lørdag den 19. februar 2011

Waylon Jennings: Lív og lagna - 3. partur Oddbjørn Váglíð skrivar

Waylon Jennings



                                                 Liðugur í Nashville
Tónleikaumhvørvið í Nashville vildi ikki vita av hesum nýggja manninum, við longum hári og skeggi, og Waylon slapp ikki at spæla til konsertir har. Hann leitaði sær tí til Las Vegas at upptraðka. Tað var á eini tílíkari konserferð, at hann sat á hotelkamarinum og byrjaði upp á sangin ”Good Hearted Woman”, men hann fekk ikki sangin lidnan. Íblástur til sangin var Tina Turner. Møguliga hava Ike og Tina verið á konsertferð í Las Vegas um hetta mundi, og Waylon er komin at kenna teirra buldrasliga hjúnarlag.

                                  Willie Nelson eisini úr Nashville

Willie Nelson var eisini flýddur úr Nashville um hetta mundi. Hann hevði eisini skift ham, hevði latið skegg og hár vaksa og brúkti pannuband. Hann var um hetta mundi staddur í Austin í Texas, har hann royndi at finna áhoyrarar til til sín tónleik og sum góðtóku hansara nýggja "image".

                                           
                                          Waylon Jennings og Willie Nelson

                                                   Willie í Armadillo
Einaferð Willy var í Armadillo og sang, legði hann merki til, at flestu áhoyrararnir høvdu fullskegg og langt hár, og tað besta av øllum teimum dámdu hansara tónleik.



                                                  Willie ringdi til Waylon
Eftir konsertina fór Willie beina leið til telefonina og ringdi til Waylon og segði nakað soleiðis;” Tú ert sera heppin, at kenna meg. Kom niður her til Austin, so skulu vit báðir fara á Armadillo at syngja. Her eru áhoyrarar, sum dáma okkara tónleik, og sum ganga ílatin sum vit”.
Tá ið Waylon kom niður til Austin í Texas til Willie, hevði hann hálvlidna sangin, ”Good Hearted Woman” við sær. Teir báðir settust so á hotelkamarinum at gera sangin lidnan. Teir sungu hann seinni um kvøldið. Hetta gjørdist eitt gjøgnumbrot fyri teir báðar og eitt vinaralag fyri lívið.


                                    
                                               Jessi Colter og Waylon Jennings

                                                           Síðstu ferð
Í 1974 útgav Waylon LP´ina ”This Time”, og var hetta rættuliga gjøgnumbrotið hjá honum, við tað, at hann nú kom inn sum nr. 1 á Billboard. Sangurin ”This Time” er um kærleikan millum hann og Jessie. Hon fór frá honum, og so vil hon hava hann aftur. Tá setti Waylon nakrar treytir. Hann segði, ”hvør morgindagur verður eftir, hvønn kærleika eg eg fái í dag, og hetta skalt tú minnast til, hesuferð(This Time) verður síðstu ferð”.
                                     
                                      


                                                    Hansara besta LP
Besta LP´in hjá Waylon verður hildin at vera ”Dreaming my dreams”. Hon kom út í 1975, produserað av Jack Klement.
Waylon fær nú rættuliga blóð upp á tonna, og í 1976 kemur LP´in ”Wanted: The Ourlaws”, har hann syngur saman við Willie Nelson, Tompall Glasier og konuni Jessi Colter. Hetta er fyrstu ferð Waylon syngur saman við Willie Nelson á plátu.
Ein sangur á hesi plátuni, fær seinni heiti sum tjóðsangurin hjá manschavinistunum.Tað er sangurin,”Put Another Log on the Fire”, sum Tompall Glasier syngur. Sangskrivarin er Shel Silverstein.

                                                        Vent í holuni
Nú vendi hjá Waylon. Hann slapp at skriva og syngja tann tónleik, sum hann sjálvur vildi, og lata seg í, sum hann vildi. Og tað besta av øllum, nú var hann rúsfríður aftaná 21 ára misnýtslu av rúsevnum. Tað koma nú nógv góð og hendingarík ár fyri Waylon og hansara konntryfjepparar.
Eg fari ikki at greiða frá øllum teimum mongu plátuútgávunum, sum Waylon letur úr hondum hesi komandi árini, men fari at nema við seinna partin av lívinum hjá honum.                                                                     

                                                                 
                                  
                                      Waylon Jennings og Johnny Cash

                                                      Høvdingar hittast

Í desember mánaði 1988 var farið at bila við hjartanum hjá Waylon, og hann var innlagdur at fáa eina bypass skurðviðgerð. Stór vóru eyguni í honum, tá hann kom inn á sjúkrastovuna, tí har lá sjálvur Johnny Cash, sum eisini skuldi hava viðgerð fyri hjartað. Her lógu so teir báðir og mintust aftur á gamlar dagar í íbúðini í Madison, har teir í bestu árum høvdu húsast saman. Nú lógu teir á somu stovu á sjúkrahúsi og skuldu umvæla hjartapumpuna.

                                 
                                   Jessi Colter, Shooter og Waylon Jennings

                                                          Á skúlabonk

Í 1990 tók Waylon 53 ára gamal, ”Hight School Diplomat”. Tað sum svarar til HF her hjá okkum. Nú hann skuldi styrkja seg eftir skurðviðgerðina var farið aftur á skúlabonk. Hann vildi eisini vísa seg sum eina góða fyrimynd, fyri soninum Shooter. Skúli og skúlating høvdu ikki verið Waylonsa sterka síða í ungum árum.


