lørdag den 21. juli 2012

Sunnudagsskúlin

Jákup Magnussen er byrjaður eitt kjak um sunnudagsskúlan á facebook.

Jákup skrivar:

Ótilvitað

Vita foreldur av, at hvørja ferð ein sendir barn sítt í sunnudagsskúla, loyvir ein øðrum persónum at forma henda lítla guds skapning eftir einum óttafullum og fanatiskum leisti.

Vita foreldur av, at sama barnið seinni kann verða samsekt í heimsins líðing, tí valið varð tikið frá tí í barndóminum.

Vita foreldur av, at átrúnaðarligar rørslur stuðla opið londum, sum hvørt ár drepa nógv fólk í kríggi og fregnartænastuvirksemi.

Vita foreldur av av, at samkomuleiðarar í Føroyum halda, at til dømis álopið á Irak var eina góð gerð. Deyðstalið fór í ár upp um eina millión menniskju.

Vita føroyingar av, at ongi kríggj hava kostað so nógv mannalív, sum tey ið hava verið rættvístgjørd við guds orði.

Vita føroyingar av, at nógv fólk verða innløgd á psykiatriska deild við átrúnaðarørsku sum grund.

Vita politikarar av, at við at geva átrúnaðarligum loftmiðlum og fólkaskúlum loyvi at virka, er landið við at stuðla upp undir eina oyðandi pólarisering millum heimsins lond.

Vit politikarar av, at public-service sáttmálin rúmar, at kvf-medarbeiðarar ókritiskt og óviðgjørt kunnu senda fanatiskt, átrúnarligt tilfar gjøgnum talu og ómotiveraðan tónleik.

Vita vit av, at eisini í vesturheiminum hava átrúnaðarligu, politisku flokkarnir minst tol við sínum borgarum, og serliga nútíðar "tollarum" og "farisearum".

Vita vit av, at í hesari ótilvitaðu manipulasjón doyr tað reinmenta. Onkuntíð seint, onkuntíð spakuliga, men altíð til endans.

Kortini kalla tey tað kærleika....?....
 
 
Mín viðmerking:
 
Takk fyri Jákup. Hetta kjakið hevur verið tiltrongt í minst 60 ár. Alla ta tíðina, eg havi livað. Eg minnist hvønn dag ilt aftur á Sunnudagsskúlan. Boðskapurin var einfaldur: Um tú gert nakað skeivt, so skalt tú brenna í helviti í allar ævir. Søgan um ríka mann og Lásarus stendur enn klár fyri mær. Tú fært ikki ein dropa av vatni. Sum barn hugsar ein konkret og tilber at ansa eftir sær sjálvum, at ein ikki ger nakað skeivt, men øll hini tú ert góð við, er tað nú vist, at tey sleppa við í himmiríki.


Tað ringasta í Føroyum er, at tú ikki sleppur at tosa um hetta. Tað er, sum um sunnudagsskúlin er friðaður. Tí er tað sera gott, at tú tekur hetta evni upp, og rætt hevur tú, foreldur eiga at ansa eftir, hvat tey lata børn síni ganga til, og øll vaksin eiga at vita, at tað tú sigur við eitt barn, ongantíð verður gloymt.


Sunnudagsskúlin

                                                                                              
                                                                                        tekning: Randi Joensen
  
Orð og lag: Ragnar í Vík

Ein nýkomin dagur úr havsbrúnni rann,
og pilturin vaknaður er.
Úr svøvntungum dreymi, hann letur seg í,
og yvir til vindeygað fer.
Skýggið í havsbrúnni hóttandi er,
men hvørvur og luftin gerst blá.
Eitt steinkast frá ánni, ein tjørn skamt ífrá,
tað var har, ið heim hansar lá.

2.
Var tað eggið ella kanska var tað ungin, ið kom fyrst.
Spurningar, hann ofta setti sær,
og spurdi hann vinirnar, so flentu teir hart,
og aldrin fekk hann nøktandi svar.
Ein stillur og fittur unglingi var,
og sjálvdan hann gjørdi fortreð.
Men tað i hann oftani hugsaði um,
man nakar vera góður vi meg.

3
Í sunnudagsskúla gekk hann, sum børnini flest,
og hoyrdi um Harran Jesus Krist.
Um tey sum ei trúðu, gekk leiðin so beint,
í helvetis eldin, tað var vist.
Og onki tað hjálpti, um hann so bað,
fyri framman var pína, eitt bál.
Men kanska var ein vón, um hann angraði alt,
og gjordi sítt, at fáa umvendt eina sál

4.

Ein kona steig fram, hon í kinnum var reyð,
hon álvarsom hugdi at mær.
Hoyr lítli vinur mín, skuldin er tín,
at frelsarin krossfestur var.
Í ræðslu hann hugsar, hvat havi eg gjørt,
og hann sum aldrin gjørdi fortreð.
Nú var ongin ivi, nú skilti hann so væl,
hví ongin var góður vi seg.

5.
Ein barnasál er, sum eitt óskrivað blað,
ver varin, hugsað um tað.
Hugsað um fylgirnar, av tí sum tú gert,
og um tað, tú sjálv hevur sæð.
Tey klappa og syngja og sýnast so glað,
og drekka ei mjøin ella vín,
og í himmalska rúsinum dusa tey sær.
Men sum vaksin er ábyrgdin tín.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar