Svar til mín:
Alis, orsøkin til at samfelagið hevur so høgt skattatrýst er, at tann almenni sektorurin er alt ov stórur. Gaman í at hava stovnar sum skulu hjálpa okkara landsmonnum og trygdarnet skal verða undir okkara veiku, men trupuleikin er bara at ø...ll játtanin fer til umsiting ! Tað verur lítið og onki eftir til tann ið hevur tørv á teim almennu tænastunum. Tað sita stjóran og leiðarar á nærum hvørjum stóli, og hettar kostar D`YRT. Tað skal rekast sum ein privat fyritøka. Tá MÀ tað geva yvirskot.
Okkurt er galið?
Svar
Eg eri púra samd við tær í, at skattatrýstið og mvg´ið er alt ov høgt. Dømi:
Mín løn um mðr...............................20000 kr
skattur 40 pct,...................................8000 kr
eftir at brúka....................................12000 kr
20 pct. í mvg.....................................2400 kr. av øllum eg keypi
Verunlig løn...................................... 9600kr
Um vit ganga út frá bruttulønini hjá mær, og eg skal gjalda eina rokning upp á handverkaraarbeiði/løn 2000 kr + mvg.
So verður rokningin..................................2500 kr.
Handverkarin letur landkassanum mvg´ið..... 500 kr
og av restini .............................................. 2000 kr
skal hann gjalda skatt 40 pct, ......................800 kr
Hann hevur eftir ........................................1200 kr.
Hann keypir fyri henda pening,
landkassin fær mvg 20 pct.... ....................... 240 kr
Hann fekk vørur fyri................................... 960 kr.
Fyri at gjalda 2500 kr skuldi eg brúka 3500 kr av míni bruttuløn,
og av hesum peningi hevur handverkarin 960 kr eftir til sín sjálvs.
Borgarligir flokkar duga verri at umsita.
Borgarligu flokkarnir siga altíð, at teir sosialu flokkarnir, duga ikki at umsita landsins pening. Í morgun hoyrdi eg eina sending, um eina kanning, sum ein týskur fíggjarfrøðingur hevur gjørt um hetta evni. Kanningin vísti, at borgarligu flokkarnir brúka líka nógvan og enn meira pening, enn teir sokallaðu sosialu flokkarnir gera, tá teir koma til ræði, so tað kann næstan gera tað sama, hvat sagt verður áðrenn val.
Tað var eisini meðan Jógvan Sundstein, fyri fólkaflokkin, var fíggjarmálaráðharri, at mvg´ið varð innført í Føroyum.
Teir borgarligu í Danmark ætlaðu eisini at minka umsitingina, men teir hava innført so nógv kontroll, og meira kontroll, meira umsiting.
Viðvíkjandi almenna sektorinum: sum eg havi víst við mínum roknistykki, so fær landskassin meira enn helvtina aftur, av tí alment lønt fáa í løn.
Um tað verður trekt av, so eru almennu útreiðslurnar munandi minni, enn fíggjarlógin vísir.
Peningarensli í vanda.
Peningur er ein genial uppfinning, sum ger tað møguligt hjá okkum, at keypa tænastur og vørur frá hvørjum øðrum. Men fyri at vit kunnu gera tað, ber ikki til, at skipanin loyvir, at peningarensli steðgar upp. Onkur samanber tað við blóðið í kroppinum. Tað flytur neyðugu evnini, har tað er brúk fyri teimum. Um alt blóðið endar í einum staði, so steðgar alt upp.
Viðvíkjandi peningaskipanini merkir hetta, at stórur munur verður millum rík og fátæk, og ein lítil samfelagsbólku leggur seg á stórsta partin av peninginum .
Hetta er størsti trupuleikin í Vesturheiminum í dag.
Komplimenterar peningaskipanir hava stóran áhuga.
Fleiri arbeiðsloysisøki eksperimentera við tí tey kalla, komplimenter peningaskipan. Har gera tey lokalan pening, sum tey so brúka á staðnum, og fáa á henda hátt gongd í handil og tænastur.
Okkara skipan við skatti og mvg hjálpir ikki upp á peningarensli. Kanska kom líka nógv í landskassan, um mvg´ið var t.d. 15-10 pct. So sluppu pengarnir at skifta hendur fleiri ferðir, og fleiri fingu gleði av teimum, áðrenn teir endaðu aftur í landskassanum.
Áhugaverdur lesnaður um evni://www.margritkennedy.de
Ingen kommentarer:
Send en kommentar