tirsdag den 9. november 2021

 

Vandamikil happing

Ì gjár legði eg hetta uppslag á síðuna "Føroysk rættskriving". Orsøkin var at ein, ið kallar seg, Niels Juel Arge, kom við einum fyrispurningi, um tað ikki var eitt gott hugskot, at kalla fólk, ið ikki taka av tilboðnum um at vaksinera seg móti korunu fyri "antivaxarar".

Mítt uppslagið er hetta:

Til Niels Juel Arge og viðhaldsfólk. At nevna fólk, ið ikki vaksinera seg fyri koronu , fyri antivaxarar, er at geva fólki, ið hugsa sjálvi og ikki vilja fylgja streyminum, eitt eyknevni og er beinleiðis happing. At fólk ikki hava álit á corona-vaksinuni, merkir ikki, at tey eru ímóti vaksinu í øllum førum, tvs at orðið "antivaxari" er eitt villeiðandi orð, eitt negativt orð og ikki nakað heraklapp til teirra, sum eftir mínum tykki, hugsa sjávi og kanna hvør stendur aftanfyri henda sjónleik, tragediu, ið fer fram. 

Ein fólkalívsfrøðingur hevur sagt, at føroyingar eru eitt happandi fólkaslag, Ta mentaninna kenna vit øll meira ella minni, og er hon ikki nakað at vera errin av. Meira mennandi var, um vit høvdu virðing fyri hvørjum øðrum, og lurtaðu eftir hvørjar grundir hvør einstakur hevur, til at vaksinera seg ella at lata vera.

Innslagið kom ikki á síðuna, og tað er í fínasta lagi. Umsitararnir slettaðu eisini innslagið og viðmerkingarnar til innslagi hjá N.J.A.

Grundgevingin til mín er henda:

Tíverri meta vit uppslagið vera ov persónligt (navn verður nevnt), og evnið er ikki beinleiðis málsligt. Eg sá annars, at kjakið bleiv flutt í ein annan bólk:

Mín viðmerking til grundgevingina:

 At eg nevndi navn er sjálvandi keðiligt, men tað var mær ikki møguligt at trýsta á knøttin "svar", sum plagar at koma fram, tá ein skal svara onkrun á facebook og tí helt eg ikki, at tað bilaði, at eg skrivaði navnið.

 At evni ikki beinleiðis er málsligt, ber til at siga, men orðið "antivaxari" er eftir mínum tykki, sum eg skrivaði í innlegginum, villeiðandi og niðurgerandi. 

Eru vit á veg út í almenna "stigmatisering", happing, so nærkast vit tí, sum hendi jødunum í 30 árunum í Týsklandi. 

At enda: Eg haldi, at tað var púra beint av umsitarunum á "Føroysk rættskriving", at steðga hesum kjakinum á síðuni. 

Takk fyri tað.

 

 

 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar