fredag den 16. februar 2024

Skrivifrælsi

RAGNAR JACOBSEN skrivar

 

 "Um Skrvifrælsi"  Fólkaræðið, tá tað er best?

Tað er løgið, at tíðindafólk í vesturheiminum, okkara sokallaða demokratiska heimi, har sagt verður, at fólkaræðið er í hásæti, ikki leggja trýst á stjørnina í Bretlandi, um at lata Julian Assange leysan.

 Í Føroyum hava vit tað gott

 Ofta verður tikið til, at í Føroyum hava vit tað gott, ongin hevur tað so gott sum vit, vit hava fólkaræðið, tú kanst siga og skriva tað tú vilt, uttan at verða forfylgdur.

Okkara tali- og skrivifrælsi, er so, sum so, tí tú skalt ansa tær, hvat og hvønn tú skrivar um, tí tað kann koma tær aftur um brekku. Eitt tað grovasta dømi er um blaðstjóran á Oyggjattíðindum, Dan Klein, sum bleiv ákærdur, dømdur og settur í fangahús, fyri lesarabræv í annar hevði skrivað.

Seinri bleiv sami blaðstjóri dømdur 2 ferðir, fyri at endurgeva navngivin lesarabrøv í blaðnum. Og í okkara so demokratiska kringvarpi, bleiv Oyggjatíðindi ongantíð nevnt, heldur ikki í útvarpsstubbanum “bløðini skriva”.

Liljan Weihe, tíðindaleiðari í SVF bleiv søgd úr starvi, tí hon gekk magtini ov nær.

Jón Tyril deildi eina grein, hann hevði umsett. Grein sum dr Jay Bhattacharya, professari í medisini og epidemiologi á Stanford hevði skrivað. Greinin bleiv skýrd sum fake news av Janusi Vang, sum fekk fría mikrofon at siga hetta, men tað kom ikki uppá tal, at Jón Tyril slapp at svara.

Ragnar í Vík gav út fløgu, ið eitur ”Oligarkar á Seyðaoyggjum”  Tveir sangir, nr.1 sangur eitur Oligarkanir og er um fiska- og kvotabýti og um einskiljing av føroysku landsjørðuni.

Hin sangurin, ið kallast Konspiratiónsteori og er um heilivágsídnaðin, kovid - 19 og hvørji tey eru, sum stýra og fíggja WHO.

 Fundur var í tónleikadeildini hjá KVF, sum einmælt samtykti, at hesir sangir sluppu ikki í umfar í KVF, og tað var so tað; men hesir sangir verða heldur ikki spældir sum lurtaraynski.

Fløgan bleiv send til Dimmalætting og Sosialin, at ummæla. Onki ummæli, og fløgan bleiv ikki nevnd við einum orði. So eg hugsi, at heldur ikki her hjá okkum verður góðtikið, at tann meinigi maðurin hevur at teimum ráðandi.

Sosialistisk Ungmannafelag hevði yvirlýsing um, at tey fordøma drápini, ið ísrelska stjødnin fremur í Palestina. Undrunarvert, gleðiligt, endiliga onkur sum tordi, at átala.

Men gleðin var stokkut. Løgmaður Aksel Johannesen, sum eisini er formaður í Javnarflokkinum, bað felagið taka yvirlýsingina aftur, og tað bleiv gjørt, uttan nakað hóðasták,. Hetta vóru tey, ið eg helt skuldu føra okkum á eina rættvísa sosialistiska kós, til frama fyri alt fólkið.

 Vinarliga Ragnar

 

 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar