torsdag den 1. december 2011

Í menniskjum góðum tokki.

                            Skommina eiga tey stýrandi.

 Hesa greinina skrivaði eg fyri tveimum árum síðani. Sum skilst av umsóknunum til "Í menniskja góðum tokki", er støðan hjá einum parti av Føroya fólki ikki blivin betri. Eg sum væntaði, at "Jóna Mortensen" fór at gera munin? Hennara hjartað bankar fyri teimum gomlu og veiku, men kanska var tað mest áðrenn valið. Sum partur av samgonguni, hevur hon sín part av ábyrgdini. 

 Til teirra, sum ikki fáa endarnar at røkka saman: Tey skulu vita, at skommin ikki er teirra. Skommina eiga tey, sum stýra.

Eitt orðatak sigur, at tú kanst síggja hvussu gott eitt land er stýrt á, hvussu tey taka sær av teimum veikastu.


                               Niðurgerandi neyðhjálp.
Í menniskjum góðum tokki er ein niðurgerandi neyðhjálp. Ikki fyri tey, sum søkja og taka ímóti hjálpini. Tey skulu sjálvandi taka ímóti allari hjálp, tey kunnu fáa. Tey hava onki annað val. Men fyri okkara lítla land er tað tekin um vánaliga stýring ella tilvitaðan politikk, skattalættar, til teirra, ið hava nokk frammanundan?  
So fátækt er landið ikki, at tað er neyðugt, at ein partur av fólkinum skal liva sum biddarar.

Tað er ikki lætt, at verða illa fyri í dag. Allar fastar útreiðslur verða kravdar inn gjøgnum hóttanarbrøv. Um tú ikki betalir innan tann og tann dagin, fært tú straff-rentur, og verður enn verri fyri. Tí koma allar rokningar fram um mat o.a., og vanlig fólk kunnu ikki, sum partafeløg, bara fara av knóranum, og so byrja aftur við nýggjum navni.

                          Barnaverndin eigur at hjálpa.
Tá kreppan var í nítiárunum, vóru eisini nógvar barnafamiljur í neyð. Tá kom fram í fjølmiðlunum, at barnaverndirnar eiga at hjálpa barnafamiljum, ið ikki hava nokk at liva av. Kanska er her tørvur á upplýsing  og rættarhjálp heldur enn "biddarastuðli"?

         Í menniskjum góðum tokki. (Skrivað 1. des 2011)

                                


                                           

Tey, ið eiga nógvan pening, meira enn tey flestu, hava ofta eina ringa samvitsku, sum tey royna at verja seg ímóti. T.d. við at siga, at Gud hevur givið teimum serligar gávur, tey hava duga so væl at handla, selja, lána pening út fyri rentur ella at spekulerað í arbeiðinum hjá øðrum fólkum.

Sum ein aldargamal lívsvísdómur sigur, og sum tað stendur í Bíbliuni og nógvum øðrum bókmentum, so verður tú ikki eyðnuríkur av, at eiga nógvan pening.

Í londum við stórum stættarmuni, sum t.d. USA, er siðvenja, at tey, ið eru væl fyri, gera ”eitt stórt ” sjálvboði arbeiði, við at hjálpa teimum fátæku. Á henda hátt hjálpa tey upp á sína egnu ringu samvitsku, og fáa eitt annað ”innihald” í lívið, enn tey ting, ið tey kunnu keypa fyri pening.

Hetta krevur sum sagt, at øll í landinum ikki eru líka væl fyri, og at ein partur er, ið hevur tørv á hesi hjálp.

Eftir tí, ið sagt var á Føroya Løgtingið mikudagin, av løgmanni, Jenis av Rana o.ø., so góðtekur ráðandi samgongan ikki, at Føroyar gerast eitt slíkt samfelag við stórum stættarmuni. Hetta var verri enn at hoyra fólki við kenning, tá realitetssansurin hvørvur.

Í morgun var ein onnur søga at hoyra í útvarpinum. Ein realistisk søga, ið sigur, at ikki allar familjur í Føroyum eiga pening at halda jól fyri. Ongin matur, ongar jólagávur og ongi jólaklæði. Hetta ljóðar ikki, sum talan er um sama landið, sum Kaj Leo løgmaður tosaði um í gjár.

Nú er at vóna, at tey, ið hava sett seg á peningin hjá Føroya landi, hava nóg ringa samvitsku, so tey sleppa nøkrum oyrum til tiltakið ”Í menniskjum góður tokki.”

Ingen kommentarer:

Send en kommentar