fredag den 1. december 2023

Føroyska peningaskipan


Vesturlendska peningaskipanin er, við dollarinum sum felagsvaluta og møguliga Evruni eisini, í ferð við at kollapsa.

 

 Í Danmark er Nationalbankin privat ogn. Á hesum øki eru Føroyar kanska frægari fyri enn Danmark, um vit eiga Landsbankan sjálvi? , so kundu vit fyribils roynt okkum, við at Landsbankin gjørdi "lokalan valuta", tað slagið, sum fleiri býir í Bretlandi hava.

 

Pengarnir hava eitt endamál, at skifta teir um við vørur og tænastur. Við lokalum pengum kunnu vit handla við hvønn annan, við stuttfluttum vørum. So kann Landsbankin finna út av, hvønn fremmanda valuta vit hava brúk fyri til uttanlandshandil.

 

Eg rokni við, at nógv rista við høvdinum at hesum uppskoti, men eg haldi, at tað hevði verið vert at kjakast um, nú heimurin er á einum vegamóti viðvíkjandi heimshandinum og ikki minst vantandi framleiðslu og vaksandi fátækradømi í Evropu.

 

onsdag den 25. oktober 2023

Ísrael drepur eisini síni egnu!

 

 

Zionistarnir í Ísrael hava til endamál at útrudda palæstinar, sum fólk. Tí hava teir fyri árum síðani, borið so í bandi, at terrorfelagsskapurin Hamas fekk fótin fastan í Gaza.

Gjøgnum Katar hava zionistarnir stuðla Hamas við pengum, so teir komu fram um onnur í politikki og vali. Tað eydnaðist zionistunum, at fáa Hamas at leypa á, soleiðis, at zionistarnir fingu umberingina til at leypa á fólkini í Gaza,sum teir kalla fyri dýr og siga tey ikki at vera menniskju.

 Zionistarnir hava heldur ikki virðing fyri lívinum hjá sínum egna fólki og hermonnum. Hesin journalisturin greiði frá, hvussu Ísraelski herurin fær boð um, at um nakar av teirra stendur fyri ella er í vegin, so verðu viðkomandi eisini bara skotin, og samráðingar um at skifta um fangar v.m. kemur ikki upp á tal. Hetta hevur sjálvandi við sær stór mótmæli heima í ìsrael.

Í you-tube leinkini her niðast greiðir am.journalisturin Dan Cohen frá.

 

https://www.youtube.com/watch?v=HugMS0k0kB4 

 


tirsdag den 25. april 2023

 KVF flaggdagurin 2023

 

               Stóribeiggi fylgir við, um samstarvið hjá Føroyum við Russland.


ES fylgir við, og tað er ilt at ímynda sær,at tað ber til at hava hetta serliga russiska sambandi og samstundis bøta um viðurskiftini við Europa, sigur Lars Løkke Rasmussen.

  • Hetta er ikki fyrstu ferð, at Danmark nýtir ES til at fáa Føroyar at akta, so gamla hjálandaveldið fær sína fullu nyttu av hjálandinum í Atlandshavinum.
    Kelda, Kjartan Hoydal
  • Nøkur ár síðani. "Helle Thorning segði í morgun - sambært Útvarpið - um sildamálið at  det er ikke en sag Danmark har valgt.... Men tað er júst Danmark, sum hevur valt hetta mál. Tað hendi í 1996. Strandalondini Ísland, Føroyar, Noreg og Russland vórðu samd um, at tey høvdu ábyrgdina av at stýra fiskiskapin eftir norðhavssild. Tey skipaðu eisini fyri, at frøðingar útvegaðu eitt vísindaligt grundarlag um hvussu sildin hoyrdi til ymisku leiðirnar í teimum 4 strandalondunum og altjóða sjógvi.
  • Hetta lagaliga samstarvið millum tey 4 strandalondini varð torpederað av júst Danmark. Danska landbúnarðarmálaráðið kravdi at danska uttanríkisráðið skuldi verja donsk áhugamál og síðani var stórt politiskt trýst reist gjøgnum ES. Hetta endaði við at ES, sum sambært frøðingunum einki átti í stovninum. ES skip (ikki donsk) høvdu fiskað sild í Norðurhavinum í fimti og sekstiárunum, og kundi kanska krevja upp til 1 % av kvotuni. Trýstið var somikið stórt frá danskari siðu í ES, at ES setti sær egna kvotu, 150.000 tons. Málið var síðani lyft upp á "politiskt plan" og í 1997 góðkendi táverandi løgmaður Edmund Joensen, at ES varð strandaland og fekk eina størri kvotu enn Føroyar. Órætturin í sildamálinum móti Føroyum er sostatt júst "en sag Danmark har valgt"..... Danmark hevur í dag nógv størsta partin av sildakvotuni hjá ES "
  • Nú eru nøkur ár síðani hetta fór fram, so eg veit ikki um hesin sáttmálin er í gildi enn?
  •  

Lars Bern um kríggi í UKRAINA

 

 Lars Bern, eftirløntur verkfrøðingur, arbeiddi hjá Volvo.

Støðan viðvíkjandi Ukraina krígnum

Russland leyp ikki á eitt sjálvstøðugt Ukraina.

Kríggi er eitt staðgongukríggj(stedfortræderkrig) millum USA-NATO og Russland. 

 

Tað byrjaði við Vesturlendskt-og serliga USA-stuðlaða Maidamuppreistrinum í 2014, har 

fólkavaldi forsetin Janukovitj var koyrdur frá.

Allar metingar hjá Vesturheiminum av Russlandi hava verið skeivar:

Handilsstongsilin móti Russlandi virkaði mótsatt ætlanini og gjørdi Russland sterkari.

Russland er sterkari og betri fyri við hernaðarútger, enn Vesturheimurin helt.

 

Um Vesturheimurin-NATO ætlar at seta alla teirra styrki inn í Ukraina móti Russum, so klára t

ey neyvan av vinna, tí Vesturheimurin er í peninganeyð og hevur hvørki pening, ráevni ella 

tekniskan kapasitet til at framleiða neyðuga lóðri, og Kina fer neyvan at lata russar tapa, tí 

Kina hevur brúk fyri tí góða samstarvinum við Russland, sum handilstongsilin hevur havt við 

sær.

 

Link til filmin hjá Oliver Stone um maidamuppreisturin í 2014:

 

https://rumble.com/vwxxi8-ukraine-on-fire.html

 


 

onsdag den 29. marts 2023

 Lars Bern, eftirløntur verkfrøðingur, arbeiddi hjá Volvo. Altíð áhugaverdur at lurta eftir.

Hann tosar svenskt. Lætt at skilja. Kopiera linkið og set tað inn. 

 https://swebbtv.se/w/iXBQkNEYVCoinXRQkXWDvo

mandag den 27. marts 2023

Tað vit ikki mugu vita

"Sendingarnar hjá KVF skulu m.a. fevna um sakligan og óheftan tíðindaflutning". Hvat er óheftur tíðindaflutningur? Skal KVF stuðla, at vit eiga eitt framkomið fólkaræði, so er ein treyt, at tíðindi, eisini tey uttan úr heimi, verða lýst frá fleiri síðum, so vit sum upplýst fólk, sjálvi kunnu taka støðu til hvørji sjónarmið vit vilja stuðla til eitt komandi val. Sum støðan er í dag, so haltar stórliga á hesum øki, ikki minst tað, sum vit ikki mugu fáa at vita. HVAT FEILAR? Hví hoyra vit onki um tað, sum fer fram í Evrpou í hesum døgum????? 

 

Ein glotti er tó, at heimasíðan HINVEGIN viðger nøkur av týðandi málunum, sum eru "tabu" í KVF. Takk fyri Jón Tyril, at tú gert ein sera týðandi part av arbeiðinum, ið okkara almenni miðil, sum vit øll gjalda fyri, átti at gjørt.

Her er ein grein frá HINVEGIN, hvørs innihald sjálvandi átti at verið viðgjørt í KVF. 


 

 Uttanlands 10 mytur, sum serfrøðingarnir breiddu út - sum nú eru avváttaðar Dr. Marty Makary, skurðlækni og professari í kirurgi og almennari heilsu við Johns Hopkins Bloomberg School of Public Health skrivaði hesa greinina í New York Post, har hann tekur fram vísindaligar greinar frá høgt virdum granskarum, sum avdúka sannleikar, ið ganga ímóti tí, sum almennu serfrøðingarnir royndu at trútta niður í okkum, og sum í nógvum førum var skeivt. 2023-03-07 19:10 Author image Jón Tyril 

Omanfyri: Brot av innleiðandi viðmerking hjá Dr. Makary til eina hoyring í amerikansku samveldiskongressini. "Størsti útbreiðari av villeiðandi kunning undir heimsfarsóttini, hevur verið amerikanska stjórnin." Dr Marty Makary er skurðlækni, professari, rithøvundur og læknafrøðiligur viðmerkjari. Hann praktiserar kirurgiska onkologi og gastrointestinala laparoskopiska kirurgi við Johns Hopkins sjúkrahúsið. Hann er Mark Ravitch formaður í Gastrointestinal Surgery við Johns Hopkins School of Medicine, og undirvísur public health policy sum professari í kirurgi og almennum heilsuvísindum við Johns Hopkins Bloomberg School of Public Health.

