fredag den 4. marts 2011

Lærarar og skúli. Ískoyti í eitt kjak á facebook.

                                                Nógv skal lærast


Hetta kjakið er ov nógv um lærararnar, sum persónar. Spurningurin er, hvønn skúla vilja vit hava, og hvørjar uppgávur hevur lærarin. Eg havi verið lærari í 38 ár og arbeitt saman við nógvum sera dugnaligum lærarum, og sum gera sær stóran ómak og leggja nógva orku í arbeiðið. Tað er altíð onkrum, sum til ber at finnast at, men tað má verða uppgávan hjá leiðslunum.

Nógv er sagt um PISA, og nógvir granskarar siga, at hon ikki heldur vísundaliga. Eitt dugir Niels Egelund væl, tað er at fáa umtalu í fjøllmiðlunum. Fyrsta PISA-kanningin í Føroyum var eitt sniðálop. Lærarar sluppu ikki at greiða næmingunum frá hvat skuldi fara fram, og næmingar fingu boð um, at tað hetta var bara ein ”forprøvi”, og kom ikki at standa nakrastaðni.

Eg havi gingið til fyrilestrar hjá Kaj Spelling á Danmarks Lærerhøjskole. Hann var professari í t.d. intelligensmátingum. Hann segði, at ikki bar til at samanbera fólk úr ymiskum mentaðum. Eg dugi ikki at síggja endamálið við, at øll lond (OECD) í heiminum skulu upp til somu roynd. Vit hava fyrr havt, og hava aftur nú landsroyndir í Føroyum, og hvørt ár eru næmingar til roynd í 9. og 10. flokki, so væl ber til hjá mynduleikunum at kenna støðið.

Tað hevði sjálvandi verið nógv lættari, at verið lærari, um næmingar vóru býttir upp eftir evnum. So fórt tú bara inn í flokkin, helt fyrilestur og alt gekk kanska sum smurt?

Vit mennsikju eru fødd við ymiskum evnum og í ymisk umhvørvi. Í einum skúlaflokki eru 24 næmingar. Tað kann samanberast við at dirigera einum orkestri, at fáa hesi ymisku 24 individini at virka, læra og arbeiða saman. Tað ger tað spennandi at vera lærari. Væl ber til at differentiera gjøgnum næmingalagaða undirvísing. Hetta krevur meira av læraranum, enn tann homogeni flokkurin, men vit fáa næmingar við størri sjónarringi og størri sosialum førleika.