lørdag den 17. september 2011

Skattur og mvg

                                      Ein gomul pláta
Svar til mín:

Alis, orsøkin til at samfelagið hevur so høgt skattatrýst er, at tann almenni sektorurin er alt ov stórur. Gaman í at hava stovnar sum skulu hjálpa okkara landsmonnum og trygdarnet skal verða undir okkara veiku, men trupuleikin er bara at ø...ll játtanin fer til umsiting ! Tað verur lítið og onki eftir til tann ið hevur tørv á teim almennu tænastunum. Tað sita stjóran og leiðarar á nærum hvørjum stóli, og hettar kostar D`YRT. Tað skal rekast sum ein privat fyritøka. Tá MÀ tað geva yvirskot.


                                            Okkurt er galið?
Svar
Eg eri púra samd við tær í, at skattatrýstið og mvg´ið er alt ov høgt.
Dømi:
Mín løn um mðr...............................20000 kr
skattur 40 pct,...................................8000 kr
eftir at brúka....................................12000 kr
20 pct. í mvg.....................................2400 kr. av øllum eg keypi
Verunlig løn...................................... 9600kr


Um vit ganga út frá bruttulønini hjá mær, og eg skal gjalda eina rokning upp á handverkaraarbeiði/løn 2000 kr + mvg.
So verður rokningin..................................2500 kr.
Handverkarin letur landkassanum mvg´ið..... 500 kr
og av restini   .............................................. 2000 kr
skal hann gjalda skatt 40 pct,   ......................800 kr


Hann hevur eftir ........................................1200 kr.


Hann keypir fyri henda pening,
landkassin fær mvg 20 pct.... ....................... 240 kr


Hann fekk vørur fyri................................... 960 kr.


Fyri at gjalda 2500 kr skuldi eg brúka 3500 kr av míni bruttuløn,
og av hesum peningi hevur handverkarin 960 kr eftir til sín sjálvs. 


                 Borgarligir flokkar duga verri at umsita.
Borgarligu flokkarnir siga altíð, at teir sosialu flokkarnir, duga ikki at umsita landsins pening. Í morgun hoyrdi eg eina sending, um eina kanning, sum ein týskur fíggjarfrøðingur hevur gjørt um hetta evni. Kanningin vísti, at borgarligu flokkarnir brúka líka nógvan og enn meira pening, enn teir sokallaðu sosialu flokkarnir gera, tá teir koma til ræði, so tað kann næstan gera tað sama, hvat sagt verður áðrenn val.
Tað var eisini meðan Jógvan Sundstein, fyri fólkaflokkin, var fíggjarmálaráðharri, at mvg´ið varð innført í Føroyum.

Teir borgarligu í Danmark ætlaðu eisini at minka umsitingina, men teir hava innført so nógv kontroll, og meira kontroll, meira umsiting.

Viðvíkjandi almenna sektorinum: sum eg havi víst við mínum roknistykki, so fær landskassin meira enn helvtina aftur, av tí alment lønt fáa í løn.
Um tað verður trekt av, so eru almennu útreiðslurnar munandi minni, enn fíggjarlógin vísir.

                                 Peningarensli í vanda.
Peningur er ein genial uppfinning, sum ger tað møguligt hjá okkum, at keypa tænastur og vørur frá hvørjum øðrum. Men fyri at vit kunnu gera tað, ber ikki til, at skipanin loyvir, at peningarensli steðgar upp. Onkur samanber tað við blóðið í kroppinum. Tað flytur neyðugu evnini, har tað er brúk fyri teimum. Um alt blóðið endar í einum staði, so steðgar alt upp.
Viðvíkjandi peningaskipanini merkir hetta, at stórur munur verður millum rík og fátæk, og ein lítil samfelagsbólku leggur seg á stórsta partin av peninginum .
Hetta er størsti trupuleikin í Vesturheiminum í dag.

Komplimenterar peningaskipanir hava stóran áhuga.
Fleiri arbeiðsloysisøki eksperimentera við tí tey kalla, komplimenter peningaskipan. Har gera tey lokalan pening, sum tey so brúka á staðnum, og fáa á henda hátt gongd í handil og tænastur.

Okkara skipan við skatti og mvg hjálpir ikki upp á peningarensli. Kanska kom líka nógv í landskassan, um mvg´ið var t.d. 15-10 pct. So sluppu pengarnir at skifta hendur fleiri ferðir, og fleiri fingu gleði av teimum, áðrenn teir endaðu aftur í landskassanum.

Áhugaverdur lesnaður um evni://www.margritkennedy.de                        


torsdag den 15. september 2011

Fólkatingsvalið

                                                     
                                                       Fólkatingsvalið 2011


Ø besti bókstavur til bæði stór og smá.


                                                        
Eri stødd í Danmark, so eg havi ikki rættuliga fylgt við valstríðnum í Føroyum og havi ikki gjørt mær ómak, at velja við brævatkvøðu. Men eg fari at fylgja betri við til Løgtingsvalið og vita, um nakar politikkari finst, sum ikki er heilavaskaður av nýliberalismuni, ið er við ella longu hevur koyrt allan vesturheimin á húsagang.

Mítt svar til ein ungan yvrigan fólkaflokksmann:
 

Síggi ikki tann stóra munin á flokkunum. Allir eru heilavaskaðir til nýliberalismuna, ættað frá Reagan og Tacher.
Tá nakað alment riggar, skal tað privatiserast, so tey, ið eiga ov nógvan pening kunnu fáa enn meira.
Endamálið er vinningsbýti til partaeigararnar, so dýrari verður hjá brúkarunum. Vinningsbýti heldur enn viðlíkahald. Onki vinningsbýti, so fer fyritøkan á heysin, og so má byrjast av nýggjum.
Dømi: Føroya Tele, Atlantic Airways, Føroya Banki, Føroya Lívstrygging, Tryggingarfelag Føroyar v.m.

tirsdag den 9. august 2011

Ragnar skrivar:


                                                       Ragnar Í Vík

Fíggjarpolitikkur/peningaskipan

Løgi at ongin av okkara fíggjarfrøðingum, tora ella vilja seta ? við verandi fíggjarpolitikk/peningaskipan ? Karl Marx segði, at kreppur fóru at koma, og fyri hvørja ferð tær komu, blivu tær verri og verri.

At ríkidømi samlast á farri hendur, til tað bert... eru nøkur fá ið eiga alt.

Væl riknir bankar fara rabundus, fólk sum hava svara hvørjum sítt, verða rikin frá húsi og heimi.

Bankastjórin verður loystur úr starvi, ella sigur seg frá av persónligum orsøkum og fær eina fráfaringarløn, ið er frá 4 millión kr upp til 15 milliónir kr, alt eftir hvør avtala er gjørd framman undan.

Hvar er tann fjórða statsmaktin?

Eftir: Ragnar Í Vík

søndag den 3. juli 2011

Kringvarpsgjaldið

                            
                               Kringvarpsgjaldið órógvar.


                                                    


Á facebook er ein bólkur, ið nevnist, VEKK VIÐ KRINGVARPSGJALDINUM
Eru vit eitt fólk, so skulu vit hava bæði eitt alment útvarp og eitt alment sjónvarp, og vit mugu gjalda tað, tað kostar.
Men tað skuldi veri óneyðugt, at kravt kringvarpsgjaldið inn á henda destruktiva hátt, sum gjørt verður í løtuni.
At fáa eina rokning upp á 2000 kr tvær ferðir um árið, kann kennast sera tungt hjá nógvum. Um nú bert 3000 kr eru eftir av mánaðarlønuni, tá alt annað er goldið, so er ikki nógvur matur á borðið hesar báðar mánaðarnar.

                                             Vilja avtaka KVF
Á skrivingini inni á facebook sæst, at kringvarpsgjaldið fær fólk at venda sær ímóti almenna sjónvarpinum. Onkur vil hava KVF avtikið, tí privatu miðlarnir og útlendskur rásirnar eru nokk. Hetta taki eg ikki undir við.

Privatir miðlar hava ofta ávís hugmyndafrøðilig endamál, ella kann endamálið verða at vinna pening. Tey hava ikki skyldu til at verða óheft, at lýsa evni frá fleiri síðum.

Í Føroyum eru útvarp, sjónvarp og bløð, sum umboða átrúarligar bólkar. Hesi kunnu sjálvandi bera viðkomandi tíðindi, men tey kunnu á ongan hátt koma í staðin fyri almenna kringvarpið, og eiga eftir mínum tykki ikki at fáa nakra almennan stuðul, sum onkutíð hevur verið borið upp á mál.

Vit, sum ikki taka undir við teirra sjónarmiðum, eiga ikki at verða noydd til at hyggja og lurta eftir hesum miðlum ella at gjalda til teirra.
”Public service” tænastuna eigur ein óheftur stovnur, at taka sær av.

                                         
                               Almenna tænastan (Public service).
Almenna kringvarpið hevur skyldur at røkja. Tað skal verða óheft av politiskum og átrúnarligum sjónarmiðum, skal verða upplýsandi, og lýsa mál frá ymiskum sjónarhornum. Hesi krøv kunnu vit ikki seta til privatu miðlarnar.

Vit kunnu kjakast um, um almennu miðlarnir liva upp til hetta endamál. Tað verður ikki altíð gjørt, men tá tað er okkara miðil, hava vit rætt til, og eftir mínum tykki eisini skyldu til, at seta krøv, koma við atfinningum, viðmerkingum, leiðbeiningum og viðurkenning, tá tað er uppiborðið.


                               Kringvarpsgjaldið á fíggjarlógina
Um kringvarpsgjaldið var býtt millum allar løntakarar, so hevði gjaldið verið nakað minni fyri tey strongdu húskini.
Tað eru politikkararnir, ið hava ábyrgdina av hesum. Hevði gjaldið verið kravt inn gjøgnum skattin, hevði tað ikki kenst sum ein so stór byrða.
Brúkaragjøld verða brúkt av politikkarunum, til at fyrigygla okkum, at vit gjalda minni í skatti. Fyri vanliga lønmóttakaran verður altíð sera tungt at liva, har nógv brúkaragjøld eru, og hesi seta stórar forðingar fyri, hvat tey við tí minnu inntøkuni, hava ráð til.


                                         Tænasta ella hóttan.
Kringvarpið eigur, sum sagt, at verða ein tænasta til fólkið. Men politikkararnir sleppa sær undan at siga orðini, at best, bíligast og lættast var, um Kringvarpið var á fíggjarlógini. So kundi gjaldstovan ómakaleyst flutt KVF peningin, og tey skuldu ikki brúkt orku og pening upp á innkrevnjingina.

Teir lata trupuleikan til kringvarpsleiðsluna, sum skal krevja peningin inn, og her er ongin bøn.
Í rokningini stendur hóttanin: Eigur at verða goldið 10-02-11. Eftir nevnda dag verða 125,00 kr lagdar afturat. Og so tær moraliserandi lýsingarnar, sum vit øll skulu plágast við,  og í síðsta enda verða fólk stevnd og gjørd lógbrótarar, orsaka av eini fjákutari innkrevjingarskipan.


Innkrevjingarhátturin av kringvarpsgjaldinum er ikki við til at gera Føroyar til eitt gott land at liva í.



Er nakar politikkari ella politiskur flokkur, sum dugir at síggja fyrimunin, ið tað hevði havt fyri brúkaran, um sjónvarpsgjaldið varð goldið gjøgnum skattin?
















torsdag den 28. april 2011

Leikluturin hjá íslendsku politikarunum í fíggjarkreppuni.

Fíggjarfúrstar
Ekspantiónsvíkingar- íslendskir kapitalistar.
Einar Már er bæði speiskur og harmur um lívið hjá nevndu monnum.
Teir keyptu seg inn í partafeløg, fingu meirilutan og yvirtóku leiðsluna, niðurskrivaðu virðini, so uppruðnaligu parta- eigararnir mistu síni virði.
Teir seldu feløgini sínámillum, og yvirtóku á henda hátt uppruðnaligu virðini. Rætta orðið skuldi verið stuldur, men tá alt er gjørt innan lógarinnar karmar, ber ikki til at brúka hetta orðið.
Fleiri av hesum gørpum standa á listum yvir ríkastu fólk í heiminum.

Ávaring ella øvundsjúka.
Tá funnist verður at, um onkur hevur ov nógv av peningi, verður ofta sagt, at tey, ið finnast at, eru øvundsjúk. Soleiðis var eisini í Íslandi.
Fleiri ávaringar vóru um, at tað fór at enda galið; men teir stýrandi og fíggjarfúrstarnir svaraðu aftur, at tey atfinningarsomu vóru fongd við einari øvundsjúkuíløgu. Her hjálptu ongar ávaringar. Hetta minnir meg um Føroyar í áttatiárunum.

Lógligt og ómoralskt, ymiskir leiklutir.

Altingið

Hvussu kundi alt hetta bera til? Hvør hevur ábyrgdina? Eru tað politikkarnir, ið gera lógirnar, ella eru tað einstøku persónarnir? Ein týdningarmikil persónur í hesum leiki í Íslandi er Hannes Hólmstein Gissurarson



Hannes Hólmstein Gissurarson


Hannes er professari í statsvísund við ”Háskúla Íslands”, og rithøvundur til bókina: Hvussu Ísland verður heimsins ríkasta land. Hann hevur sitið í stjørnini í Tjóðbankanum, og var høgra hond hja David Oddsson, tá nýliberalisman skuldi setast í verk og bankarnir privatiserast.
Lærusveinarnir hjá Hannesi eru ungir liberalistar, ið allir líkjast og hava somu sjónarmið. Nógvir av teimu hava høg størv í Íslandi.


                                    Politikkarar við týðandi leiklutum:


 
                                                       David Oddsson

David Oddsson, konservativur politikkari fyri Sjálfstæðisflokkin. Hann hevur verið borgarstjóri, altingspolitikkari, forsætismálaráðharri frá 1991-2004 og uttanríkisráðharri 2004-2005. Í 2005 fór hann í starv sum stjóri ì Íslandska Tjóðbankanum og var har, til hann varð noyddur at leggja frá sær í 2009.
Tað var í 2002, meðan David Oddsson var forsætismálaráðharri, og Valgerður Sverrisdóttir úr Framsóknarflokkinum var ráðharri fyri bankaverkinum, at bankarnir blivu privatiseraðir. Eftir teirra sjónarmiði skuldi hetta verða stórsta frambrot í Íslands søgu.


   
                                                 Valgerður Sverrisdóttir


Men søgugongdin varð ein onnur. Privatiseringin førdi til undirgang. Ein grund til, at tað endaði so galið, var at tey gloymdu at gera reglur fyri virksemi hjá bankunum. Bankar og vinnulív skuldu gera sínar reglur sjálvi, tí tað høvdu tey best skil fyri.
Men heldur ikki hetta vísti seg at halda. Bankaleiðslurnar høvdu ov fríðar teymar, lántu ov nógvan pening út, og fólk kláraðu ikki at gjalda aftur. Banakrnir, ið vóru privatiseraðir vóru, Landsbankin, Glitnir og Kaupting


                                                     Geir Haarde


Geir Haarde var formaður í Sjálfstæðisflokkin síðani 2005 og forsætisálaráðharri frá 2006,  til hann varð noyddur frá í 2009. Hansara meining var, at kreppan onki beinleiðis hevði við Ísland at gera, men var ein partur av heimskreppuni, ið onki kund gerast við.

                                                           Alþýðuflokkurinn

                                                 Javnaðarflokkurin- Samfylkingin
Einar Már greiðir frá hvussu javnaðarpolitikkararnir eru glidnir fra vinstru til høgru. Tað hendi ein broyting í hugunnarháttinum. Ongin munur skuldi longur vera á vinstru og høgru. Arbeiðararørslan viknaði, og orð sum solidaritetur, samanhald sigast ikki at vera neyðug longur. Hetta hevur havt við sær, at nýliberalistarnir hava kunna týggjað sær sum teir vildu, uttan mótstøðu frá eini sterkari arbeiðararørslu.



                                             Ingibjörg Sólrún Gísladóttir.


Í 2007 fór Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, úr Samfylkíngini, í stjørn saman við Geir Haaarde, hann sum forsætisráðharri og hon uttanríkisráðharri. Fíggjarfúrstarnir settu, uttan nakra politiska mótstøðu, dagsskránna.
Tá so luftkastellurnar skramblaðu saman, var tað hvørki Geir Haaarde ella Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, sum iðraðu seg ella tóku ábyrgd av tí, ið var farið fram.
Tey høvdu ongar ætlanir um at leggja frá sær, men tað fann fólkið seg ikki í. Endin var, at tey søgdu seg frá vegna sjúku. Hetta var í mai 2009.




fredag den 4. marts 2011

Lærarar og skúli. Ískoyti í eitt kjak á facebook.

                                                Nógv skal lærast


Hetta kjakið er ov nógv um lærararnar, sum persónar. Spurningurin er, hvønn skúla vilja vit hava, og hvørjar uppgávur hevur lærarin. Eg havi verið lærari í 38 ár og arbeitt saman við nógvum sera dugnaligum lærarum, og sum gera sær stóran ómak og leggja nógva orku í arbeiðið. Tað er altíð onkrum, sum til ber at finnast at, men tað má verða uppgávan hjá leiðslunum.

Nógv er sagt um PISA, og nógvir granskarar siga, at hon ikki heldur vísundaliga. Eitt dugir Niels Egelund væl, tað er at fáa umtalu í fjøllmiðlunum. Fyrsta PISA-kanningin í Føroyum var eitt sniðálop. Lærarar sluppu ikki at greiða næmingunum frá hvat skuldi fara fram, og næmingar fingu boð um, at tað hetta var bara ein ”forprøvi”, og kom ikki at standa nakrastaðni.

Eg havi gingið til fyrilestrar hjá Kaj Spelling á Danmarks Lærerhøjskole. Hann var professari í t.d. intelligensmátingum. Hann segði, at ikki bar til at samanbera fólk úr ymiskum mentaðum. Eg dugi ikki at síggja endamálið við, at øll lond (OECD) í heiminum skulu upp til somu roynd. Vit hava fyrr havt, og hava aftur nú landsroyndir í Føroyum, og hvørt ár eru næmingar til roynd í 9. og 10. flokki, so væl ber til hjá mynduleikunum at kenna støðið.

Tað hevði sjálvandi verið nógv lættari, at verið lærari, um næmingar vóru býttir upp eftir evnum. So fórt tú bara inn í flokkin, helt fyrilestur og alt gekk kanska sum smurt?

Vit mennsikju eru fødd við ymiskum evnum og í ymisk umhvørvi. Í einum skúlaflokki eru 24 næmingar. Tað kann samanberast við at dirigera einum orkestri, at fáa hesi ymisku 24 individini at virka, læra og arbeiða saman. Tað ger tað spennandi at vera lærari. Væl ber til at differentiera gjøgnum næmingalagaða undirvísing. Hetta krevur meira av læraranum, enn tann homogeni flokkurin, men vit fáa næmingar við størri sjónarringi og størri sosialum førleika.

lørdag den 19. februar 2011

Waylon Jennings: Lív og lagna - 3. partur Oddbjørn Váglíð skrivar

Waylon Jennings



                                                 Liðugur í Nashville
Tónleikaumhvørvið í Nashville vildi ikki vita av hesum nýggja manninum, við longum hári og skeggi, og Waylon slapp ikki at spæla til konsertir har. Hann leitaði sær tí til Las Vegas at upptraðka. Tað var á eini tílíkari konserferð, at hann sat á hotelkamarinum og byrjaði upp á sangin ”Good Hearted Woman”, men hann fekk ikki sangin lidnan. Íblástur til sangin var Tina Turner. Møguliga hava Ike og Tina verið á konsertferð í Las Vegas um hetta mundi, og Waylon er komin at kenna teirra buldrasliga hjúnarlag.

                                  Willie Nelson eisini úr Nashville

Willie Nelson var eisini flýddur úr Nashville um hetta mundi. Hann hevði eisini skift ham, hevði latið skegg og hár vaksa og brúkti pannuband. Hann var um hetta mundi staddur í Austin í Texas, har hann royndi at finna áhoyrarar til til sín tónleik og sum góðtóku hansara nýggja "image".

                                           
                                          Waylon Jennings og Willie Nelson

                                                   Willie í Armadillo
Einaferð Willy var í Armadillo og sang, legði hann merki til, at flestu áhoyrararnir høvdu fullskegg og langt hár, og tað besta av øllum teimum dámdu hansara tónleik.



                                                  Willie ringdi til Waylon
Eftir konsertina fór Willie beina leið til telefonina og ringdi til Waylon og segði nakað soleiðis;” Tú ert sera heppin, at kenna meg. Kom niður her til Austin, so skulu vit báðir fara á Armadillo at syngja. Her eru áhoyrarar, sum dáma okkara tónleik, og sum ganga ílatin sum vit”.
Tá ið Waylon kom niður til Austin í Texas til Willie, hevði hann hálvlidna sangin, ”Good Hearted Woman” við sær. Teir báðir settust so á hotelkamarinum at gera sangin lidnan. Teir sungu hann seinni um kvøldið. Hetta gjørdist eitt gjøgnumbrot fyri teir báðar og eitt vinaralag fyri lívið.


                                    
                                               Jessi Colter og Waylon Jennings

                                                           Síðstu ferð
Í 1974 útgav Waylon LP´ina ”This Time”, og var hetta rættuliga gjøgnumbrotið hjá honum, við tað, at hann nú kom inn sum nr. 1 á Billboard. Sangurin ”This Time” er um kærleikan millum hann og Jessie. Hon fór frá honum, og so vil hon hava hann aftur. Tá setti Waylon nakrar treytir. Hann segði, ”hvør morgindagur verður eftir, hvønn kærleika eg eg fái í dag, og hetta skalt tú minnast til, hesuferð(This Time) verður síðstu ferð”.
                                     
                                      


                                                    Hansara besta LP
Besta LP´in hjá Waylon verður hildin at vera ”Dreaming my dreams”. Hon kom út í 1975, produserað av Jack Klement.
Waylon fær nú rættuliga blóð upp á tonna, og í 1976 kemur LP´in ”Wanted: The Ourlaws”, har hann syngur saman við Willie Nelson, Tompall Glasier og konuni Jessi Colter. Hetta er fyrstu ferð Waylon syngur saman við Willie Nelson á plátu.
Ein sangur á hesi plátuni, fær seinni heiti sum tjóðsangurin hjá manschavinistunum.Tað er sangurin,”Put Another Log on the Fire”, sum Tompall Glasier syngur. Sangskrivarin er Shel Silverstein.

                                                        Vent í holuni
Nú vendi hjá Waylon. Hann slapp at skriva og syngja tann tónleik, sum hann sjálvur vildi, og lata seg í, sum hann vildi. Og tað besta av øllum, nú var hann rúsfríður aftaná 21 ára misnýtslu av rúsevnum. Tað koma nú nógv góð og hendingarík ár fyri Waylon og hansara konntryfjepparar.
Eg fari ikki at greiða frá øllum teimum mongu plátuútgávunum, sum Waylon letur úr hondum hesi komandi árini, men fari at nema við seinna partin av lívinum hjá honum.                                                                     

                                                                 
                                  
                                      Waylon Jennings og Johnny Cash

                                                      Høvdingar hittast

Í desember mánaði 1988 var farið at bila við hjartanum hjá Waylon, og hann var innlagdur at fáa eina bypass skurðviðgerð. Stór vóru eyguni í honum, tá hann kom inn á sjúkrastovuna, tí har lá sjálvur Johnny Cash, sum eisini skuldi hava viðgerð fyri hjartað. Her lógu so teir báðir og mintust aftur á gamlar dagar í íbúðini í Madison, har teir í bestu árum høvdu húsast saman. Nú lógu teir á somu stovu á sjúkrahúsi og skuldu umvæla hjartapumpuna.

                                 
                                   Jessi Colter, Shooter og Waylon Jennings

                                                          Á skúlabonk

Í 1990 tók Waylon 53 ára gamal, ”Hight School Diplomat”. Tað sum svarar til HF her hjá okkum. Nú hann skuldi styrkja seg eftir skurðviðgerðina var farið aftur á skúlabonk. Hann vildi eisini vísa seg sum eina góða fyrimynd, fyri soninum Shooter. Skúli og skúlating høvdu ikki verið Waylonsa sterka síða í ungum árum.


                                                          Niður á bakka
Í 1997 er aftur ólag á hjartanum hjá Waylon. Hann verður lagdur undur skurð, men kom ongantíð rættuliga fyri seg aftur. Hann hevði fingið sukursjúku, og tað gongur mest sum bara niður á bakka.

                                                  Mintust Buddy Holly

Í 1998 var Waylon Jennings við í eini sjónvarpssending, sum BBC gjørdi, í samband við 40 ára minni um deyða Buddy Holly´s. Í hesi sending sang hann ”Peggy Sue” saman við uppruðna limunum í ”The Cricket”, Sonny Curtis, Jerry Allison og Joe B. Mauldum. Waylon sat á einum stóli og sang.

Ryman auditorium

Seinastu konsertirnar í Nashville

Í juni mánað 1999 fór Waylon undir at fáa sær ein tónleikabólk aftur. Bólkin kallaði hann ”Waylon and Tha Waymore Blues Band”. Hetta var ein bólkur við 13 monnum og kvinnum. Fleiri vóru úr uppruðna bólkinum ”The Waylors”.
Hann hevði sett sær fyri, at hava eina konsert, har hann segði farvæl, í Nashville. Tvær framførslur vóru, 5. og 6. januar í 2000. Tær vóru hildnar á gamla ”Ryman”, vóru upptiknar og fáast bæði á sjónbandi og fløgu. Heiti er ”Never Say Die”.
Heilsustøðan hjá Waylon var nú so vánalig, at hann ikki fekk staðið á pallinum, men mátti sita á einum stóli undir allari framførsluni.



Chandler í Arizona

Aftur til Arizona

Eftir konsertina seldi Waylon húsini hjá sær í Nashville, og flutti til Chandler í Arizona, ein forstaður til Phoenix, har tað heila byrjaði í 1961. Hann hevði ætlanir um eisini at hava eina konsert, har hann segði farvæl, í Phoenix. Men hetta varð av ongum, tí nú gekk skjótt niður á bakka við heilsuni.


                                        Til jarðarferðina hjá Chet Atkins
Waylon var til staðar til jarðarferðina hjá Chet Atkins í juli mánað 2001. Hann sat í rullustóli, men mótið var gott. Við blaðfólkini segði hann: ”You cat´t keep an ol´Hoss down”, (tú kanst ikki halda einum gomlum hesti niðri). Hann segði blaðfólkunum, at hann byrjaði at upptraðka aftur móti vári.
Waylon hevði eyknevni ”Hoss”, sum á Texas máli merkir hestur.

Country Music Hall of Fame

Í oktober 2001 varð Waylon valdur inn í ” Country Music Hall of Fame”. Hann møtti ikki upp sjálvur, men hevði sent sonin, Buddy Dean Jennings, at taka ímóti heiðursgávuni.



A Mann Called Hoss


          
                                           Ikki á bylgjulongd við Nashville.
Waylon var ongantíð á bylgjulongd við Nashville og teirra blaðfólk. Tað gav at bíta á jólum 1984. Waylon var saman við Willie Nelson og Kris Kristofferson í Montreux í Sveis. Teir vitjaðu vinmannin Johnny Cash. Hesir fýra, sum seinni myndaðu bólkin ”Highwayman”, høvdu upptraðkað, og aftaná framførsluna spurdi ein blaðmaður úr Nashville Waylon, hví hann var í Montreux á jólum. Waylon svaraði, at tað var tí at Jesus barnið var føtt í Montreux. Hesi tíðindi fóru um alt U.S.A., so blaðmaðurin var ikki stinnur í bíbligusøgu.
Tað var á henda hátt, Waylon ofta samskifti við blaðfólkini. Hann gekk sjáldan við til at hava samrøður við blaðfólk. ”Tey skriva sína søgu, líka mikið hvat eg sigi”, segði hann.
Hetta gjørdi, at hann sjálvur segði frá síni lívssøgu til ein blaðmann, og henda frásøgn bleiv til bókina ”A Man Called Hoss”.



                                              Fór stillisliga foldum frá

Tann 19 desember 2001 var støðan so hættilslig, at læknarnir tóku vinstra fót av hjá Waylon. 13. februar 2002 andaðist hann. Hann hevði veri upp og fingið sær at eta saman við Jessi. Tá tey høvdu sitið og práta eina løtu, segði Waylon við Jessi, at hannn fór at leggja seg eina løtu. Hann fór so í rulistólinum inn aftur á kamari, legði seg at sova og vaknaði ongantíð aftur.
So sigast má, at ribbaldurin Waylon Jennings fór stillisliga foldum frá. Lív hansara hevði verið buldrasligt og kundi veri endað tann 3. februar 1959, um hann ikki hevði býtt um pláss við J.P. Richardson. Hann fekk ein kjans afturat, 43 ár á tónleikapallinum og hann vísti, at dugur var í manninum.

Waylon Jennings liggur grivin í Mesa, sum er ein forstaður til Phonix.