Henry Lawson
Oddbjørn Vágslíð skrivar um kenda
australska rithøvundan og yrkjaran "Aussie", persónin Henry Lawson,
og tað ávirkan hann hevði á Slim Dusty, størsta og kendasta australska
countrysangara, ið hevur livað.
Uppvøksturin og foreldrini hjá
Henry Lawson
Tað er synd at siga, at Henry Lawson
vaks upp við einari gullskeið í munninum, sjálvt um hann varð føddur í einum
gullgravaratelti tann 17. juni 1867 í Australiu.
Faðirin var tann 32 ára gamli Niels
Larsen úr Arendal í Noreg. Hann hevði broytt navnið til Peter Lawson, nú hann
hevði sett seg niður í Australiu sum gullgravari.
Móðurin var tann bert 18 ára gamla
Louisa Albury. Hon giftist við Peter Lawson og saman leitaðu tey sær til
gullgravaraøkið fyri at finna eydnuna og gerast rík.
Onki gull
Tey finna hvørki gull ella eydnuna.
Møguliga hevur tann stóri aldursmunurin upp á 14 ár verið ein bági. Móðurin,
Louisa, hevði aðrar ætlanir við sínum lívi, enn at ganga heima sum húsmóðir og
eiga børn í einum gullgravaraøki.
Hon var tjóskaparsinnað og var ein
undangongukvinna fyri at betra um korini hjá kvinnum. Eftir nøkur ár í
gullgravaraøkinum flyta tey aftur til foreldrini hjá Louisu, sum høvdu ein bóndagarð.
Skúlagongdin
Henry Lawson hevði vanliga
skúlagongd. Hann byrjaði at ganga í skúla, tá hann var 9 ára gamal. Fyrstu tíðina
var skúlin hildin undir einum skuggatræi í økinum, til íbúgvararnir tóku seg
saman og bygdu eina skúlastovu at halda skúla í.
Tá ið Henry byrjaði at ganga í skúla, fekk hann bruna í oyrini og verður hálvdeyvur. Hann gongur í skúla
til hann er 14 ár, og tá er hann heilt deyvur. Hann arbeiðir sum timburmaður
saman við pápa sínum eina tíð. Seinni fer hann at ganga í ein katólskan skúla,
og har fær hann áhuga fyri bókmentum og yrkingum.
Mamman Louisa, hevði stóran
útlongsil og ætlanir, og í 1882, tá Henry er 14 ár flytur hon við 4 yngri børnum
til Sydney, meðan Henry er eftir og arbeiðir saman við pápa sínum. Í Sydney fer
Louisa undir at útgeva eitt tjóðskapar tíðarrit. Hon er eisini blaðstjóri á
einum blaði, sum vendir særtil kvinnuligar lesarar.
Henry flytur til Sydney
Í 1883 flytur Henry til mammuna, sum
nú er skild frá pápanum. Nú byrjar eitt heilt nýtt lív hjá Henry. Hann
byrjar at skriva smásøgur og yrkingar.
Hetta gav ikki nógv av sær, so hann
fer at mála sethús fyri fólk. Hann verður ongantíð nakar arbeiðsmaður,
tí hvussu skalt tú samskifta við fólk um lit og annað, tá tú ert
fultkomuliga deyvur.
Henry fær tokka til eina
kvinnu
Henry blívur nú skotin í einari
ungari kvinnu, sum hann gerst sera góður við. Mamman, Louisa, helt ikki hesa
kvinnu vera nóg góða til Henry, so hon fær forpurrað sambandi millum tey bæði, við at senda Henry
til New Zealand í útlegd í eitt ár.
Hetta tekur Henry Lawson dygt, og í
1910 ger hann eina yrking um hesa hending. Á føroyskum vil eg kalla yrkingina,
”Tú heldur, at eg ikki veit”.
Á enskum hevur hon heitið, ”Do You
Think That I Do Not Know”. Slim Dusty hevur sett lag til yrkingina og syngur
sangin so meistarliga saman við dóttrini Anne.
Miseyðnað hjúnarlag
Fyri at bøta um mistakið skipar
mamman fyri, at Henry kemur saman við eini kvinnu av tí betra slagnum. Hann
giftist við hesi kvinnu, men hetta verður ikki nakað eydnuríkt hjúnarlag, Henry
byrjar at drekka, og tey verða seinni skild.
Rithøvundur og yrkjari
Lívið hjá Henry Lawson var at skriva
smásøgur og yrkingar, sum hann gav út.
Hansara fyrsta yrking, ”Ein sangur til
tjóðina”, kom á prent 1. oktober 1887 í blaðnum ”The Bulletin”. Blaðstjórin
skrivar, at tann, sum hevði yrkt hesa yrking, bert var 17 ára gamal, hevði
lítla og onga útbúgving og hevði breyðføtt seg sum sethúsamálari.
Seinni skrivar Henry eina
søgu í sama blað. Hon var um tað fríða lívið úti á landinum, í mun til tað
hektiska býarlívið. Tá far hann eitt dulnevnt bræv frá einum, íð nevnir seg
”The Banjo”. Brævið var frá sjálvum A.B.”Banjo” Paterson,sum yrkti sangin
”Waltzing Matilda”. Henda sangin helt eg eina tíð var australski tjóðsangurin,
men havið síðani funnið út av, at sangurin er um eitt landastrok og seyðatjóð,
og tað er ikki so gott evni til ein tjósang.
Lawson og A. B.”Banjo”
Paterson arbeiða saman Teir fara nú at skriva søgur og yrkingar, sum teir
seta í ”The Bullentime”. Her greiða teir stórbýar
fólkunum frá, hvussu lívið gekk fyri seg úti á landinum ella í
"bushini", sum australiubúgvar siga. Hesar søgur og yrkingar eru í
dag dýrgripir hjá australska fólkinum.
Sangurin Sweeney Í
1893, sama ár sum A.P. Carter var føddur, gjørdi Henry Lawson, 26 ára gamal,
yrkingina "Sweeney". 64 ár seinni í 1957 setti Slim Dusty lag til
yrkingina og syngur sangin inn á plátu, ið vit kenna sum "Sweeney".
Uppruðna yrkingin hevði 17 ørindi og
er um sjálvan Henry Lawson(Sweeney), sum nú var vorðin drykkjumaður og gongur
og válar í stórbýnum Sydney, sum eitt ólukkudýr, við einari fløsku í hondini.
Isabella Byers
Kvinnan Isabella Byers hevði eina kaffistovu í Sydney. Hon tók sær av drykkju
manninum Henry Lawson, gav honum innivist, mat og vaskaði hansara klæðir. Hóast
Henry drekkur illa, so koma framvegis nógvar søgur og yrkingar frá hansara
hond, sum í dag eru dýrgripir og fólkaogn í Australia.
Stats jarðarferð Tann
2. september 1922 doyr Henry Lawson, eftir at hava fingið eina heilabløðing.
Hann bleiv tann fyrsti vanligi borgarin í Australiu, sum fekk eina stats jarðarferð, sum annars bara varð
unt fólki, ið høvdu verið forsætisráðharrar ella guvenørar.
Slim Dusty byrjar at syngja og spæla Slim
Dusty, hvørs rætta navn var, David Gordon Kirkpatrik, plagdi sum hálvvaksin at
ferast ímillum bóndagarðarnar í Null Nulla Creek, har hann var føddur í 1927, 5 ár aftaná at Henry Lawson var deyður. Pápi
hansara hevði ein bóndagar við 600.000 m2 av lendi, ella sum 60 føroyskar
træðir í okkara mátistokki. Slim hevði keypt sær eina gittar og royndi seg nú
sum framførara í dalinum við guitarspæli og sangi.
Slim Dusty fær "Reyðu yrkingabókina hjá Lawson Ein
dagin fór Slim inn til nábúgvan við síni gittar. Nábúgvin var ein eldri bóndi,
og Slim royndi at imponerað hann við sínum sangi og gittarspæli. Tá hann var
liðugur at syngja, rætti maðurin honum eina reyða bók við yrkingum av Henry
Lawson. Hann segði við Slim, at ætlaði hann at undirhalda fólki við sangi og
gittarspæli, so skuldi hann gera tað við yrkingum av Henry Lawson. Slim fekk
bókina, har fleiri síður vóru vekk. Hetta yrkingasavn kom at fylgja Slim Dusty
alt hansara lív.
Slim Dusty við "Reyðu bókini"
Slim Dusty og konan Joy McKean
Slim Dusty fór ongan veg, uttan at reyða bókin hjá Lawson var við. Hann so at siga las í henni hvønn dag, so hon fekk hjánavnið "Bible of the Bush".
Slim Dusty við "Reyðu bókini"
Føðingardagsgáva frá konuni
Í 1951 giftist Slim Dusty við Joy McKean. Tá hon í 1952 skuldi geva Slim Dusty sina fystu føðingardagsgávu, keypti hon honum eina nýggja reyða bók við yrkingum eftir Henry Lawson. Hon skrivar í bókina, "Til mín elskaða Slim" "Frá tínari elskaðu konu Joy", 13 juni 1952.
Í 1951 giftist Slim Dusty við Joy McKean. Tá hon í 1952 skuldi geva Slim Dusty sina fystu føðingardagsgávu, keypti hon honum eina nýggja reyða bók við yrkingum eftir Henry Lawson. Hon skrivar í bókina, "Til mín elskaða Slim" "Frá tínari elskaðu konu Joy", 13 juni 1952.
Slim Dusty og konan Joy McKean
Slim Dusty fór ongan veg, uttan at reyða bókin hjá Lawson var við. Hann so at siga las í henni hvønn dag, so hon fekk hjánavnið "Bible of the Bush".
Í 1986 ger Joy McKean eina yrking,
sum hon nevnir "Bible of the Bush" við íblástri frá reyðu bókini hjá
Lawson. Slim setur lag til, og syngur sangin inn.
Í 1998 skrivar Slim Dusty í bókina:
"Allir mínir dreymar og mínar ætlanir eru grundleggjandi uppfylt. Slim 6.
februar 1998". Niðanfyri er skrivað "Gud signi Australiu".
Reyða bók uppslitin
Bók nummar 2 var nú so nógv slitin, at hon var um at detta sundur og hekk bert saman við klisturbandi. Slim hugsaði um at keypa sær eina reyðubók nummar 3 við yrkingum eftir Henry Lawson, men henda ætlan var slept.
Í staðin fyri bleiv bókin innbundin av nýggjum við leðurpermu og mynd av
Henry Lawson prentaða á permuna. Slim Dusty doyði 19. september 2003 76 ára
gamal og fekk eins og Lawson eina stats jarðarferð.Bók nummar 2 var nú so nógv slitin, at hon var um at detta sundur og hekk bert saman við klisturbandi. Slim hugsaði um at keypa sær eina reyðubók nummar 3 við yrkingum eftir Henry Lawson, men henda ætlan var slept.
Bókin er í dag ein dýrgripur hjá Slim Dusty
familjuni, nú báðir høvuðspersónarnir, Henry Lawson og Slim Dusty, liggja undir
grønu torvu. Slim Dusty gjørdi løg til 26 yrkingar hjá Henry Lawson
https://www.youtube.com/watch?v=AY0XOJOJg4A
https://www.youtube.com/watch?v=AY0XOJOJg4A
Ingen kommentarer:
Send en kommentar