Fíggjarfúrstar
Ekspantiónsvíkingar- íslendskir kapitalistar.
Einar Már er bæði speiskur og harmur um lívið hjá nevndu monnum.Teir keyptu seg inn í partafeløg, fingu meirilutan og yvirtóku leiðsluna, niðurskrivaðu virðini, so uppruðnaligu parta- eigararnir mistu síni virði.
Teir seldu feløgini sínámillum, og yvirtóku á henda hátt uppruðnaligu virðini. Rætta orðið skuldi verið stuldur, men tá alt er gjørt innan lógarinnar karmar, ber ikki til at brúka hetta orðið.
Fleiri av hesum gørpum standa á listum yvir ríkastu fólk í heiminum.
Ávaring ella øvundsjúka.
Tá funnist verður at, um onkur hevur ov nógv av peningi, verður ofta sagt, at tey, ið finnast at, eru øvundsjúk. Soleiðis var eisini í Íslandi.Fleiri ávaringar vóru um, at tað fór at enda galið; men teir stýrandi og fíggjarfúrstarnir svaraðu aftur, at tey atfinningarsomu vóru fongd við einari øvundsjúkuíløgu. Her hjálptu ongar ávaringar. Hetta minnir meg um Føroyar í áttatiárunum.
Lógligt og ómoralskt, ymiskir leiklutir.
Altingið
Hvussu kundi alt hetta bera til? Hvør hevur ábyrgdina? Eru tað politikkarnir, ið gera lógirnar, ella eru tað einstøku persónarnir? Ein týdningarmikil persónur í hesum leiki í Íslandi er Hannes Hólmstein Gissurarson
Hannes Hólmstein Gissurarson
Hannes er professari í statsvísund við ”Háskúla Íslands”, og rithøvundur til bókina: Hvussu Ísland verður heimsins ríkasta land. Hann hevur sitið í stjørnini í Tjóðbankanum, og var høgra hond hja David Oddsson, tá nýliberalisman skuldi setast í verk og bankarnir privatiserast.
Lærusveinarnir hjá Hannesi eru ungir liberalistar, ið allir líkjast og hava somu sjónarmið. Nógvir av teimu hava høg størv í Íslandi.
Politikkarar við týðandi leiklutum:
David Oddsson
David Oddsson, konservativur politikkari fyri Sjálfstæðisflokkin. Hann hevur verið borgarstjóri, altingspolitikkari, forsætismálaráðharri frá 1991-2004 og uttanríkisráðharri 2004-2005. Í 2005 fór hann í starv sum stjóri ì Íslandska Tjóðbankanum og var har, til hann varð noyddur at leggja frá sær í 2009.
Tað var í 2002, meðan David Oddsson var forsætismálaráðharri, og Valgerður Sverrisdóttir úr Framsóknarflokkinum var ráðharri fyri bankaverkinum, at bankarnir blivu privatiseraðir. Eftir teirra sjónarmiði skuldi hetta verða stórsta frambrot í Íslands søgu.
Valgerður Sverrisdóttir
Men søgugongdin varð ein onnur. Privatiseringin førdi til undirgang. Ein grund til, at tað endaði so galið, var at tey gloymdu at gera reglur fyri virksemi hjá bankunum. Bankar og vinnulív skuldu gera sínar reglur sjálvi, tí tað høvdu tey best skil fyri.
Men heldur ikki hetta vísti seg at halda. Bankaleiðslurnar høvdu ov fríðar teymar, lántu ov nógvan pening út, og fólk kláraðu ikki at gjalda aftur. Banakrnir, ið vóru privatiseraðir vóru, Landsbankin, Glitnir og Kaupting
Geir Haarde
Geir Haarde var formaður í Sjálfstæðisflokkin síðani 2005 og forsætisálaráðharri frá 2006, til hann varð noyddur frá í 2009. Hansara meining var, at kreppan onki beinleiðis hevði við Ísland at gera, men var ein partur av heimskreppuni, ið onki kund gerast við.
Alþýðuflokkurinn
Javnaðarflokkurin- Samfylkingin
Einar Már greiðir frá hvussu javnaðarpolitikkararnir eru glidnir fra vinstru til høgru. Tað hendi ein broyting í hugunnarháttinum. Ongin munur skuldi longur vera á vinstru og høgru. Arbeiðararørslan viknaði, og orð sum solidaritetur, samanhald sigast ikki at vera neyðug longur. Hetta hevur havt við sær, at nýliberalistarnir hava kunna týggjað sær sum teir vildu, uttan mótstøðu frá eini sterkari arbeiðararørslu.
Ingibjörg Sólrún Gísladóttir.
Í 2007 fór Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, úr Samfylkíngini, í stjørn saman við Geir Haaarde, hann sum forsætisráðharri og hon uttanríkisráðharri. Fíggjarfúrstarnir settu, uttan nakra politiska mótstøðu, dagsskránna.
Tá so luftkastellurnar skramblaðu saman, var tað hvørki Geir Haaarde ella Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, sum iðraðu seg ella tóku ábyrgd av tí, ið var farið fram.
Tey høvdu ongar ætlanir um at leggja frá sær, men tað fann fólkið seg ikki í. Endin var, at tey søgdu seg frá vegna sjúku. Hetta var í mai 2009.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar