tirsdag den 26. november 2013

Johild Jacobsen 83 àr

                                 Í dag fyllir vermóðir mín, Johild Jacobsen, 83 ár
                                                    
                                       

Johild er røsk, og hóast eyguni bila og hon sær illa,
so klárar hon seg sjálva uttan hjálp.

Vit onnur í familjuni verða ofta  boðin til døgurða,
og ikki er talingur um t.d. at hjálpa til við at vaska upp.
“Tað klári eg sjálv”, sigur hon. “Eg veit hvar alt stendur
í húsinum, so tað er onki stríð við at finna tingini og at seta tey upp á pláss aftur.”

Hetta ger, at vit ikki rættuliga skilja, hvussu illa hon sær, og verða kløkk, 
tá hon kann siga: "eg síggi ikki rættuliga anlitini á tykkum."

                      
                    Ragnar er vælstillaður við troyggjum frá mammu síni.

Og Johild hon bindur!
Ikki tær fínu mynstrutu troyggjurnar longur men kortini, jólagávurnar vit fáa frá Johild, teimum feilar onki. Sum altíð frá Johild´sa hond, tey fínastu og snøggastu pløggini, og eitt ótal av hosum, turrukløðum og teppum eru farin til Rumenia.

“Hetta hevði eg ikki kunna gjørt uttan Emmu”, sigur hon.
Johild hevur eina góða vinkonu, sum eitur Emma. Næstan hvønn morgun um 10-tíðina kemur Emma at vitja. Hon hyggur at tí, ið bundi var dagin fyri, og tekur eyguni uppaftur, um nakað eyga skuldi veri mist. Tað var ikki gott, tá Emma herfyri gjørdist álvarsliag sjúk, men tíbetur hevur Emma tað betri nú.


Góða Johild!  Hjartaliga tillukku við føðingardegnum.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar