søndag den 30. juli 2017

Seinasti biltúrurin hjá Hank Williams



 
Hank Williams

Tá ið Hank Williams tann 30 desembur í 1952, fór út í bilin, ein                             “Baby Blue Cadillac", og setti seg inn á baksetrið, var hann illa fyri. Hann hevði kvøldið fyri verið á einari drykkjustovu, har hann var komin í bardaga við ein persón og hevði skeinur á anlitinum og á knúgvunum.                                                                                
Avtalaðu konsertirnar
Hank hevði avtalað við A.V.Bramford, at hava tvær konsertir, eina tann 31 desember 1952 í “Charleston” í West Wirginia og síðani skuldi hann til “Canton” í Ohio, at hava eina konsert nýggjarsdag tann 1. januar 1953.

Langur teinur at koyra
Tað er ein langur teinur frá “Montgomery” í Alabama, har Hank var staddur, og til “Charleston” í  West Wirginia, ca. 900 miles, ella ca. 1.500 km. Ætlanin var at  koyra upp til “Charleston” og so fara víðari til “Canton” Ohio, við Bramford. Hank hevði í Montgomery heitt á fleiri taxa bilførðarar um at koyra seg upp til Charleston, men ongin av teimun vildi koyra hann. Teir vóru bangnir fyri ikki at fáa pening fyri henda langa túr, sum kom at taka fleiri dagar.


                                 Bilurin, ein Baby Blue Cadillac

Mamman skaffaði honum bil
Hank hevði mist sín egna bil í samband við hjúnarskiljan frá Audrey. Mamma hansara, Lillie Skipper, hevði verið so beinasom, at keypa sær ein nýggjan “Baby Blue” bil, av merkinum Cadillac, sum hevði kalesju, ið kundi leggjast niður.
Trupuleikin var, at Lillie ikki hevði goldið fyri bilin og vildi ikki, at Hank skuldi koyra sjálvur, tí at hann júst tann 11. december var komin av “North Louisiana Sanatorium”, har hann hevði verið innlagdur og fingið 3 viðgerðir fyri alkohol eitran innan fyri hálvanannan mánað.

Datt útí aftur
Hank var nú byrjaður aftur at drekka, lívsvónin var farin frá honum, nú fyrrverandi konan Audrey, var rýmd frá honum, og tey vóru skild fyri 6 mánaðumum síðani. Hank og vinmaðurin Ray Price høvddu seinasta nýggjár sitið og ballast, og tá hevði Hank sagt við Ray, at kom Audrey ikki aftur til hasara, so livdi hann ikki ári út.

                                          Charles Carr

Fekk 17 ára gamlan drong at koyra seg
Loysnin bleiv, at Hank fekk tann bert 17 ára gamla Charles Carr at koyra seg við bilinum hjá mammuni upp til “Charleston”. Hann skuldi fáa 400 dollar fyri túrin. Hetta var nógvur peningur hjá einum ungun lesandi.

Túrurin byrjar
Kloakkan var 11.30 tá ið teir fóru avstað frá heiminum hjá mammu Hank í Montgomery, veðrið var vánaligt, og tað regnaði illa. Fyst skuldi Hank inn á eina radiostøð til eitt prát. Har fekk hann at vita, at ein bólkur av vegaarbeiðsmonnum høvdu ball á einum hotelli, sum lá nær við. Hank fór inn at heilsu uppá, og har fekk hann nakrar snapsir frá teimun.

Morfinsproytu
Síðani fór Hank á gátt hjá Dr.Stroker, sum viðgjørdi hann fyri pínu í rygginum. Stroker vildi ikki geva Hank nakað pínustillandi, tí hann hevði drukkið. Hank fór so til ein annan lækna, sum gav honum eina morfinsproytu fyri pínuna. Síðan hildu Hank og Carr avstað norðuryvir til býðin “Birmingham” í Alabama.

                                             Toby Marshall

Mamman sendir "Toby Marshall" at ansa eftir Hank
Klokkan 16.30 ringdi Lillie Skipper mamma Hank til “Toby” Marshall, sum gav seg út fyri at verða útbúgvin lækni. Hann var byrjaður at geva Hank morfin fyri at halda pínuna út eftir tað stóru skurðviðgerð, sum Hank hevði fingið í ryggin fyri umleið einum ári síðani. Hon biðjur Toby , sum var staddur í Oklahoma City, um at flúgva til  “Charleston”,
og viðgera Hank, tí hann var byrjaður aftur at drekka. Toby skuldi síðani fylgjast við Hank til “Canton” í Ohio og fáa Hank heim aftur í øllum góðum.


Hank og Carr komu ikki langt fysta dagin
Teir komu til “Birmingham” í Alabama kl.18.30, har teir enda á einum hotelli. Áðrenn teir komu so langt, høvddu teir havt vitjan av løgregluni, tí Carr hevði gjørt eina U vendig á høvuðsvegnum, og hevði parkerað bilin skeivt við hotellið.
Tíðliga morgunin eftir tann 31. desember vóru teir aftur á ferð norðureftir. Teir steðgaðu í býnum “Fort Payne”, har Hank fór inn á eina barberstovu at blíva kliptur og rakaður. Kl. 10.00 vóru teir leysir og hildu norðuryvir. Nú var vátaslettingur.

Ov seinir á veg
Kl.12.00 eru teir komnir til “Chattanooga” í Tennessee, og fara at fáa sær ein bita at eta. Tað gongur nú upp fyri Hank og Carr, at teir ikki klára at koyra til konsertina í “Charleston”, áðrenn hon skal byrja. Hank biðjur Carr koyra til “Knoxville” í statinum Tennessee, so Hank kann taka ein flúgvara upp til “Charleston”.

Illveður
Í “Knoxville” var illveður við kavaroki, so ivasamt var, um flogfarið fór av stað, men tað lætti sær á kl.15.30. Men tað gekk kortini ikki, sýnið bara versnaði, longur norður tað fleyg, so kl.18.00 um kvøldið bleiv vent aftur til “Knoxville”. Hank, sum hevði drukkið, gav Carr boð um at ringja til Bramford og avlýsa konsertina hjá sær í “Charleston”. Hank dámdi ikki at flúgva, og hevur óiva fingið sær ein uppstrammara aðrenn fráferðina.


                                   Andrew Johnson Hotel

Á hotell í Knoxville
Kl.19.08 innskriva Hank og Carr seg inn á “Andrev Johnson Hotel” í “Knoxville”. Hank hevði fingið hendur á sprutti á flogvøllinum og hevði kulka í seg, so hann var ikki gonguførur, tá ið teir komu til hotellið.
Tveir tænarar styðjaðu Hank upp á kamarið á hotellinum. Carr bað um tvær portiónir við oksasteik. Hank át eitt lítið petti, so legði hann seg í øllum klæðunum á songina. Eina løtu seinni datt hann á gólvi. Í fallinum smekkaði Hank tinningin í ein borðkant.

Carr í dyrastu neyð                        
Carr er nú í dýrastu neyð. Hann ringir til mammu Hank, sum far fatur á Toby, sum aftur fær fatur á lækna, sum hotellið nýtti. Eina løtu aftaná kom læknin Dr.P.H.Cardwell inn á kamarið og gav Hank tvær sproytur av morfin, eitt glas av B12 vitaminum og segði við Carr, at nú var alt í lagi, og at Hank nú var klárur at reisa víðari til “Canton” í Ohio. 


                                   A.V.  Bramford
                        
4000 atgongumerkir seld                                 
Carr setur seg nú í samband við Bramford og spyr, hvat hann skal gera. Bramford er í villareiði. Hann hevði selt 4.000 atgongumerkir til konsertina í “Canton” Ohio. Hann vil hava Carr at koma við Hank beinan vegin upp til “Canton”. Bramford og Toby vóru báðir staddir saman við Don Helms í “Charleston”, og vóru á veg til “Canton”. Bramford setti vónirnar á, at Toby nok skuldi fáa Hank edrúðan aftur til konsertina.

Carr og Hank koyra víðari
Carr heitir nú á tveir tænarar, um at fáa Hank niður aftur í bilin. Tá var klokkan 22.45. Sostatt hevði Hank bert verið ca. 4 tímar á hotellinum. Hank var nú í so ringum standi, at hann setir ikki føturnar til, hann bleiv tí drigin niður ígjøgnum trappurnar og út í bilin, har teir settu hann inn á baksetrið. Teir løgdu frakkan og eitt teppi um hann, fyri at verja hann ímóti kulda.

Hank mælti ikki eitt orð, meðan hann bleiv drigin oman í bilin, og tá ið teir settu hann inn á baksetri, surklaði í Hank. Hetta er eitt fyribrygdi, sum kemur fyri, tá ið ein flytir fólk, sum eru deyð.

