torsdag den 8. marts 2018

Kathrina Jensen 95 ár



                 

Ì dag verður fastir mín, Kathrina Jensen á Toftum 95 ár. Hon hevur verið á Ellisheiminum í Rúnavík seinastu árini, er ikki so birg longur og liggur nú mest í songini. Tá fastur helt 80 ára føðingardag á Svangagarði fyri 15 árum síðani, helt eg hesa røðu fyri henni.

Góða fastur!
Halvfjersenstyve er støvets år. Firsenstyve en kæmpe når. Eg haldi, at tú ert ein kempa. Tú situr her 80 ára gomul við rankum ryggi. Tú hevur altíð duga at rætt ryggin, eisini tá tað hevur gingið ímóti. Kanska er tað ikki av tilvild, at tú ert fødd sjálvan kvinnudagin.

8. mars í 1910 var ein kvinnuráðstevna hildin í Keypmannahavn. Ein av drívmegini í hesum tiltaki var týska stríðskvinnan Clata Zetkin.
Eftir hennara uppskoti varð viðtikið, at gera 8. mars til “Altjóða kvinnudag”. Hesin dagur hevur síðani verið nýttur til at vísa á ójavna og krevja javnrættindi millum kynini.

Hetta stríð var byrjað longu í 19. øld.  Nógv var  stríðast fyri. T.d. høvdu kvinnur ikki rætt til at eiga ogn. Ikki rætt til at verða embætisfólk. Tær høvdu ikki rætt til framhaldandi skúlagognd. Kvinnulønin var láturliga lítil. T.d. var orðið  “arbeiðskonuløn” eitt orðatak, um vánaligastu løn hjá monnum.

So við og við hevur  stríðið givið nøkur úrslit. Fyrst fingu tær ógiftu kvinnurnar loyvi at eiga ogn.  Í 1874 sluppu tær fyrstu á studentaskúla. Í 1885 fekk fyrsti kvinnuligi læknin útbúgving. Í 1880´unum fingu nógvar kvinnur  læraraútbúgving. Í 1904 sluppu tær eisini at lesa teologi ella til prest.

Í 1903 fingu kvinnur vælrætt til meinigheitsráðini. Í 1909 fingu tær rætt til at velja til kommunustýrini og apríl 1915 viðtóku Ríkisdagurin og Fólkatingið í Danmark, at kvinnur skuldu hava vælrætt til hesi ting, og sum rosinan í pylsuendanum  fingu kvinnur og menn í Føroyum í seinnu helvt av 1970´unum, somu løn fyri sama arbeiði.

Sjálvt um rættindi til útbúgving formliga vóru viðtikin, so er tað kanska ikki fyrr enn nú við 1000-ára skiftið, at hetta eru sjálvsøgd rættindi her hjá okkum. Eg veit, at tú ert ein av teimum kvinnum, sum í ungum døgum droymdi um at fáa eina útbúgving. Pápi tín var dugnaligur skipari, so hevði tú ikki verið fyri tí vanlagnu, at missa hann so tíðliga, kann eg gott ímynda mær, at tú hevði havt lært til okkurt. Tú hevur fortalt mær, at tú ætlaði at læra til jarðamóður.

Tú eigur sjey børn, tvær gentir og fimm dreingir, og óttin fyri at missa enn meira á sjónum, enn tit longu høvdu mist, og so aftur ein druknivanlukka, har tríggir skúladreingir druknaðu á Toftavatni, so var nóg mikið. Tú setti í gongd eina undirskriftarinnsavning, fyri at fáa gjørdan ein svimjuhyl í bygdini.

Fastur, tú vart ein av mínum fyrimyndum, tá eg var barn. Mær dámdi so væl og eg kendi meg altíð vælkomna Heima á Heyggi. Mær dámdi so væl, tá tú fortaldi um mammu tína, ommu mín, sum eg ikki hevði kent. 

Eisini var eg stolt av, at Elisandur var gubbi mín.
Hesin stóri prúði róligi maðurin, sum onki misti, um hann vaskaði upp, bant skóleistar ella las cowboybøkur. Hann, sum Magnus Dam Jacobsen skrivaði um í bókini, Í Grønlandi við Kongshavn, at hann var risin umborð, bæði likamliga og andaliga.

Eg vil siga tær takk fyri góð minnir, nógvar góðar løtur Heimi á Heyggi og eg skal heilsa frá Ragnari manni mínum, at frá fyrstu ferð hann sá teg, visti hann, at tú vart eitt skilafólk, og tá tú helt fyri, at Fidel Castro var ein klókur maður, so vaks virðingin enn meira.
Vit ynskja tær hajrtaliga tillukku við 80-ára degnum og nógv góð ár framyvir.

.



Ingen kommentarer:

Send en kommentar