Mítt lítla ískoyti til eydnuhjólaútsøluna hjá
Haldórsvíkar Avhaldsfelag,
Havi ikki so frægt sum keypt dukkuna sjálv.
Tað hevur vermóðir mín, Johild Jacobsen
gjørt. Hennara partur liggur ikki eftir, tá talan
er um at binda til Avhaldshúsið.
Nógvar penar dukkur og aðrir góðir lutir verða
at vinna. Víkafólk stuðla, tá Avhaldshúsið
hevur eydnuhjól, og ikki minst kunnu tey vera
errin av fólkunum í nevndini í felagnum. Tey
hava skipað fyri at húsið er umvælt, og
tey bundu seg til at verða í nevndini, til
øll skuldin varð goldin, og nú er málið við
at verða nátt.
Neyvan hava tey fingið nakra samsýning fyri
nevndararbeiðið. Eg kann ikki lata vera við
at hugsa um tær upphæddirnar, ið summi, mest
"menn", fáa í samsýning, fyri nevndararbeiði.
Teir meta sítt arbeiði hava alstóran týdning
fyri samfelagið, tí mugu teir hava so stóra
samsýning.
Men mín spurningurin er, gera hesi fólkini, ið
onga samsýning fáa, ikki líka stórt samfelagsligt
gagn, og uttan at koyra landið á húsagang?
Húsið stendur í dag í góðum standi, sum nýtt,
snotuligt bæði innan og uttan.
Ein varði yvir øll, ið hava luttikið og stuðlað
og eisini yvir Jóhannus Bjørgvin, ið smíðjaði.
Eydnuhjólið verður sunnudagin 5. september.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar