Hank Williams
Staðfesting av
deyða Hank Williams
Sum eg greiddi frá um seinasta biltúrin hjá HW, so bleiv staðfest, at
Hiram ”Hank” Williams, doyði kl.7.00 um morgunin tann 1. januar 1953, á Oak
Hill Hospital, í West Virginia, og at Hank tá hevði verið deyður í umleið 6
tímar. Tað var italiumaðurin, Dr.Diego Nunnari, sum gjørdi kanningina.
Seinastu tímarnir hjá HW
Møguliga var Hank deyður, tá ið teir bóru hann av hotellinum í Knoxwill 8
tímar frammanundan, ella tá ið Hank 6 tímar frammanundan, sat í bilinum
uttanfyri
dómhúsið í Rutladge. Ímeðan hetta fór fram, varð Carr, ungi bilførðarin,
førdur fyri ein dómara, fyri skilaleysa koyring.
Joe Tyree
Kl.9.00 um morgunin bleiv
ringt til Joe Tyree, ið átti ”Tyree Funural Home”,
sum lá beint yvir av Oak
Hill Hospital.
Líkið av Hank bleiv nú flutt yvir um
gøtuna av Joe Tyree.
Líkskoðan bleiv gjørd har. 6
borgarar í Oak Hill vórðu tilnevndir at skoða líkið
av Hank Williams. Lagt var
til merkis, at nálarhol vóru á báðum ørmunum, og ein stór
skeina var á høvdinum.
Eisini var umráðið við rørarnar violett blátt. Tað hevði
verið sparkað í umráðið.
Møguliga var hesin løstur
komin kvøldið fyri hann skuldi fara
avstað
á sína konsertferð. Hann
hevði verið inni á einari drykkjustovu í
Montgomery, og har var hann
komin í bardaga við ein skylmann hjá Bobby Jett. Bobby Jett var við barn, og
Hank Williams var pápi at barninum.
Í samband við líkskurð, var
neyðugt at fara til eitt universitets hospital, ið lá har um vegir, fyri at fáa
hendur á einum skurðlækna. Farið var til býin
”Beckley”, og skurðlæknin,
sum bleiv sendur til at
gerða líkskurðin av Hank í Oak Hill, var ein russi,
Dr.Ivan Malinin. Hann var
undir útbúgving í USA, og dugdi líti av enskum.
Blóð bleiv tappað upp í
eitt lítið glas við korkproppi, og partar av vitalu gøgnunum
blivu koyrd í posar, pakkað
og send til býðin Charleston til nærri kanningar.
Sami býður sum Hank skuldi
havt spælt til eina konsert í, bert 12
tímar frammanundan..
So sannast má Føroyska
orðafelli ”Ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir”. Hank hevði
fyri 24 tímun síðani sovið sín søta svøvn, á einum hotellkamari í býnum
Birmigham í Alabama. Nú lá hann sum lík, á einari líkstovu í Oak Hill, í West
Virginia.
Ungi bilførarin hjá HW
Tá ið tann bert 17 ára
gamli Charles Carr, sum hevði verði bilførari hjá Hank,
fær at vita, at Hank er
deyður, verður hann so skelkaður, at hann ikki torir at ringja til mammu Hank,
Lillie Stone, og siga henni frá støðuni. Tað vóru bert 12 tímar síðani, at hann hevði tosa við hana og greitt
hennin frá, at Hank var dottin, hevði
smekka høvdið í ein borðkant á hotellkamarinum
og var illa fyri. Hann var farin at hista ógvusliga, og lá i songini og
ringdi seg av pínu.
Lillie hevið tá fingið ein
lækna til at koma á hotellið. Hesin hevði givið Hank tvær sproytur av morfini
og eitt glas av B12 vitaminum, uttan at kanna Hank, sum í tí løtu var uttan vit
og lá so at siga lívleysur á einari song á Andrew Johnson Hotellinum í Knoxwille.
Nú, 12 tímar seinni, skuldi
Carr ringja aftur til Lillie, og boða
henni frá, at einkar
sonurin Hiram ”Hank” Williams var deyður. Hetta tordi Carr ikki at gera. Hann
ringdi í staðin til
pápa sín, Daniel Carr, og biður hann kunna Lillie um støðuna.
nakað var hent við bilinum,
sum hvørki var tryggjaður ella goldin. Hon var
bangin fyri at Hank hevði
koyrt skít, og var komin út fyri eini bilvanlukku.
Lillie og Daniel gjørdu
skjótt av, og fóru sama dag við flogfari upp til Charleston, og koyrdu víðari
til Oak Hill. Dagin eftir kom seinna kona Hank, Billie Jene við flogfari, úr
Shreveport í Louisiana, har hon hevði hildið nýggjársaftan saman við sínum
foreldrum.
Audrey helt seg vekk
Audrey Williams, fyrra kona Hank, hevði verið uppi alla náttina og lá nú í songini við timburmonnu.. Hon hevði hildið nýggjársaftan á ”Plantation Club” í Nashwille, saman við Maxine konu A.V.Bramford, sum stílaði fyri konsertini har Hank skuldi spæla í Canton. Audrey var illa fyri, tá hon fekk boðini um, at fyrrverandi maður hennara Hank Williams var deyður. Hon avgjørdi ikki at fara til Oak Hill, sum gott var.
Rok av Billie Jane
Tí dagin eftir, tá ið Billie Jean kom til Oak Hill, bleiv rok. Hon ákærdi Lillie
fyri at hava stolið allar
ognarlutirnar, sum hank Hevði uppi á sær, og fyri at hon var farin avstað við
bilinum, sum hon helt Hank átti.
Bilin hevði løgreglan sett inn í eina garagu á Burdett´s ”Pure Oil”
bensinstøðina,
har Glenn Burdett skuldi
halda eyga við, at ongin stjól nakað úr bilinum.
Seinni kom fram, at sami
Glenn Burdett hevði stolið hattin hjá Hank og ein
Colt 45 revolvara, sum Hank
hevði liggjandi í bilinum.
Bert góð 2 ár eftir hesa
hending, bleiv Glenn Burdett funnin deyður, skotin
í hjarta, og bleiv hetta staðfest
sum sjálvmorð. Hann bleiv 42 ára gamal.
Óndar tungur vildu verða
við, at Glenn toldi ikki at verða happaður, sum
líkrøvari, og tí beindi
hann fyri sær.
Burdett´s ”Pure Oil”
bensinstøðin bleiv seinni rivin niður. Í dag stendur ein minnispláta á staðnum.
Hon boðar frá, at her var síðsti steðgur hjá Hank Williams í Oak Hill.
Tá ið A.V.Bramford, sum var
staddur í Canton, Ohio fær at vita, at høvuðsnavnið
á konsertini, Hank
Williams, var deyður, bleiv hann í villareiði, men tá hann tosaði
við Lillie, samdust tey um,
at halda konsertina.
Konsertin byrjaði við, at
ein projektørur lýsti á ein tóman pall. Tað var Cliff Rodgers,, sum var
plátuvendari á radiostøðini WHKK, ið
fekk uppgávuna at boða frá, at Hank var deyður.
Cliff Rodgers byrjaði við
at siga ”Mínar damur og harrar, í mínum lívi innan show
business í 20 ár, havið eg
ongatíð upplivað nakað sum hetta. Maðurin, ið eg skuldi rópa inn á pallin, Hank
Williams er deyður”. Tá reisti fólki í salinum
seg, og sungu sangin,
”I Saw The Light”. Síðan helt konsertin fram.
Heim til Montgomery
Tann 2 januar 1953 var
líkið av Hank Williams leysgivið av mynduleikum í
Oak Hill. Lillie hevði orða
við Joe Tyree og ein hjálparmann um at koyra líkið
til Montgomery. Sjálv fór
Lillie heim í sínum egna bili,
saman við Daniel og Charles Carr, sum koyrdu bilin. Teir báðir skiftust um at koyra, og koyrt var út í eitt
bæði dag og nátt. Billie Jane fór aftur til Shreveport í Louisiana við
flogfari.
Tann 3 januar 1953 kom
líkið av Hank Williams til Montgomery, og kistan bleiv koyrd til ”Ból og Bita” húsið hjá Lillie, har
líkið var víst fram fyri alminninginum.
