í einum rúmi og fingu sær ”Ein Hotdogs”. Í spølni segði
                            Buddy við Waylon:” Eg hopi at varma-apparatið í bussinum
                            gongur fyri aftur”, og Waylon svaraði:” Eg hopi, at flogfarið,
                            tú skalt við, dettur niður”.
                            Hetta var sagt í spølni, men skuldi gerast verðunleiki bert
                            ein tíma aftaná.


                                     Richie Valens skiftir um við Tommy Allsup
                            Teir gera nú klárt at fara avstað, Buddy Holly, J.P.
                            Richardson og Tommy Allsup. Komnir út til bilin, biðjur
                            Buddy, Tommy Allsup fara inn aftur at kanna, um alt var
                            komið við.
                            Komin inn møtir hann Ritchie Valens, sum spyr um teir
                            kunnu býta um. ”Vit kunnu kasta lut um tað”, sigur Tommy,
                            og tekur eina 50 cent mynt úr lummanum, biðjur Ritchie
                            velja, kastar so upp. Ritchie vinnur lutakasti og skal við
                            flogfarinum. Lítið visti hann, at bert ein tíma aftaná, var
                            hansara unga lív at enda. Hann gjørdist 17 ára gamal.


                                                    
                                                     Fýra ID-kort og trý lík

                            Tommy Allsup fer nú út aftur í bilin eftir sínum kufferti.
                            Hann biðjur Buddy Holly avheinta eitt bræv fyri seg. Tað
                            er eitt innskrivað bræv, sum mamma Tommy hevur sent
                            honum til býin Fargo í North Dakota, tann býin teir skulu
                            flúgva til.
                            Buddy biðjur Tommy geva sær hansara ID-kort við, tí hann
                            skuldi brúka tað fyri at fáa hendur á brævinum.
                            Hetta hevði eitt sindur av ruðuleika við sær eftir vanlukkuna.
                            Tá vóru, umframt flogskpararan, funnin trý lík men fýra ID-kort.

                            Kl 00.40 um náttina tann 3. februar 1959 lætti flogfarið,
                            og bert 4 minuttir aftaná datt tað niður í óbygdum lendi
                            uttanfyri Clear Leak í South Dakota.

                            Buddy Holly, Ritchie Valens, J.P. Richardson, og flog-
                            skiparin lótu allir lív.

                                      
                                                                            
                           Buddy Holly,  J.P. Richards (The Big Bobber) og Ritchie Valens


                                                            Vistu av ongum
                           Waylon og Tommy Allsup vistu av ongum. Teir vóru farnir
                           við bussinum til Moorhead. Komnir inn á hotellið sigur
                           Tommy, at teir skulu hava verilsi við síðuna av Boddy Holly.
                           Hotelverturin hugdi upp á teir og spurdi, um teir ikki høvdu
                           frætt, at flogfarið við Boddy Holly var dottið niður, og at
                           hann var deyður.



                                                   Merkti Waylon fyri lívið
                            Waylon og Tommy Allsup fóru á pallin um kvøldið, trýstir
                            av konsertfyriskiparanum. Men tað gekk ikki.

                            Teir kláraðu ikki at spæla, máttu gevast og fóru heim aftur
                            til Texas.
                            Waylon byrjaði aftur í sínum gamla yrki sum DJ í Lubbock.
                            Hann gerst nú meira óstýriligur. Hetta, sum hann hevði sagt
                            við sín besta vin Buddy Holly, at hann ynskti, at flogfarið
                            datt niður, kom at naga hann tað mesta av lívinum.

     Oddbjørn greiðir víðari frá lívinum hjá Waylon Jennings her á blogginum
     næsta leygardag.



                                                                         








Posted by Picasa

mandag den 10. januar 2011

Hvítabókin, kreppan í Íslandi.

                   
                      

”Hvidbogen, krisen på Island”, eftir Einar Már Guðmundsson er besta bók,
eg havi lisið, síðani eg las Vredens Druer eftir John Steinbeck.
Innihaldið í bókini er álvarsligt, áhugavert og so viðkomandi fyri okkum øll
í kreppurakta Vesturheiminum, at ikki er nokk bara at lesa hana og so
seta hana á hillina. Tí fari eg at gera nakrar hugleiðingar um brot úr bókini.

Bókin viðger nógv týðandi evni, ið hava við kreppuna at gera. Tí fari eg
at skriva mínar hugleiðingar í fleiri pørtum.

1. partur: Nýliberalisman



                                               Nýliberalisma
Einar Már greiðir í bókini frá, hvussu umboð fyri ”nýliberalismuna ” hava
koyrt Ísland og stóran part av kapitalistiskt stýrda heiminum í kreppu. Tað
byrjaði við politikkinum hjá Ronald Reagan í USA og síðani Margareth
Tacher í Onglandi.

Nýliberalisman líkist gomlu liberalismuni við tað, at staturin skal leggja seg
minst møguligt út í samfelagsviðurskiftini.



                                                Einskiljing
Tað nýggja er, at har lond høvdu bygt upp góðar almennar skipanir so
sum heilsuverk, skúlaskipan, postverk, samferðslu, telesamskifti, o.a., so
skuldu stórir partar av hesum økjum knappliga privatiserast, einskiljast.

Grundgevingin er tann, at hesar uppgávur verða betri røktar av privatum
fyritøkum.
Í nógvum førum fylgdi peningur við, soleiðis at fyritøkur fáa pening frá
landinum fyri at gera arbeiðið. Sparingar vóru eisini gjørdar innan sosial økir.
Fylgjurnar av hesum eru t.d. at sálarsjúk fólk vóru rikin út á gøturnar, og
privatiseringin av t.d. elveitingini hevði við sær, at stórir býir mistu
streymveitingina.



                                               Alment ella privat
Endamálið við almennum fyritøkum er ikki, at tær skulu geva yvirskot,
men tær eru ofta lívsneyðugar tænastur til borgararnar, ið heilt ella
partvíst verða goldnar yvir skattin.
Privatar fyritøkur hava sum kunnugt eitt endamál, at vinna pening til
partaeigararnar. Um ongin vinningur er, so fer fyritøkan á húsagang, og so
steðgar tænastan. Dømi eru um vatnveitingiar á privatum hondum, har
skrúva verður fyri, tá fólk ikki hava ráð at gjalda.



                                               Skattalætti
Aðalmálið hjá nýliberalismuni er at minka útreiðslurnar hjá landinum, og
skattalætti er eitt av loysunnarorðunum. Tær tænastur, vit fingu frá tí
almenna, skulu vit nú gjalda fyri av lønarinntøkuni. Brúkaragjøld verða
løgd á, og hetta rakar sera ójavnt. Tey, ið hava tær himmalhøgu
inntøkurnar, merkja ikki hetta nakað stórvegis, men verri er við restini av
fólkinum.



                                               Fíggjarfúrstarnir
Ein nýggjur vinnuvegur, ið gevur risastóra inntøku í nýliberalistiska
umhvørvinum, eru nevndar- og stjórastørv í almennum eins og í privatum
fyritøkum. Stjórarnir fáa eina mánaðarløn, ið svarar til eina ársløn ella
meira hjá einum arbeiðsfólki og fáa útgoldið bonus í milliónaupphædd.
Tá fyritøkan fer á húsagang, missa partaeigararnir peningin, sum teir áttu í
fyritøkuni. Tey, sum arbeiddu hjá fyritøkuni, verða arbeiðsleys, meðan
hesir stjórar næstan altíð fáa løn í trý ár, sjálvt um teir sjálvir eru orsøkin
til húsagangin.

Einar Már kallar hetta fólkaslagið fyri ”fíggjarfúrstar”. Tað eru oftast ungir
menn, ið koma út av hægri handilsskúlum. Teir eru væl lærdir, og sambært
Einar Már hava teir 12 í støddfrøði men 0 í etikki(morali).



                                  Sosialistisku hugtøkini út í kuldan
Tá kalda kríggið endaði, og Berlinmúrurin fall, varð fallið av
kommunismuni brúkt av nýliberalistunum, til at steðga øllum tosið um
sosialar trygdarveitingar, fakfelagsáhugamál o.a.
Fjøllmiðlar fóru at tosa út frá nýliberalistiska sjónarhorninum, og tey, ið
vágaðu sær at hava aðra meining, vóru søgd at umboða sovjetkommunismuna.
Enntá ein góður vinstravongspolitikkari, sum Steingrímur J. Sigfússon, hevði
ilt við at svara ja, tá hann var spurdur, um hann var sosialistur.

Liberalisman vann ikki bara á kalda krígnum, hon vann eisini stríðið um málið.


Næstu ferð : Íslendsku fíggjarfúrstarnir



























søndag den 19. december 2010

Johild Jacobsen Haldórsvík 80 ár.

                                
           
Johild saman við børnum sínum á 80 ára føðingardegnum í Avhaldshúsinum í Vík.
                                                                   
                                                                   
Tá vermóðir mín fylti 80 ár tann 26. november, skrivaði eg hesi orð til hennara.

Fyri finn árum síðani vóru vit her í Avhaldshúsinum og hildu Johildsa 75 ára
føðingardag. Nú eru vit aftur her, og vit eru komin ikki minni enn 7 fólk upp úr
Danmark til henda dagin,.

Tað er tí, at vit eru so glað fyri at vit eiga eina so góða, klóka og pena mammu,
vermóðir og ommu, sum vit fegin vilja verða saman við, nú hon heldur sín 80 ára
føðingardag.

