lørdag den 5. februar 2011

Waylon Jennings: Lív og lagna - 2. partur Oddbjørn Vàgslíð skrivar.

Waylon Jennings

Waylon Jennings flytur til Phoenix í Arizona

Umhvørvið í Lubbock og deyðin hjá Buddy Holly gera tað, at Waylon leitar sær burtur frá Lubbock til Phoenix í Arizona í 1961.
Her byrjar hann at spæla á einum nýggjum dansi náttklubba, ið kallaðist ”DJ”. Waylon hevði nú sín egna tónleikabólk ”The Waylors” Hann heldur til í Phoenix í fýra ár.


                                    Upptøkur í A&M Records

Herb Albert, sum hevði plátufelagið A&M Records í Los Angeles, fekk eyga á Waylon og bjóðaði honum at spæla inn plátur. Tann fyrsta singulin, sum Waylon spældi inn hjá Herb Albert, var ”Rave On”( ein Buddy Holly sangur), og ”Love Denied”(kærleikin avvístur). Hann innspældi fýra singulplátur hjá A & M Records.


Patsy Montana


Á ferð við Patsy Montana

Umframt at spæla á ”DJ”, náttdansiklubbanum, ferðast Waylon við kontrysongkvinnuni Patsy Montana. Hon var tann fyrsta einstaka kontrysongkvinnan, sum seldi meira enn 1 millión plátur. Heta var í 1935. Tá Waylon og Patsy Montana arbeiddu saman var hon 52 ár og Waylon 27 ár. Í 1964 innspældi Patsy eina LP-plátu í Arizona, og har leikti ein ókendur Waylon Jennings á høvuðsguitar.


                                          Fyrsta LP-pláta Waylons

Waylon fer nú undir at innspæla sína fyrstu LP-plátu. Tað er á BAT label, og var hon nevnd ”DJ”. 500 eintøk vóru gjørd. Tey vóru seld í dansi-náttklubbanu, har Waylon upptrakkaði. LP´in varð skjótt útseld, so 500 eintøk vóru gjørd afturat á Sound Label.


                          Úr Phoenix Arizona til Nashville Tenneessee

Ein dagin komu Bobby Bare og guitarspælari hansara Duane Eddy til Phoenix. Teir fáa eyga á evnaríka unglingin Waylon.
Bobby Bare hevði gott samband við Chet Atkins, sum var produsari hjá RCA Viktor, plátufelagnum.
Afturkomin til Nashville greiðir Bobby Bare, Chet Atkins frá um Waylon Jennings og hevur upptøkur við av Waylon, sum hann spælir fyri Chet.
Waylon ger kontrakt við Chet Atkins og flytur til Nashville í 1965.


                            
                                         Waylon Jennings og Jessi Colter
     

                                             Tók konuna frá Duan Eddy

Duane Eddy mundi angra, at hann og Bobby Bare høvdu boða Chet Atkins frá Waylon, tí bert 4 ár eftir fer Waylon avstað við konuni hjá honum. Waylon Jennings og Jessie Colter, fyrrverðandi kona Duan Eddy, giftust í 1969.


                                   Waylon og Johnny Cash vinmenn

Tá ið Waylon í 1965 flytur til Nashville, húsaðist hann ymsastaðni. Eina tíð búði hann hjá Johnny Cash, sum hevði eina stóra eittverilsisíbúð í Madison kvarterinum. Rúmið virkaði bæði sum stova, sovikamar og køkur. Í rúminum vóru tvær ”king size” dupultsengur
Vinalagið millum Johnny og Waylon helt alt teirra lív, og seinni upptraðkaðu teir saman í bólkinum”The Highwayman”.


                                                 
Waylon Jennings og Johnny Cash



                                                 Tveir ribbaldar

Waylon og Johnny vóru tveir ribbaldar. Teir drukku illa og nýttu onnur rúsevnir, so sum amfetamin, sum teir royndu at krógva fyri hvørjum øðrum.
Í einari sjónvarpssending hugleiða teir báðir um hesa tíðina. Waylon sigur frá, tá ið Johnny Cash í svørtum klædningi og vesti skuldi baka bollar, og mjøl var um allan klædningin, vest og anlit. Teir hava neyvan verið ”appilsinfríir”. Johnny sigur so við Waylon :” Tú vart so dovin, tú gjørdi onki”. ”Jú”, svarar Waylon; ”eg ringdi eftir June Carter, og bað hana koma at rudda upp eftir okkum”.
Upptakið man ikki altíð hava verið so tespuligt eftir hesum báðum ribbaldunum.
Í 1966 er Waylon við í einum filmi,”The Nashville Rebel”. At hann er sjálvskrivaður til henda leiklut, er ein onnur søga.


                                                 Giftur fýra ferðir

Waylon var giftur fýra ferðir. Hann giftist við Maxim Vance Lawrence í 1956. Tey áttu trý børn, sonin Terry Vance Jennings, føddur 21-1-1957, dóttrina Julie Rea Jennings, fødd 12-8-1957, her er óvanliga tætt ímillum børnini, og triðja barnið sonurin Buddy Dean Jennings, føddur 21-3-1961, uppkallaður eftir Buddy Holly og filmsleikarinum, James Dean.

Í 1962 giftist Waylon við Lynn Jones. Tey vóru sundurlisin í 1967. Møguliga átti hon ella tey bæði saman eina dóttir, sum kallaðist Deanna.
Triða hjúnarbandið er við Barbara Rood. Tey verða sundurlisin longu í 1968, so tað hevur verið eitt stutt hjúnarlag.

 
 
                        
                                        Jessi Colter og Waylon Jenninga
 
 
                                            Fjórða og seinasta giftan.

Í 1969 Waylon giftis við Jessie Colter. Tey fingu ein son, sum fekk navnið Waylon Albright Jennings, vanliga nevndur ”Shooteer”, føddur 19-5-1979. Waylon fylgir her familjusiðvenjuni við at nýta forbókstavirnar ”W.A”, sum tá páin gav honum navn.
Tað er lítið vit vita um tey fyrru hjúnarløgini hjá Waylon. Hann hevði kvinnutekki, og gjørdi stórliga brúk av hesum.
Tað er ikki fyrr enn hann kemur saman við Jessie Colter, og hon setur mark fyri, hvat hon finnur seg í, at hann gevst við rúsevnisnýtsluni, sum var komin upp á 1.500 US dollarar um dagin.
Waylon hevði ein serliga tokka til kvinnur við svørtum hári, og hann hevur ein serliga máta at vísa, at hann heldur av teimun. Hann tekur høgra fremstafingur, og strýkur hann eftir kjálkanum á kvinnuni og koyrir hann í munnin, sum um hann vil smakka tær.


Cet Atkins


Farvæl Chet Atkins og RCA

Í Nashville arbeiðir Waylon undir Chet Atkins, sum er produsari hjá RCA. Samstarvið við Chet Atkins gekk ikki so væl, og endin verður, at teir skiljast. Waylon, sum hevur brúk fyri pengum, fer til RCA og biðjur um eitt forskot.
Teir seta sum treyt, at hann skal gera ein 5 ára sáttmála, har teir avgera, hvat hann skal útgeva. Hetta hevur Waylon ongan hug til, so hann segði sáttmálan upp, sum hann tá hevði við RCA.


                                                         Í óføri

Waylon fer nú heilt í hundarnar. Hann drekkur illa og skal skaffa 1.500 US dollarar(10.000 kr) um dagin til rúsevnisnýtslu. Hann varð tikin fyri at hava rúsevni og fekk eina stóra bót. Hann flýggjaði til New Mexsiko, har hann helt til saman við Navaho indiánunum. Hann verður sjúkur av livrabruna og er meira deyður enn livandi, tá ið hann kemur heim aftur til Jessie. Hon setur sum treyt, at um tey skulu halda fram saman, skal hann til avvenjingar fyri rúsevnismisnýtsluna. Waylon verður innlagdur á sjúkrahús.



Richie Albright


Hjálp frá gomlum vini

Meðan Waylon var sjúkur og innlagdur fyri livrabruna, vildi onki av plátufeløgunum vita av honum. Hann fekk tá vitjan av gamla trummuspælara sínum Richie Albright. Teir høvdu spælt saman síðani 1965. Richie Albright eggjaði honum til at halda fram við tónleikinum. ”Royn einaferð afturat”, segði hann við Waylon, og
Richie produseraði tær flestu av LP-plátunum, sum Waylon innspældi fyrstu tíðina, eftir at hann var komin á føtur aftur.


                                             Waylon Jennings sound

Richie Albright við sínum trummuspæli, og Waylon við sínum frálíka guitarspæli, hava skapt tað eyðkenda ”Waylon Jennings sound”. Sonur Waylon´s ”Shooter” fekk millumnavnið Albright, sum tøkk til Richie Albright fyri at stuðla Waylon, tá ið myrkast sá út.


                                    
                                                        Waylon Jennings


                                                           Nýggjan stíl

Um hesa tíðina skifti Waylon stíl. Hann hevði higartil verið tann peni maðurin uttan skegg og við brylkremi í hárinum. Tá hann nú kemur fram aftur, er tað ein maður við skeggi og langum hári. Hesa tíðina arbeiddi hann nógv saman við Shel Silverstein, sum gjørdi tónleik til filmin ”Ned Kelly”, sum var ein australskur uppreistrarmaður. Mick Jagger spældi Ned Kelly,
Shel Silverstein gjørdi tónleikin og Waylon Jennings sang sangirnar.


                            Fyrsti ”Outlaws” í Nashville, Tompall Glasier

Waylon kemur eisini saman við Tompall Glasier, sum má metast at vera tann fyrsti ”Outlaws” í Nashville.
Ein dagin kom Tompall Glasier á tal við ein tónleikara (hetta kundi væl verið Waylon), og hesin segði honum, at hann hevði verið og biðið plátufelag sítt um forskot, fyri at kunna keypa sær einar styvlar. Tá kom ilt í Tompall Glasier, og hann fór undir at gera sær síni egnu upptøkuhøli, har tónleikarar kundu gera royndir og eksperipentera við sínum egna tónleiki.





Honky Tonk Heroes

LP-plátan ”Honky Tonk Heroes” kom á marknaðin í 1973, og tað er ein nýggjur Waylon Jennings, ið trýnur fram. Tann peni maðurin er farin. Nú er tað ein maður, fyri tað mesta í svørtum klæðum, og við longum hárið og skeggið, ið verður ímyndin av Waylon. Billy Joe Shaver hjálpti Waylon, við gera sangir o.a. til Honky Tonks Heroes, og sum roknað var við, so tók Nashville ikki væl ímóti LP-ini. Hon hóskaði ikki væl til tað bleyta ”Nashville Sound´ið” hjá Chet Atkins.


Næstu ferð: 3.partur


                                                                                 











Ingen kommentarer:

Send en kommentar