Lillie vildi, at
jarðarferðin skuldi verða úr hennara heimi, men hon skifti meining. Tá tað
frættist, at líkið av Hank Williams var komi heim, tustu fólk í
hundratatali inn í húsið, at siga Hank
Williams "Seinast farvæl".
Boð vóru nú send eftir
A.V.Bramford, sum var á konsertferð, um at koma og skipa fyri jarðarferðini.
”Bram”, sum hann dagliga var nevndur, fór við flogfari til Nashville, har Audrey og elitulimir úr "Grand Ole Opry” vóru tikin við, áðrenn
flogið var til Montgomery.
Tað fysta ”Bram” gjørdi,
var at kann hvørji hølir vóru tøk, og fall valið á býar
samkomuhúsið í Montgomery,
sum hevði uml. 3000 sitipláss, og var støsta høli sum kundi
fáast, um jarðarferðin
skuldi haldast innandura.
Seint um kvøldið kom ein
maður á gátt hjá Williams familjuni. Ongin kendist við
mannin beinan vegin. Braxton Shuffert, sum hjálpti til við jarðarferðini, og
sum hevði verið við til at stovna tann fyrsta tónleikabólkin hjá Hank í 1937,
tá ið Hank bert var 14 ára gamal, hann kendi mannin aftur. Maðurin var pápi
Hank, Elonzo Williams, vanliga nevndur Lon.
Hann var ikki nakar
ríkmaður peningaliga, hann hevði tumla allan vegin til
jarðarferðina í Montgomery,
og nú vildi Lon keypa soninum ein blómukrans.
Farið var so oman í ein
blómuhandil, men har var stongt. Lon bankaði uppá
og innanfyri bleiv spurgt,
hvør tað var? "Hetta er pápi Hank Williams, sigur Lon".
"Hvat sigur tú? Hank hevur ongan pápa", varð svarað.
Hetta var fyri ein part rætt, tí Lon hevði ikki verið partur av hansara
lívi, síðani Hank var 6 ára gamal.
Tá ið blómuhandlarin
spurgdi Lon, hvussi stórur kransurin skuldi verða, segði
Lon, at hann var ein
fátakur maður og hevið bert 5 dollarar uppi á sær. Hann fekk ein stóran krans
til jarðarferðina hjá soninum.
Hevði verið á hurðini hjá pápanum
Hank og Lon høvdu so at
siga onki samband havt við hvønn annan síðan 1929, tá ið Lon varð innlagdur á
sjúkrahús í samband við løstir av nervagassi, sum hann hevði fingið í
seg, tá hann var hermaður í
Fraklandi undir fyrra heimsbardaga.
Hank og Billy Jean
Hank og Billie Jean vóru jólaaftan í 1952 farin at vitja Skipper familjuna í móður
ætt hjá Hank. Tey fóru í
kirkju, har Hank framførdi nakrar sangir. Sama dag
framførur Hank ein sang,
sum hann hevði gjørt til pápan sín, sangin, ”The Log Train”.
Jóladag í 1952 fór Hank at
vitja Lon. Hann hevði keypt ein posa av góðgæti
og vildi sleppa at syngja
sangin ”The Log Train” fyri pápa sínum. Lagnan
vildi tað so, at Lon var
farin at vitja sína familju í býnum Selma, so Hank kom
á stongdar dyr. Hann hongdi
posan við góðgætinum uppá lásið og skrivar
Lon eina heilsu á ein lepa. Nú 10 dagar aftaná liggur Hank í einari kistu í
Montgomery.
Òsemja
Seinni um kvøldið kom
Billie Jene úr Louisiana til jarðarferðina. Hon og Hank
høvdu eina lítla íbúð í
”Ból og Bita” húsinum hjá Lillie. Íbúðin var nú tómd fyri
allar ognarlutir hjá Hank,
harímillun bøkur sum Hank hevði skriva sínar
yrkingar í. Tá ið Billie
Jane sær hetta, bleiv handfast ímillun hana og vermóðurina, so fólk fóru uppí
fyri at skilja sundur.
Sunnudagin tann 4. januar
1953 fór Hank Williams til gravar. Minnisløtan bleiv
hildin í býarsamkomuhúsinum
í Montgomery, sum tók uml. 3000 fólk. Uttanfyri
var ein ovurstór mannamúgva
komin saman, at siga Hank Williams, tað seinasta farvæl.
Henda mannamúgva var mett
til ca. 25.000 fólk, hetta var støsta mannamúgva
sum var sædd til eina
jarðarferð í Montgomery. Hetta er at undrast á, tí Hank
var tilflytar til býðin, og
búði bert 10 ár í Montgomery.
Hank hevði sagt við Jim
Denny tann 11. august 1952, tá ið Hank fekk sekkin frá
”Grand Ole Opry”, at hann
kundi samla meira fólk til sína jarðarferð enn Jim
Denny kundi samla til sínar
framførslur á ”Grand Ole Opry”, og rætt fekk
Hank. Tað komu meir enn 10
ferðir so nógv fólk til jarðarferðina, sum tað sluppu inn í ”Ryman Auditorum”
har ”Grand Ole Opry” helt til.
Hank Williams í kistuni
Lit de parade
Kl.13.00 blivu dyrnar latnar
upp. Hank lá í einari silvur málaðari
kistu, sum var fóðrað
innan við klæði. Kistan stóð
framanfyri pallin, ímillun tveir manshøgar gitarar,
gjørdir av blómun. Lokið var
í tveimun, har ovari partur við yvirkropin var opin.
Hank var í einum hvítum
klædningi og lá við samanfalda hondum, sum
hildu um eina hvíta bíbil.
Omaná var lagt eitt hvítt fíntmaska net. Tey, sum komu framvið sóðu, at hann
var byrjaður at verða skallutur, bert 29 ára gamal, og tí gekk hann altíð í hatti, tá ið hann vísti seg alment.
Hvítir solistar og eitt
litt manskór
Kl.14.30 byrjaði løtan, við
at Ernest Tubb sang ”Be On The Sunset”. June
Carter, sum kom nógv í
húsið hjá Hank og Audrey, tá ið tey búði í Nashville,
og var gumma Hank Williams
junior, sang eisini ein sang. Eitt manskór við
littum sangarum sang, og
hetta var heilt óvanligt við eina jarðarferð hjá
einum hvítum persóni í
suðurstatinum Alabama.
Eftir minnisløtuna fór
kistan og eitt bil fylgið út til Oakwood kirkjugarðin,
har Hank bleiv grivin í
einum avsíðis horni, eftir ynski frá Lillie. Hank bleiv
grivin við síðuna av dóttur
Irenu, sistur Hank Williams, sum í 1949 hevði átt
eitt barn, sum bert yvilivdi 1 samdøgur.
Bobby Jett eigur eina dóttur
Tann 6 januar 1953, eigur Bobbie Jett eitt gentubarn, sum Hank Williams
var
pápi at. Mamman var ikki
væl fyri sálarliga, og letur hon tí gentuna til mammu
Hank, Lillie Stone, sum
attleiðir gentuna.
Tá ið Lillie 3 ár seinri
doyr, verður gentan aftur attleid. Tað er ikki fyrr enn
í 1990, 37 ár eftir at hon
er fødd, at rættarskipan í USA góðtekur, at hon var
dóttir Hank Williams. Gentan eitur í dag Jett Williams og upptrakar sum
country sangari, eins og pápi hennara Hank Williams gjørdi.
Onki testamenti skrivað
Hank Williams hevði onki testamenti skrivað, so tað bleiv eitt eljustríð
ímillun
kvinnurnar í hansara lívi,
Lillie, Audrey og Billie Jean, um at fáa sín part av
arvinum. Har var ikki so
nógv at arva. Hank Williams átti 4.000 dollar í reiðum
peningi, og ca. 9.000
dollar í persónligum lutum. Tað mesta av hansara ogn,
húsið, bilar.o.a, var
Audrey farin avstað við, í samband við teirra hjúnaskilna, bert eitt 1/2 ár
framanundan.
Deyður av hjartatilburði
Tann 10 januar 1953 kom
deyðsraportin hjá Hank Williams. Hon segði, at
deyðsorsøkin var ein
hjartatilburður, orsaka av ovurnýslu av alkoholi, morfini
og nervastillandi
heiluvági, sum ”Toby” Marshall hevði viðgjørt Hank við,
eftir tað stóru
skurðviðgerðina í rygginum, eitt ár frammanundan.
Tað er ein gáta, hví Hank
og partvís Lillie geva seg uppí hendurnar á hesum
manni. ”Toby” var tann 9
oktobur í 1951 royndarleyslatin úr fongsli, har hann
hevði siti inni fyri
”kvaksalvarí” við heiluvági. Hann segði seg vera útbúgvin
alkoholviðgerðarlækni.
Tann 3. mars 1953, bert 2
mánar aftaná at Hank var farin, doyr kona
”Toby” av somu mystisku
viðgerð sum Hank fekk. Og ”Toby” fór 3 dagar
seinni, aftur í fongslu.
Heilivagurin, sum ”Toby” nýtti til sínar viðgerðir, var
morfin og tablettir, so sum
valium o.a. Hetta saman við stórari nøgd av
alkoholi, var ein
deyðuligur blandingur.
Tann 17 januar 1953 sóðu
íbúgvar í Montgomery á náttartíð, at fólk við
petroliumslygtum vóru í
holt við at grava grøvina hjá Hank uppaftur.
Fólk hildu, at hetta vóru
fjepparar, sum vildu tryggja sær onkran ognarlut
av Hank Williams.
Boða var frá hesum til
løgregluna, sum fór at kanna máli. Tað vísti seg,
at har var alt í lagi.
Mamma Hank Lillie hevði fingið at vita, at 4 franskir
flogskiparar, sum lógu
grivnir nær inngongd til Oakwood kirkjugarðin,
skuldi gravast upp og
sendast heim aftur til Frankaríki. Teir vóru deyðir
undir flogskiparavenjing í
USA, undir seinra heimsbardaga.
Lillie hevði nú keypt henda
gravstað til sína familju. So kistan av Hank bleiv
uppaftur grivin og flutt
har, ið grøvin hjá Hank Williams er í dag. So sigast má, at Hank Williams er
ein av teimun, sum er grivin tvær ferðir
Presturin, sum helt talu
við jarðarferð hjá Hank, segið, at hann ikki kundi
halda nakra talu, tí tað
hevði Hank sjálvur gjørt, við sínum sangi og boðskapi
til fólki. Hann samanbar
Hank við eina byrging. Tá ið hol kom á, floymdu
sangir og tónleikur út til
fólki. Sangir og tónleikur, sum Hank so inniliga vildi siga okkum frá, hvussu
vit eru sum menniskju.
Presturin segið at øll
kunnu syngja ein sang fyri fólki, men Hank hevði serligar gávur
at syngja til hjartað og kenslurnar,
og satt er tað.
Hank Williams untist bert 6
ár og 20 dagar á tónleika pallinum við sínum
plátupptøkun, og tað er ein
ótrúliga stórur sangskattur, sum liggur eftir hann.
Sjálvt í dag, 65 ár aftaná
hansara deyða, verða hesir sangir framførdir.
Yrking til Audrey
Tá ið fólk aftan á jarðarferðina, fóru at rudda og vaska bilin, sum Hank
Tá ið fólk aftan á jarðarferðina, fóru at rudda og vaska bilin, sum Hank
Williams var deyður í,
funnu tey ein papírslepa við einari yrking, sum ikki er dagfest. Hetta var
seinasta heilsan frá Hank til Audrey. Hildi verður, at yrkingin er skrivað á
hansara seinasta biltúri.
Vit møttust, vit livdu, og
góða sum eg elskaði teg.
So kom feigdardagur, tá
okkara kærleiki fjaraði burtur.
Í nátt eru vit bæði aleina,
og kan eg bert siga,
eg elski teg, og vil altíð gerða
tað.
Hetta er prísurin vit mugu
gjalda.
Klaksvík september 2018
Oddbjørn Vágslíð
Klaksvík september 2018
Oddbjørn Vágslíð
Ingen kommentarer:
Send en kommentar