 Í grein í New York Post hin 27. februar skrivar hann.: “Lat meg fyrst gera tað greitt, at heilsuembætisfólk gera ikki nakað galið, tá ið tey koma við tilmælum, sum eru bygd á tað, sum er tøk vitan ta løtuna. Tað er skilligt. Tú mást halda teg til tað vitan, tú hevur. Nei, tað, sum tey gjørdu galið, var at nokta at broyta síni boð, hóast nýtt próvtilfar stríddi ímóti boðunum. 

Tá ið onkur gransking ikki stuðlaði teirra politikki, so kveistraðu teir hana til viks, og sensureraðu meiningar, ið gingu ímóti teirra. Samstundis gjørdi heilsustovnurin CDC (Centers for Disease Control and Prevention) gransking til eitt slag av vápni við at útgeva sínar egnu ófullføru rannsóknir í sínum egna ó-javnlíkametta læknaliga tíðarriti, MMWR.

 Tá ið vit taka saman um tað heila, so breiddu almenn heilsuembætisfólk propaganda út, sum oyðilegði lívið hjá summum, og sum skaddi álitið á læknastandin og heilsumyndugleikarnar fyri altíð. Her er 10 mátar, sum hesi villeiddu amerikanarar:

 Villleiðandi kunning #1: Natúrligt órin (natúrligur immunitetur) verjir lítið samanborið við órin frá koppsetingum Ein kanning í The Lancet greinaði 65 stórar rannsóknir í 19 londum viðv. natúrligum órini. Granskararnir komu til tað niðurstøðu, at natúrligt órin var minst líka munadygt sum upprunaligu kovid-koppsetingarnar. (Hinvegin ritsj.: The Highwire hevði hetta upp á mál her): Í roynd og veru var vísindaliga próvtilfarið tøkt alla tíðina — frá áleið 160 rannsóknum, hóast úrslitini frá hesum kanningum brutu reglurnar á Facebook fyri “villleiðandi kunning”. Heilt síðani pestina í Athen í ár 430 fyri Krist, hava fólk sæð, at tey, sum gjørdust frísk eftir at hava verið sjúk, høvdu verju móti álvarsligari sjúku, skuldu tey verið smittað av nýggjum. Hetta var eisini tað, sum at kalla hvør einasti praktiserandi lækni sá fyrstu 18 mánaðirnar undir kovidheimsfarsóttini. Flestu amerikanarar, sum vóru koyrdir úr starvi fyri ikki at hava fingið sær kovidkoppseting, høvdu longu antikroppar, sum á munadyggan hátt niðurbardu virusin, men hetta vóru antikroppar, sum stjórnin ikki vildi viðurkenna. (Hinvegin ritsj.: John Campell umrøddi eisini hetta við natúrligum immuniteti í sambandi við Lancet kanningina:) 

Villleiðandi kunning #2: Munnbind forða kovid-smittu Greinarnar frá Cochrane verða mettar sum tær mest álítandi og óheftu metingarnar av læknafrøðiligum inntrivum. Og ein, sum kom út í seinasta mánaða, sum eitt høgt virt toymi av granskarum frá Oxford hevði staðið fyri, vísti at munnbind høvdu onga týðandi ávirkan á smittuspjaðing við kovid. (Hinvegin skrivaði um hesa greiningina frá Cochrane her: Staðfest enn einaferð: Munnbind gera ongan mun fyri koronu ella influensu) Spurd um hesa avgerandi greiningina, royndi Dr. Rochelle Walensky, stjóri í CDC, at lítisgera hana, og helt at greiningin var vánalig, tí hon miðsavnaði seg um randomiseraðar kontrolleraðar kanningar. Men júst tað var størsta styrkin við Cochrane greinini! Randomiseraðar kanningar vera mettar sum gullstandardurin innan læknafrøðiligt próvtilfar. Um øll orkan, sum almennu heilsumyndugleikarnir nýttu til at fáa smábørn at ganga við munnbindum, ístaðin hevði verið nýtt til at avmarka ovurfiti millum børn við at eggja teimum at spæla meira úti, so hevði staðið betur til. The Highwire hevði eisini hetta við munnbindum á máli 

Villleiðandi kunning #3: At læsa skúlar minkar um kovid-smittuspjaðing CDC sá burtur royndunum, sum europeisk lond gjørdu sær, við at hava skúlarnar opnar, í flestu førum uttan munnbindskrøv. Tað var eingin munur á smittuspjaðingini, sum rannsóknir í Spania og Svøríki vístu. 

Villleiðandi kunning #4: Tað er ikki eins vanligt at fáa myocarditis (hjartabruna) av koppseting, sum frá koronasjúkuni Heilsuembætisfólk niðurtónaðu stúranir um myocarditis frá koppseting — t.e. bruni í hjartamusklinum. Tey vístu til illa framdar rannsóknir, sum vístu lægri títtleika, enn veruligu tølini av hjáárinum vóru. Ein heil alda av væl gjørdum rannsóknum søgdu tað øvuta. Vit vita nú, at myocarditis er millum 6 og 28 ferðirnar vanligari eftir kovidkoppseting, enn eftir at hava verið sjúkur av kovid hjá mannfólkum millum 16 og 24 ár. Tíggjutúsundtals børn fingu sannlíkt myocarditis, sum oftast uttan sjúkueyðkenni (subkliniskt) frá eini koppseting, sum tey ikki høvdu tørv á, tí tey høvdu góða heilsu, og vóru væl vard av at hava havt kovid. 

 Villleiðandi kunning #5: Ungfólk fáa gagn av stimburspriki (boostara) Stimbursprikini minkaðu um sjúkrahúsinnleggingarnar millum eldri amerikanarar í há-vandabólkinum. Men tað var ongantíð nakað próvtilfar, sum vísti, at stimbursprikini lækkaðu deyðstíttleikan av kovid millum ung fólk við góðari heilsu. Hetta er helst orsøkin til at CDC valdi ikki at almannakunngera tølini, sum stovnurin hevði upp á sjúkrainnleggingar millum stimbraðar amerikanarar undir 50 ár, samstundis sum stovnurin almannakunngjørdi tølini fyri tey yvir 50 ár. Til seinast gjørdist trýstið frá Hvítu Húsunum, at stimbursprikini skuldu viðmælast øllum, so ógvusligt, at báðir teir fremstu koppsetingarserfrøðingarnir í CDC søgdu seg úr starvi sum mótmæli, og skrivaðu síðani lemjandi kritiskar greinar, um hvussu próvtilfarið ikki stuðlaði, at geva ungfólkum stimbursprik. 

 Villleiðandi kunning #6: Koppsetingarkrøv fingu fleiri at lata seg koppseta Biden forseti og onnur embætisfólk kravdu at ókoppsett arbeiðsfólk, uttan mun til um tey vóru í vandabólki, ella hvørt tey høvdu natúrligt órin, skuldu koyrast úr starvi. Tey kravdu at hermenn skuldu fáa vera uppsøgd við vanæru, og at sjúkrarøktarfrøðingar skuldu sigast upp mitt undir eini kreppu av starvsfólkatroti. Koppsetingarkrøvini vóru bygd á tað ástøðið, at koppsetingin minkaði um smittuspjaðingina — nakað, sum seinni vísti seg at vera ósatt. Men eftir at tað er vorðið alment viðurkent, at koppsetingin ikki minkar um spjaðingina, so eru koppsetingarkrøvini framvegis í kraft í dag. Ein nýggjari kanning frá George Mason University vísir, hvussu koppsetingarkrøvini í níggju størri amerikonskum býum, ikki høvdu nakra ávirkan á, hvussu mong lótu seg koppseta. Tey høvdu heldur onga ávirkan á smittutølini. 

Villleiðandi kunning #7: At kovid skuldi verið komið úr eini starvsstovu í Wuhan er eitt samansvørjingarástøði (konspirasjóns teori) Google váttaði at hava stongt niður leitingar eftir "lab leak" (lab leak er starvsstovu-leki) undir farsóttini. Dr. Francis Collins, sum er leiðari fyri NIH (National Institutes of Health), segði seg (og ger tað enn) ikki trúgva upp á, at virusurin kom frá eini starvsstovu. Til endans hava prógvini hópað seg upp, sum peika á ein uppruna, har virusurin er likin úr eini starvsstovu — sami upprunin, sum tveir sera høgt virdir virologar róðu framundir fyri Dr. Anthony Fauci á einum fundi, sum hann kallaði inn til, í byrjanini av farsóttini í januar í 2020. Sambært skjølum, sum Bret Baier frá Fox News hevur fingið hendur á, søgdu teir við Fauci og Collins, at virusurin kundi vera manipuleraður og hava sín uppruna á eini starvsstovu, men broyttu síðani bráddliga sína frágreiðing í almennum viðmerkingum dagarnar eftir at hava hitt embætismenninar frá NIH. Hesir báðir virologarnir fingu seinni nærum 9 mió dollarar (63 mió kr) í játtan frá stovninum hjá Fauci.

 Villleiðandi kunning #8: Tað var umráðandi at fáa annað prikið tríggjar til fýra vikur eftir fyrsta prik Tað var greitt á vári í 2021, bert fáar mánaðir eftir at farið var undir at koppseta, at tað, at víðka tíðarbilið ímillum prikini til tríggjar mánaðar, minkar um hjáárin og veksur um órinið. At toyggja koppsetingartíðarbilið út hevði eisini bjargað fleiri mannalívum tá ið roynt var at rasjonera eitt avmarkað útboð av koppingarevni, meðan farsóttin var í hæddini.

 Villleiðandi kunning #9: Tølini fyri bivalentu koppsetingina eru ‘klár og greið sum krystall’ Dr. Ashish Jha er kendur fyri at siga hetta, hóast bivalenta vaksinan fekk sína góðkenning, ið bygdi á kanningar av átta músum. (Hinvegin skrivaði um hetta her: Nýggju dagførdu kovid-koppsetingarnar eru einans kannaðar á 8 mýs) Higartil er framvegis eingin randomiserað kontroloerað kanning gjørd av bivalentu koppsetingini. Eftir mínari meining eru dáturnar krystallklárar og greiðar, at ungfólk skulu ikki fáa sær bivalentu koppingina. Tað vildi eisini spart mongum børnum undan hjartabruna.

 Villleiðandi kunning #10: Ein av hvørjum fimm fær langtíðar kovid (long COVID) Centers for Disease Control and Prevention (CDC) sigur, at 20% av kovid smittutilburðum kunnu enda við langtíðarkovid (long covid). Men ein kanning í Stórabretlandi vísti, at einans 3% av kovidsjúklingum høvdu varandi sjúkueyðkenni, sum vardu meira enn 12 vikur. Hvussu ber tað til at her er so stórur munur? Tað er ofta vanligt at kenna seg móðan ella veikan í vikur eftir at hava verið sjúkur og óvirkin og ikki at hava etið væl. At kalla hetta fyri langtíðarkovid, er at sjúkliggera vanligt gerandislív. 

  Tað, sum er mest ótrúligt við allari hesari falskunning, sum CDC og almennu heilsumyndugleikarnir bóru fram, er at eingin hevur biðið um umbering fyri at halda fast í sínum tilmælum so leingi eftir at próvtilfarið vísti at tey fóru fulkomiliga skeiv. Almennu heilsumyndugleikarnir søgdu “tú skalt” tá ið rætta svarið hevði verið, “vit eru ikki heilt vís.” 

 Tíðliga í farsóttini, uttan gott próvtilfar, valdu almennu heilsumyndugelikarnir eina leið við strongum harraboðum. Í dag liva teir framvegis í avnoktan við einum stórum fjalli av gransking, sum vísir, at teir tóku feil.

" Upprunagrein: New York Post: 10 myths told by COVID experts — and now debunked (týtt: JT) Fylg Dr. Marty Makary á Twitter her @MartyMakary *** Takk fyri at tú vitjar Hinvegin. Vit hava hvørki lýsingar ella krøv um haldaragjald á síðuni. Vit ynskja, at tilfarið frá okkum skal síggjast og lesast so víða sum gjørligt. 

Hinvegin er fíggjað av stuðli frá privatpersónum, sum halda, at ein slíkur miðil hevur týdning, og er verdur at stuðla. Tú kanst eisini hjálpa okkum við arbeiðinum, at fáa gott tilfar út á føroyskum, við at lata okkum eina fasta mánaðarliga upphædd, ella við eini eingangs flyting á konto nr 9865 1039800.