mandag den 10. januar 2011

Hvítabókin, kreppan í Íslandi.

                   
                      

”Hvidbogen, krisen på Island”, eftir Einar Már Guðmundsson er besta bók,
eg havi lisið, síðani eg las Vredens Druer eftir John Steinbeck.
Innihaldið í bókini er álvarsligt, áhugavert og so viðkomandi fyri okkum øll
í kreppurakta Vesturheiminum, at ikki er nokk bara at lesa hana og so
seta hana á hillina. Tí fari eg at gera nakrar hugleiðingar um brot úr bókini.

Bókin viðger nógv týðandi evni, ið hava við kreppuna at gera. Tí fari eg
at skriva mínar hugleiðingar í fleiri pørtum.

1. partur: Nýliberalisman



                                               Nýliberalisma
Einar Már greiðir í bókini frá, hvussu umboð fyri ”nýliberalismuna ” hava
koyrt Ísland og stóran part av kapitalistiskt stýrda heiminum í kreppu. Tað
byrjaði við politikkinum hjá Ronald Reagan í USA og síðani Margareth
Tacher í Onglandi.

Nýliberalisman líkist gomlu liberalismuni við tað, at staturin skal leggja seg
minst møguligt út í samfelagsviðurskiftini.



                                                Einskiljing
Tað nýggja er, at har lond høvdu bygt upp góðar almennar skipanir so
sum heilsuverk, skúlaskipan, postverk, samferðslu, telesamskifti, o.a., so
skuldu stórir partar av hesum økjum knappliga privatiserast, einskiljast.

Grundgevingin er tann, at hesar uppgávur verða betri røktar av privatum
fyritøkum.
Í nógvum førum fylgdi peningur við, soleiðis at fyritøkur fáa pening frá
landinum fyri at gera arbeiðið. Sparingar vóru eisini gjørdar innan sosial økir.
Fylgjurnar av hesum eru t.d. at sálarsjúk fólk vóru rikin út á gøturnar, og
privatiseringin av t.d. elveitingini hevði við sær, at stórir býir mistu
streymveitingina.



                                               Alment ella privat
Endamálið við almennum fyritøkum er ikki, at tær skulu geva yvirskot,
men tær eru ofta lívsneyðugar tænastur til borgararnar, ið heilt ella
partvíst verða goldnar yvir skattin.
Privatar fyritøkur hava sum kunnugt eitt endamál, at vinna pening til
partaeigararnar. Um ongin vinningur er, so fer fyritøkan á húsagang, og so
steðgar tænastan. Dømi eru um vatnveitingiar á privatum hondum, har
skrúva verður fyri, tá fólk ikki hava ráð at gjalda.



                                               Skattalætti
Aðalmálið hjá nýliberalismuni er at minka útreiðslurnar hjá landinum, og
skattalætti er eitt av loysunnarorðunum. Tær tænastur, vit fingu frá tí
almenna, skulu vit nú gjalda fyri av lønarinntøkuni. Brúkaragjøld verða
løgd á, og hetta rakar sera ójavnt. Tey, ið hava tær himmalhøgu
inntøkurnar, merkja ikki hetta nakað stórvegis, men verri er við restini av
fólkinum.



                                               Fíggjarfúrstarnir
Ein nýggjur vinnuvegur, ið gevur risastóra inntøku í nýliberalistiska
umhvørvinum, eru nevndar- og stjórastørv í almennum eins og í privatum
fyritøkum. Stjórarnir fáa eina mánaðarløn, ið svarar til eina ársløn ella
meira hjá einum arbeiðsfólki og fáa útgoldið bonus í milliónaupphædd.
Tá fyritøkan fer á húsagang, missa partaeigararnir peningin, sum teir áttu í
fyritøkuni. Tey, sum arbeiddu hjá fyritøkuni, verða arbeiðsleys, meðan
hesir stjórar næstan altíð fáa løn í trý ár, sjálvt um teir sjálvir eru orsøkin
til húsagangin.

Einar Már kallar hetta fólkaslagið fyri ”fíggjarfúrstar”. Tað eru oftast ungir
menn, ið koma út av hægri handilsskúlum. Teir eru væl lærdir, og sambært
Einar Már hava teir 12 í støddfrøði men 0 í etikki(morali).



                                  Sosialistisku hugtøkini út í kuldan
Tá kalda kríggið endaði, og Berlinmúrurin fall, varð fallið av
kommunismuni brúkt av nýliberalistunum, til at steðga øllum tosið um
sosialar trygdarveitingar, fakfelagsáhugamál o.a.
Fjøllmiðlar fóru at tosa út frá nýliberalistiska sjónarhorninum, og tey, ið
vágaðu sær at hava aðra meining, vóru søgd at umboða sovjetkommunismuna.
Enntá ein góður vinstravongspolitikkari, sum Steingrímur J. Sigfússon, hevði
ilt við at svara ja, tá hann var spurdur, um hann var sosialistur.

Liberalisman vann ikki bara á kalda krígnum, hon vann eisini stríðið um málið.


Næstu ferð : Íslendsku fíggjarfúrstarnir



























Ingen kommentarer:

Send en kommentar