                                                          Niður á bakka
Í 1997 er aftur ólag á hjartanum hjá Waylon. Hann verður lagdur undur skurð, men kom ongantíð rættuliga fyri seg aftur. Hann hevði fingið sukursjúku, og tað gongur mest sum bara niður á bakka.

                                                  Mintust Buddy Holly

Í 1998 var Waylon Jennings við í eini sjónvarpssending, sum BBC gjørdi, í samband við 40 ára minni um deyða Buddy Holly´s. Í hesi sending sang hann ”Peggy Sue” saman við uppruðna limunum í ”The Cricket”, Sonny Curtis, Jerry Allison og Joe B. Mauldum. Waylon sat á einum stóli og sang.

Ryman auditorium

Seinastu konsertirnar í Nashville

Í juni mánað 1999 fór Waylon undir at fáa sær ein tónleikabólk aftur. Bólkin kallaði hann ”Waylon and Tha Waymore Blues Band”. Hetta var ein bólkur við 13 monnum og kvinnum. Fleiri vóru úr uppruðna bólkinum ”The Waylors”.
Hann hevði sett sær fyri, at hava eina konsert, har hann segði farvæl, í Nashville. Tvær framførslur vóru, 5. og 6. januar í 2000. Tær vóru hildnar á gamla ”Ryman”, vóru upptiknar og fáast bæði á sjónbandi og fløgu. Heiti er ”Never Say Die”.
Heilsustøðan hjá Waylon var nú so vánalig, at hann ikki fekk staðið á pallinum, men mátti sita á einum stóli undir allari framførsluni.



Chandler í Arizona

Aftur til Arizona

Eftir konsertina seldi Waylon húsini hjá sær í Nashville, og flutti til Chandler í Arizona, ein forstaður til Phoenix, har tað heila byrjaði í 1961. Hann hevði ætlanir um eisini at hava eina konsert, har hann segði farvæl, í Phoenix. Men hetta varð av ongum, tí nú gekk skjótt niður á bakka við heilsuni.


                                        Til jarðarferðina hjá Chet Atkins
Waylon var til staðar til jarðarferðina hjá Chet Atkins í juli mánað 2001. Hann sat í rullustóli, men mótið var gott. Við blaðfólkini segði hann: ”You cat´t keep an ol´Hoss down”, (tú kanst ikki halda einum gomlum hesti niðri). Hann segði blaðfólkunum, at hann byrjaði at upptraðka aftur móti vári.
Waylon hevði eyknevni ”Hoss”, sum á Texas máli merkir hestur.

Country Music Hall of Fame

Í oktober 2001 varð Waylon valdur inn í ” Country Music Hall of Fame”. Hann møtti ikki upp sjálvur, men hevði sent sonin, Buddy Dean Jennings, at taka ímóti heiðursgávuni.



A Mann Called Hoss


          
                                           Ikki á bylgjulongd við Nashville.
Waylon var ongantíð á bylgjulongd við Nashville og teirra blaðfólk. Tað gav at bíta á jólum 1984. Waylon var saman við Willie Nelson og Kris Kristofferson í Montreux í Sveis. Teir vitjaðu vinmannin Johnny Cash. Hesir fýra, sum seinni myndaðu bólkin ”Highwayman”, høvdu upptraðkað, og aftaná framførsluna spurdi ein blaðmaður úr Nashville Waylon, hví hann var í Montreux á jólum. Waylon svaraði, at tað var tí at Jesus barnið var føtt í Montreux. Hesi tíðindi fóru um alt U.S.A., so blaðmaðurin var ikki stinnur í bíbligusøgu.
Tað var á henda hátt, Waylon ofta samskifti við blaðfólkini. Hann gekk sjáldan við til at hava samrøður við blaðfólk. ”Tey skriva sína søgu, líka mikið hvat eg sigi”, segði hann.
Hetta gjørdi, at hann sjálvur segði frá síni lívssøgu til ein blaðmann, og henda frásøgn bleiv til bókina ”A Man Called Hoss”.



                                              Fór stillisliga foldum frá

Tann 19 desember 2001 var støðan so hættilslig, at læknarnir tóku vinstra fót av hjá Waylon. 13. februar 2002 andaðist hann. Hann hevði veri upp og fingið sær at eta saman við Jessi. Tá tey høvdu sitið og práta eina løtu, segði Waylon við Jessi, at hannn fór at leggja seg eina løtu. Hann fór so í rulistólinum inn aftur á kamari, legði seg at sova og vaknaði ongantíð aftur.
So sigast má, at ribbaldurin Waylon Jennings fór stillisliga foldum frá. Lív hansara hevði verið buldrasligt og kundi veri endað tann 3. februar 1959, um hann ikki hevði býtt um pláss við J.P. Richardson. Hann fekk ein kjans afturat, 43 ár á tónleikapallinum og hann vísti, at dugur var í manninum.

Waylon Jennings liggur grivin í Mesa, sum er ein forstaður til Phonix.







                                                                                                                                                                                    

Ingen kommentarer:

Send en kommentar