                                            Swan H.Kitts

Steðgaðir av løgregluni
Eftir at hava koyrt í ein tíma frá “Knoxville”, bleiv bilurin steðgaður av einum løgreglumanni, Swan H.Kitts, sum ákærðir Carr fyri at koyra ov skjótt og ófantaliga. Swan sær henda bleika mannin sita á baksetrinum, og spyr Carr, um nakað er gali. Nei, segði Carr, hann hevur drukkið og er illa fyri. Er hann deyður, spurdi Swan. Nei svaraði Carr. Eg ivist segið Swan, eg havi sæð deyð fólk fyrr.

Carr fyri ein dómara
Carr má nú fylgja við Swan inn til býin “Rutledge” í Tennessee, har hann kemur fyri ein dómara og far eina bót upp á 25 dollar fyri ófantaliga koyring. Ímeðan situr Hank á baksetrinum i bilinum og er so at siga deyður.

Víðari móti Canton
Klokkan eitt um náttina tann 1. januar 1953, varð farið aftur at koyra ímóti  “Canton”. Hank er nú blivin grábláur í andlitinum, og har eru ongar rørslur á honum. Carr hevði gramt seg  fyri Bramford, at neyðugt var at fáa fatur á einum eyka bilførara, tí hann var troyttur, hevði koyrt í nastan eitt samdøgur. Bramford biður Carr royna at fáa ein eyka bilførara í “Bristol” ella “Bluefield” í West Wirginia.

             Koyra móti Bristol
             Carr koyrir nú ímóti søguliga býnum “Bristol”, sum fyri 25 árum síðani hevði lagt lunnar undir country tónleikin, við søguligu plátu upptøkum við Jimmie Rodgers og The Carter Family. Hann far ikki hendur á einum eyka bilførara, so hann koyrir víðari til “Bluefield” .  
              Carr sum nú hevði ferðast og koyrt út í eitt í 24 tímar, er troyttur. Hann fer inn á eitt “Diner” matstað í “Bluefield” og fær Donald Surface, at koyra fyri seg tað síðsta strekkið, sum var eftir til “Canton “ Ohio. Hann skuldi fáa 50 dollar fyri ómakin og fríðan bussferðaseðil heim aftur til “Bluefield”.

                                Skyline Drive-In                             
Víðari við hjálpar bilførara   
              Donald og Carr halda nú leiðina ímóti “Oak Hill” í West Wirginia, og bensintankin var við at verða tómur. Ímóti morgni eru teir komnir til bygdina “Hiltop”, sum lá ca. 3 km frá Oak Hill, har teir støðga á við
”Skyline Dreiv-In” vershúsið fyri at strekkja beinini. 

Tá ið      Tá Carr fer úr bilinum, varnast hann, at Hank, sum sat á baksetrinum, er dottin og liggur niður á setri og, teppið, sum hann hevði um seg, var gliði av honum. Hendurnar lógu í V formi um bringuna. 
              Carr tók  í hondina á Hank og varnast, at hon er køld. Carr fer nú inn á “Skyline Drive-In” eftir hjálp, og kemur eigarin út í bilin. Har tað verður staðfest, at maðurin, sum liggur á baksetrinum, er deyður. Eigarin  biðjur teir koyra til Oak Hill, har eitt hospital var.



               Minnisvarði í Oak Hill, West Virginia, har ferðin hjá HW endaði.

              Maðurin á baksetrinum deyður.
Teir halda nú fram at koyra ímóti Oak Hill, og við tað at teir ikki vóru staðkendir, vita teir ikki hvar hospitalið liggur. Teir fara tí inn á Burdette´s  “Pure Oil”  bensinstøðina, og boða frá støðuni.
Eigarin, Glenn Burdette, kom út og staðfesti, at Hank er deyður. Hann fer síðani inn og ringir eftir løgregluni. 

Løtu seinni kemur  Howard Jamey, løgreglumaður, og kundi hann bara staðfesta, at maðurin á baksetrinum var deyður. Howard Jamey fylgdi nú Cadillac bilinum við Hank á baksetrinum til Oak Hill Hospital, har italiumaðurin Dr. Diego Nunnari kl.7.00 um morgunin staðfestir, at Hiram “Hank” Williams, var deyður bert 29 ára gamal.

             Klaksvík juli 2017

             Oddbjørn Vágslíð.

















                                                 




Ingen kommentarer:

Send en kommentar