Góða Mamma!
Eg vil ynskja tær tillukku við 88 ára degnum og siga tær hvussu
glað eg eri fyri, at tú ert á lívi, púra klár í høvdinum, speisk og
skemtingarsom, sum tú altíð hevur verið. Eg hoyri teg fyri mær
siga, at um eg eri so glað fyri, at tú livir, so mátti eg ikki fari so
langt vekk, sum at flyta til Danmarkar.
Men eg eri ikki flutt, eri bara og ferðist, havi nú verið her í
góðar tveir mánaðir og sakni at støkka inn á gólvi hjá tær á
Vesturskininum, og seta meg niður at práta við teg og
Ebbet.
Eg minnist, tá eg var lítil, og Ebbet var ein kona, sum búði
í London. Hvørji jól fingu vit jólakort frá henni. Eg plagdi
at stava á kortinum, M-e-r-r-y C-h-r-i-s-t-m-a-s, og spurdi
teg, hvat tað merkti. Okkurt við jólum svaraði tú mær aftur.
Minnist einaferð, Ebbet og Jona úti á Heygum komu at vitja
teg. Báðar búðu í Onglandi. Tú dekkaði borð í stovuni. Fyrst
ein hvítan dúk, so ein broderaðan við blondu rundanum
oman á hin dúkin. Tað var ikki hvønn dag, vit høvdu so fínar
gestir.
oman á hin dúkin. Tað var ikki hvønn dag, vit høvdu so fínar
gestir.
Nú hava tú og Ebbet veri nábúgvar á Vesturskininum í fleiri
ár. Gott vinarlag heldur, hóast bæði long tíð og stórur
avstandur kann skilja.
Títt lív var, sum hjá øðrum konum í fimtiárunum, at eiga og
uppala børn, nógv børn. Á Vesturskininum sótu ein dagin tit
tríggjar, Kristianna hjá Mads í Gerðinum, Maja hjá Júst í
Túni og tú, Kristianna hjá Magga ì Brekkum. Eg minnist ikki
rætta talið, men tað vóru um 26 børn tit áttu tilsamans. Hevði
talan verið um tríggjar ungar konur í dag, so hevði talið
neyvan komið upp seks børn.
Hóast strævi má hava verið, so er væl klárað, og lívið hevur
ikki boygt tykkum. Høgur aldur er tekin um styrki og góða
heilsu.
Ofta hugsi eg um, hvussu væl alt gekk. Hvussu góðan mat
vit fingu. Fisk ella grind til døgurða gerandisdagar og altíð
kjøt sunnudag. Eplum, egg og mjólk var altíð nokk av, og
tvær stórar tunnur av sild í kjallaranum, ein við kryddsild og
ein við saltsild. Hvønn dag drekka oman á døgurða við
køku afturvið, sunnudagar buding og rabarbugreyt um
summarið.
vit fingu. Fisk ella grind til døgurða gerandisdagar og altíð
kjøt sunnudag. Eplum, egg og mjólk var altíð nokk av, og
tvær stórar tunnur av sild í kjallaranum, ein við kryddsild og
ein við saltsild. Hvønn dag drekka oman á døgurða við
køku afturvið, sunnudagar buding og rabarbugreyt um
summarið.
Tá tú var liðug við barnauppalingina, fórt tú í Nyk at arbeiða.
Eisini gekst tú trúliga til handarbeiði hjá Jessie, líka til Jessi
gavst vegna sjúku. Væl hevur ligið fyri at binda, og
framvegis hevur tú altíð okkurt í stokkum. Ommudøturnar
bæði í Føroyum og uttanlanda, hava líka til hesar dagar
fingið troyggjur av nýggjasta sniði, og glaðar eru tær fyri
pløggini frá ommu.
framvegis hevur tú altíð okkurt í stokkum. Ommudøturnar
bæði í Føroyum og uttanlanda, hava líka til hesar dagar
fingið troyggjur av nýggjasta sniði, og glaðar eru tær fyri
pløggini frá ommu.
Í dag eigur tú 10 langommubørn, og hvørja ferð ert tú klár
við undirtroyggju og sokkum, so skjótt sum tey eru fødd.
Soleiðis var eisini, tá yngsta langommudótturin, sum býr
á Argjum, var fødd 12. juli í ár.
Eg eri kedd av av vera so langt burturi, men eri glað fyri
at tú hevur tað gott og trívist so væl á Vesturskyninum.
Tú sigur at har fært tú alt upp í hendurnar og verður
uppvartað. Tað hevur tú eisin uppiborið.
Á Vesturskyninum liggur eisini væl fyri hjá tær at fylgja
við fiskarínum hjá synum tínum og bátum teirra, Búgvanum
og Hansa Mariu, og glað ert tú, tá teir støkka inn á gólvi,
um onkur løta er.
Eg ynski tær og Theodori bróður ein góðan føðingardag
og gleði meg, til vit síggjast um ikki alt ov langa tíð.
Eisini ein heilsa til Ebbet og starvsfólki á Vesturskininum.
Alis
Ingen kommentarer:
Send en kommentar