Tað er ein gáva, at eiga eina ommu, sum hevur liva so leingi, og framvegis er so
klár í høvdinum og minnist so væl, sum Johild. Seinastu tíðina eru eyguni farin
at bila, men Johild gevur ikki upp, setur seg ikki niður og tekur synd í sær sjálvari.

Nei, Hon kempar og sigur, eg klári meg. Hon ger reint, ger mat og hevur bakað
breyð, køkur og kókað kleynur til henda føðingardagin.

Við bindingini er tað mest eru hosir fyri tíðina. Tað verða kanska ikki so nógvar
troyggjur við fínum mynstrum longur, men vit eiga framvegis nógv fín pløgg frá
tær, og vit ansa væl eftir teimum.

Tey, sum eru eitt sindur slitin, kunnu altíð brúkast sum mynstur at binda eftir. Tað
eru kki bara vanligar hosur og skóleistar, men hava Johildsa serligu snið og mynstur.

Hevði Johild verið ung í dag, so hevði hon verið sniðgevi hjá Guðrun og Guðrun,
ella havt sína egnu bindingarfyritøku,

Eg kann ugga teg við, at Ragnar eigur minst fimm penar, góðar troyggjur, sum tú
hevur bundið, so hann hevur onga neyð tey næstu 10-20 árini.

Eg skal bera eina heilsu frá Eiriki, Magnhild og Helenu og ynskja ommu tillukku og
ein góðan føðingardag.

Góða Johild! Hjartaliga tillukku við teimum 80 árunum, og eg ynski okkum
øllum eitt hugnaligt kvøld saman við tær.



                  
Mathea og sonurin Heiðrikur høvdu yrkt hendan sangin, sum ommubørnini sungu
fyri Víkommu.

                                  Til Víkommu á 80 ára føðingardegnum
                                            Lag: Hon er omma mín 

                              Vit eiga eina ommu, sum fyllir 80 í dag,
                              er okkar góða omma, altíð blíð og glað.
                              Hon bindur og hon stoppar,vit ganga ikki køld.
                              Vit fegin vilja heiðra okkar ommu her í kvøld.
                                                 Góða omma mín
                                                 Góða omma mín

                               Vit abba ikki kendu, men hava hoyrt um hann,
                               at Víkomma í honum, fekk ein góðan mann.
                               Og vita skulu tit, sum saman eru her:
                               Í dag tað teirra diamant - brúdleypsdagur er.
                                                 Góða omma mín
                                                 Góða omma mín

                                Og koma vit at vitja, ja so er onki roks,
                                hon pannukøkur bakar av fyrsta flokks.
                                Og um vit koma fleiri, so gongur tað tó nokk,
                                í Víkommu vit hava ein so sera góðan kokk.
                                                  Góða omma mín
                                                  Góða omma mín

                                  Omma er so virkin, hon kemur ofta út,
                                  á Mørkina til fimleik, hon bóltar næstan rút.
                                  Í Blákollu við stokkum, tað besta ið hon veit,
                                  tað er at sita og binda, ja tá vera vit øll heit.
                                                  Góða omma mín       
                                                  Góða omma mín

                                   Um Vík omma er eldri, so er hon tó so fræg,
                                   hvønn sunnudag í kirkju, hon fer avstað.
                                   So leingi sum eg orki, so vil eg sleppa har.
                                   Jú kirkjan stendur Víkommusa hjartað sera nær.
                                                  Góða omma mín
                                                  Góða omma mín

                                   Og fólk í øðrum londum, tey standa ommu nær,
                                   hon pakkar klæðir, teppi og annað, sum hon fær.
                                   So kemur grøni bussur og tá fer alt avstað,
                                   um omma tá er móð, so er hon tó, so sera glað.
                                                    Góða omma mín
                                                    Góða omma mín

                                   Omma hevur vinir, sum hyggja ommu til,
                                   hon hevur ikki koyrikort og ongan bil.
                                   Og tá hon skal til handils, á posthús, bankan í,
                                   tá eru tit so fitt og bjóða Víkommu uppí.
                                                  Góða omma mín
                                                  Góða omma mín

                                    Omma hevur altíð staðið okkum nær,
                                    um onkur gjørdist sjúkur, so var omma har.
                                    Hjálpti tað hon kundi, matgjørdi hvønn dag,
                                    tær Víkommu, vit fegin vilja takka fyri tað.
                                                     Góða omma mín
                                                     Góða omma mín

                                    Vit saman eru komin í Avhaldið í dag,
                                    at gleðast við tær omma, øll í góðum lag.
                                    Vit biðja tykkum reisast og rópa hart hurrá,
                                    og ynskja tað at Vík omma, leingi liva má.
                                                       Góða omma mín
                                                       Góða omma mín
                                                       Góða omma mín
                                                       Góða omma mín


Johild, takk fyri fittu nissurnar.