Kringvarpsgjaldið órógvar.
Á facebook er ein bólkur, ið nevnist, VEKK VIÐ KRINGVARPSGJALDINUM
Eru vit eitt fólk, so skulu vit hava bæði eitt alment útvarp og eitt alment sjónvarp, og vit mugu gjalda tað, tað kostar.
Men tað skuldi veri óneyðugt, at kravt kringvarpsgjaldið inn á henda destruktiva hátt, sum gjørt verður í løtuni.
At fáa eina rokning upp á 2000 kr tvær ferðir um árið, kann kennast sera tungt hjá nógvum. Um nú bert 3000 kr eru eftir av mánaðarlønuni, tá alt annað er goldið, so er ikki nógvur matur á borðið hesar báðar mánaðarnar.
Vilja avtaka KVF
Á skrivingini inni á facebook sæst, at kringvarpsgjaldið fær fólk at venda sær ímóti almenna sjónvarpinum. Onkur vil hava KVF avtikið, tí privatu miðlarnir og útlendskur rásirnar eru nokk. Hetta taki eg ikki undir við.
Privatir miðlar hava ofta ávís hugmyndafrøðilig endamál, ella kann endamálið verða at vinna pening. Tey hava ikki skyldu til at verða óheft, at lýsa evni frá fleiri síðum.
Í Føroyum eru útvarp, sjónvarp og bløð, sum umboða átrúarligar bólkar. Hesi kunnu sjálvandi bera viðkomandi tíðindi, men tey kunnu á ongan hátt koma í staðin fyri almenna kringvarpið, og eiga eftir mínum tykki ikki at fáa nakra almennan stuðul, sum onkutíð hevur verið borið upp á mál.
Vit, sum ikki taka undir við teirra sjónarmiðum, eiga ikki at verða noydd til at hyggja og lurta eftir hesum miðlum ella at gjalda til teirra.
”Public service” tænastuna eigur ein óheftur stovnur, at taka sær av.
Almenna tænastan (Public service).
Almenna kringvarpið hevur skyldur at røkja. Tað skal verða óheft av politiskum og átrúnarligum sjónarmiðum, skal verða upplýsandi, og lýsa mál frá ymiskum sjónarhornum. Hesi krøv kunnu vit ikki seta til privatu miðlarnar.
Vit kunnu kjakast um, um almennu miðlarnir liva upp til hetta endamál. Tað verður ikki altíð gjørt, men tá tað er okkara miðil, hava vit rætt til, og eftir mínum tykki eisini skyldu til, at seta krøv, koma við atfinningum, viðmerkingum, leiðbeiningum og viðurkenning, tá tað er uppiborðið.
Kringvarpsgjaldið á fíggjarlógina
Um kringvarpsgjaldið var býtt millum allar løntakarar, so hevði gjaldið verið nakað minni fyri tey strongdu húskini.
Tað eru politikkararnir, ið hava ábyrgdina av hesum. Hevði gjaldið verið kravt inn gjøgnum skattin, hevði tað ikki kenst sum ein so stór byrða.
Brúkaragjøld verða brúkt av politikkarunum, til at fyrigygla okkum, at vit gjalda minni í skatti. Fyri vanliga lønmóttakaran verður altíð sera tungt at liva, har nógv brúkaragjøld eru, og hesi seta stórar forðingar fyri, hvat tey við tí minnu inntøkuni, hava ráð til.
Tænasta ella hóttan.
Kringvarpið eigur, sum sagt, at verða ein tænasta til fólkið. Men politikkararnir sleppa sær undan at siga orðini, at best, bíligast og lættast var, um Kringvarpið var á fíggjarlógini. So kundi gjaldstovan ómakaleyst flutt KVF peningin, og tey skuldu ikki brúkt orku og pening upp á innkrevnjingina.
Teir lata trupuleikan til kringvarpsleiðsluna, sum skal krevja peningin inn, og her er ongin bøn.
Í rokningini stendur hóttanin: Eigur at verða goldið 10-02-11. Eftir nevnda dag verða 125,00 kr lagdar afturat. Og so tær moraliserandi lýsingarnar, sum vit øll skulu plágast við, og í síðsta enda verða fólk stevnd og gjørd lógbrótarar, orsaka av eini fjákutari innkrevjingarskipan.
Innkrevjingarhátturin av kringvarpsgjaldinum er ikki við til at gera Føroyar til eitt gott land at liva í.
Er nakar politikkari ella politiskur flokkur, sum dugir at síggja fyrimunin, ið tað hevði havt fyri brúkaran, um sjónvarpsgjaldið varð goldið gjøgnum skattin?
Ingen kommentarer:
Send en kommentar